21.1.12

Øvundsjúkuskatturin hjá Fólkaflokkinum

Hava vit ikki havt einflokkastýri fyrr, so hava vit fingið tað nú. Samgonguskjalið er meira beinrakið høgravent enn sjálv stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum, ikki minst í fiskivinnumálum.
Ætlanin er stutt og greitt at avreiða rættin til fiskiríkidømið alt sum tað er til úrvalsliðið av føroyskum ríkmonnum, og fyri skomm skyld nøkrum fáum aftrat.

Avgjald ella uppboðssølu ?

Í minsta lagið í tíggju ár, hevur almenni hugburðurin so seigliga vent, og nú er (meira ella minni) almenn hugsan, at reiðarar skulu gjalda landinum fyri at sleppa fram at fiskiríkidøminum – sum er ognin hjá øllum føroyskum borgarum.
Politiski hugburðurin er eisini skiftur. Bæði Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin hava alment boðað frá, at teir vilja hava eitt ella annað slag av tilfeingisgjaldi. Politikarar eru eisini í hinum flokkunum, sum eru sinnaðir fyri tí sama.
Og í fjør kom so endiliga hol á. Makrelverðtíðin var ein ófantalig fløkja, so at tað bæði varð fiska fyri avgjald fyri kilo, fyri kvotur keyptar á uppboð, eins og sumt varð latið sum gávugóðs uttan viðurlag.
Í ár siga summir reiðarar seg vilja ganga undir eina skipan sum áleggur teimum at gjalda eitt ávíst krónugjald (ella oyru – hvør veit?) fyri hvørt kilo av makreli. Eina skipan sum tað sigst at landsstýrið barslast við í hesum døgum.
Gjald fyri tilfeingi kann latast sum fast avgjald á hvørt kilo av fiski (ella fyri hvønn fiskidag), men tilfeingisgjald kann eisini latast á eini uppboðssølu, har reiðararnir mugu kappbjóða um tilfeingið.
Men hví er tað, at bæði politikarar og reiðarar heldur vilja hava eitt fast krónugjald fyri kilo, heldur enn at selt verður á uppboð?
Her eru nøkur kvalifiserað git:

19.1.12

Hvussu virkar korrupsjónin?

So løgið tað ljóðar, so megna smáir bólkar betur at ota seg fram at maktini, enn stórir bólkar klára. Eru tey fá, sum hóma vinning í onkrum máli, liggur munandi betur fyri at semjast og gera sínamillum avtalur, enn tá talan er um hundraðvís ella túsundvís av fólki.
Ikki minni týdning hevur tað, at vinningurin til hvønn einstakan er stórur. Tí er tað, at teir fáu reiðararnir í t.d. ídnaðarfiskiskapi, rækjufiskiskapi og toskafiskiskapi í Barentshavinum duga betur at síggja vinningin í maktini, heldur enn limirnir í t.d. djóraverndarfelagnum, psoriasisfelagnum og Nólsoyar Ítróttarfelag.
Tá tú skalt avtala spælið í einum slíkum bólki er tað ein stórur fyrimunur, at tit eru fá og at átakið hevur stóran persónligan týdning. Hvør skal annars tíma og orka at skipa fyri, tosa við øll og savna til fundar? Og hvussu skulu tit fáa semju um hvat tit skulu gera, um tit eru 500 fólk við so ymiskum hugburði, hugskotum og áhugamálum?
Hetta er ein orsøk til at teir fáu reiðararnir hava fingið so stóra makt í innastu politisku stovunum.
Men er hetta einasta orsøkin?
Nei, tað er tað ikki.

14.1.12

Makrelur og seyðaskinn

Áttu vit ikki at tikið seyðaskinnini til høldar og spunnið tey til fínastu føroyska tógv, heldur enn at tveita tey í eldin á brennistøðini? Og kanska enntá bundið troyggjur, hosur og brølapur burtur úr tí?
Eg rokni við, at allarflestu føroyingar halda at tað hevði verið gott – tað hevði hóska seg einum landi at tikið alt upp, sum er til av virði í náttúruni.
Men er tað búskaparliga skilagott?
Nei, tað er tað helst ikki.

Makrelkorrupsjón

Føroyska samfelagið eigur ræðisrættin á einum ikki heilt óbetýðiligum parti av heimsins matvørukova – ein partur, sum verður meira virðismikil fyri hvørja miljard av fólki, sum leggst aftrat her á fold.
Hetta ríkidømi er púra sjálvsagt ogn hjá okkum øllum – livandi og komandi føroyingum. Tað eigur sjálvandi at koma øllum skattaborgarum til góða, so at gerðandisdagurin gerst liviligari hjá øllum somlum.
Men ein óunniliga korrupt makt er í ferð við at finna røttu undirskriftirnar á eitt skjal, sum skal lata ognarrættin til hetta ríkidømi upp í hendurnar á einum úrvalsliði av føroyingum, so at teir og arvingar teirra skulu fáa exklusivan rætt til miljardirnar.
Eitt fáment lið av reiðarum hevur vunnið sær so stóran rætt í politisku skipanini, at nú seyrar út millum samankomingarnar av esjandi rotinskapi.