Fiskiskapurin niðursaxaður

Kannst tú ímynda tær ein bónda, sum á sumri fer út í veltuna at lúka við líggja?
At hann fer út við líggjanum og saxar alt niður frá hond, arva og slokkar, aks og lokaplantur – alt í sveiggjandi líggjatøkum?
At hann ikki hevur fyrilit fyri tí, sum hann skal heysta og skal liva av restina av árinum?
Nei, vell?
Men soleiðis fara vit við okkara fiskiskapi, kann eg fortelja tær!

Á hvørjum ári tekur Løgtingið avgerð um at skerja fiskidagarnar, á sama hátt sum hesin ørvitisbóndin. Uttan at skeita til hvat ið ber seg og hvat ið ikki ber seg. Uttan at geva sær far um at endin verður, at allur flotin fer í sor.
Flotin er lokkaður inn undir eitt høpisleyst regluverk, sum í fyrsta lagi skuldarbindur skipini upp um skorsteinarnar, og sum í øðrum lagi forðar teimum fyri at fáa sum frægast burtur úr rakstrinum. Í triðja lagi verður so saxað burtur av inntøkugrundarlagnum av bureaukratum, sum rokna kvadratrøtur og fiskidagatal at býta.
Uppskotið hjá Tjóðveldinum um eina marknaðarskipan fyri fiskiskap, er einasti vegur undan ørligu niðursaxingini av flotanum.
Hon kann skrúvast saman upp á so nógvar mátar – men grundvøllurin má vera fræls atgongd til fiskidagar, sum gevur frægasta flotanum ein kjans at lívbjarga sær. Ot tað uttan risaskuld og minkandi veiðigrundarlag.
Tað løgna av tí heila er, at møguleikarnir eru beint fyri framman – púra fríir at velja ímillum.
Men Løgtingið fer treiskliga út sum ørvitisbóndin á sumri og saxar alt niður frá hond – tað, sum vit skuldu havt heystað, verður oytt í berum skilaloysi.
Løgtingið má sum skjótast fáa avlívað lógina um vinnuligan fiskiskap, og við lóggávu geva frægasta flotanum ein kjans at sleppa framat til at vísa sínar dygdir.

3 comments:

  1. Hey Hermann,

    Fyrst vórðu vit blakaðir út um 3 fj. og síðani ómenniskjaligan niðurskurð, hetta hóast vit hava verið fíggjarligt, sosialt og mentunarligt íkast seinastu mongu árini.

    Ksnst tú siga mær, hví útróðrarflotin (bólkur 4b) varð skorin 20% og ikki 10% sum restin ?

    Tskk fyri.

    ReplyDelete
  2. Takk fyri spurningin
    Eg eri ikki vísur í at eg kann svara tær rætt upp á spurningin hví Løgtingið gjørdi handan niðurskurðin, men tað var í hvussu so er eftir tilráðing frá Havstovuni.
    Men ólukkan er meira tann skipanin, sum lógin um vinnuligan fiskiskap leggur oman yvir allan fiskiskap.
    So frægt eg veit legði Havstovan dent á at verja toskastovnin (og kanska serliga ungfiskin). Og sum lóg og skipan eru vorðin kann tað bara gerast við at skerja allar yvir ein kamb, sum serliga fiska tosk, og fiska á innaru leiðum.
    Men hetta kundi saktans verið gjørt øðrvísi.
    Um skerjast skal, so eigur og má tað ikki gerast soleiðis, at ALLIR verða píndir í armóð.
    Lógin má broytast soleiðis, at tann bátur og tað skip, sum heldur seg megna tað, sleppur fram at fiskinum. Og so mugu summir sjálvandi gevast.
    Men at pína allar út úr vinnuni í senn - tað er ein vanlukka.
    Tað er ikki bara ein vanlukka fyri tann einstaka bátin, men ein vanlukka fyri landið og búskapin sum heild.
    Mundi tað ikki verið betur fyri teg, um tú í minsta lagi fekk ein kjans at sleppa fram at fiskinum í kapping við aðrar? Heldur enn at allir verða píndir 15 ella 20 dagar niður í senn?

    Blíðar heilsur
    Hermann

    ReplyDelete
  3. ja skil má verða í búskapinim
    <havi sjálv arb alment, har eg tilvildarliga kom framá at sjálvognarstovnar, ið landið spýtur í hvørt ár, eru so gott sum einaráðandi,altso stýrini sum eru sett at stýra stovnunum.
    Ofta hava fólk við 1 skerdum førleika, tilknýti til hesar stovnar.
    Stovnarnir koyra uttan regligerð.
    Fólk ið hava tilknýti, tað kann t.d. verða vart arb pláss /verkstøð, kunna ikki kæra avgerð, sum stýri fyri stovnin hevur tikið . . tí reglugerð er gloymd . . .
    M. a. hetta verða okkara skattakrónur brúktar til . .
    Eitt er at tey minnu mentu ikki kunna kæra, altso afturat tað at tey eru minni ment/hava eitt brek . .hava tey onki at siga , um tey nú halda seg verða skeivt viðfarin. . .kunna ikki kæra . . . .st?
    So fara tit eftur fiskimonnunum . . . .hvussu kann fiskivinnan forrenta hetta svansi . . .
    Tað er sum tú einastaðir skrivar, fá okkum ein skilagóðan búskap, som gongur upp, og helst okkurt verður lagt til síðis
    Kann tú kommenterað hatta við sjálvognarstovnunum? takk ; )

    ReplyDelete