29.4.14

Farligir økonomar!


Fólk við persónligum fíggjarligum interessum í fiskivinnuni, politikarar og aðrir ideologiskir fylgisneytar royna at grugga málið um fiskirættindi, sum vit búskaparfrøðingar hava reist.
Teir hava fyrst roynt at ákæra okkum búskaparfrøðingar fyri býttisskap, kommunismu, ævindsjúku og annað ilt. Og tað fáast summi helst at trúgva. Tey nærmastu kanska.
Men síðani fólk hava funnið út av, at ikki bara flestallir føroyskir búskaparfrøðingar, men eisini so at siga allir aðrir búskaparfrøðingar eru púra samdir, eru onnur vápn tikin í brúk.
Nú skal tað ikki bera til – hetta sum búskaparfrøðingarnir siga. Tað er bara á skrivaraborðinum at tað riggar. Og uppboðssølan! Hon er heilt hopleys!
Fólk spyrja uppaftur og uppaftur um hvussu uppboðssøla av fiskirættindum fer at virka. Onnur hava funnið sær onkran iva við hesi uppboðssøluni, sum til dømis at tað verður torført, fyri ikki at siga ómøguligt, at gera íløgur í skip. Skulu útlendingar sleppa at bjóða? Børn? Samkomur? Paul Watson?