29.9.18

Stóra svikið sum elvdi býlistrotið

Jógvan hjá Nela hevur vundið Merkið á stong
í Perskonugøtu á vári 1963
Sjálvsagt er tað ikki einfalt mál, at fata hvussu býlistrotið er íkomið og haraftrat vita hvussu tað kann loysast.

Men við vissu kann í hvussu er sigast at kommunurnar hava latið alt í verðini ov lítið av jørð til byggibúning, so at fólk fáa bygt sær hús. Serstakliga Havnar kommuna.

Ikki kann sigast at upplýsingarnar eru nógvar at fáa um málið, men við rímuligari vissu kann staðfestatst at Havnar kommuna hevur latið lendi til byggibúning av um leið 12 grundstykkjum um árið í miðal seinastu tjúgu ella tríati árini.

Ja, tú læs rætt - tólv um árið!

Rætt er at nakrar byggifyritøkur hava av sínum eintingum latið byggja íbúðir, raðhús og kanska sethús eisini. Men framvegis alt, alt ov lítið til at nøkta tørvin.

12 grundstykki um árið í Havn - hví ikki 100 ?

4.4.18

Ríkisfelagsskapurin er danskt mál

Ríkisfelagsskapurin hevur størri týdning fyri Danmark og framtíð Danmarkar enn fyri Føroyar.

Fyri Danmark hevur ræðisrætturin yvir stóra póløkinum í Grønlandi øgiliga stóran týdning, tí hetta avger hvørji deild Danmark spælir í, tá um ræður heimspolitisk og hernaðarstrategisk mál. Føroyski bitin av Atlantshavinum hevur eisini týdning.

Men fyri framtíð Føroya hevur ríkisfelagsskapurin mest at kalla trúarligan týdning fyri tey, sum enn ikki hava skava hesa tykisliga skorpuna uttan av heilanum.

18.1.18

Hava Føroyar ráð til hægri lønarlag?


Lítið nyttar at fara í hart stríð um lønarkrónurnar, um bæði fyritøkur og tað almenna illa fáa endarnar at røkka saman. Men tá stór avlop eru í rakstrinum, tá liggur betur fyri at seta størri krøv.

Men hvussu stendur so til í landinum?

Sannlíkt er at netto fíggjarognin hjá føroyskum fyritøkum, stovnum og borgarum er vaxin øgiliga nógv seinastu árini. Helst hevur hitt almenna skuld (borgaranna vegna), meðan bankarnir og nøkur húsarhald hava risastóra ogn uttanlands.