25.11.08

Hanseatarabekennilsi


Ungur hálendskur maður, sum lesur samfelagsfrøði á lærda háskúlanum í Utrecht, er í Føroyum og arbeiðir við ritgerð um tjóðskap. Hann tosar við fólk um støðu teirra til tjóðskap, Føroyar og Danmark, framtíðina og søguna og mangt annað. Eg prátaði við hann hósdagin.

Hann spyr fólk um hesi málini, og roynir so at finna fram til hvussu tey málbera seg, fyri at finna fram til onkrar felags typiskar streingir í orðingum og hugburði. Hvat siga og hvussu málbera ávikavist loysingarsinnað og sambandssinnað fólk seg.

Hvat hann kemur fram til, er ikki til at siga, men vit sum her búgva og liva, vit vita at tjóðskaparkenslan er hin sama hjá sambands- og loysingarsinnaðum. Øll kenna tey seg sum serstaka tjóð og fyri báðum hesum politisku pørtum eru flagg, mál, tjóðsangur, kvæði og søga eins heilag. Ella ikki heilag.