9.3.22

Russiskt álop á sjálvræði Ukreina

Hóast Sovjettsamveldið sigldi sína kloddaskútu undir kav fyri tríati árum síðan, eru risaveldini USA og Russland ongantíð rættuliga hildin upp at við sínum heiðursleysu umvegiskríggjum, tá tey birta upp undir og útgera hvør sín part í krígnum. Hundraðtúsundtals sakleys fólk hava latið lív í slíkum kríggi, tey ikki sjálvi byrjaðu ella vildu vera partur av, eitt nú í Vjetnam, Angola, Etiopia, Jemen, Afganistan og nú í Ukreina. Alt fyri hjartaleysu veldistelvingina millum tvey risaveldi við kjarnorkubumbum.

Í hesari røð av kríggjum tók kanska meginparturin av fólki støðu alt eftir ideologiskum liti – tey vinstrumegin fyri Sovjett/Russlandi og tey høgrumegin fyri USA. Men hví tað var so, er ikki til at fata, tí hjá risaveldunum snúði alt seg um makt og pengar og als ikki um ideologi.