14.10.11

Sjálvstýri og framburður eru á somu kós

Røða á ressingarfundi Tjóðveldis á Læraraskúlanum 14.oktobur 2011
Tey, sum greina føroyskan politikk, eru samd um at í Føroyum er ikki bara vanligi skilnaðurin millum høgraflokkar og vinstraflokkar.
Greiður skilnaður er eisini millum loysing og samband.
Hetta er eitt, ið øll vita – eitt, sum skilur allar føroyingar sundur í minst teir fýra teigarnar millum brotlinjurnar millum høgra, vinstra, loysing og samband.
Men sum tíðin líður og øldir fara, kámast mørkini millum ideologisku teigarnar. Høgra og vinstra troðkast í dag saman á einum illittum miðvølli – ikki bara í Føroyum, men í øllum grannalondunum.
Markið millum loysing og samband kámast kortini ikki.

Tí tey eru ikki ideologisk, men heilt ítøkilig mál – loysingin, tjóðveldið, fullveldið, sjálvstýrið – øll tey ymisku heiti hetta bjarta málið hevur havt – er heilt ítøkiligt og heilt klárt.
Øll hesi fleiri enn eitt hundrað árini, síðani parlamentariskur politikkur gjørdist hvørsmanns mál, hevur málið um einar sjálvstøðugar Føroyar í ymiskum skapi verið stavnhald hjá einum drúgvum parti av fólkinum.
Boðini eru tí heilt greið – hendan rørslan, hesin tankin – hann doyr ikki. Hann er komin fyri at verða.


Men tað er ikki alt bragdið.
Tí umframt at hava hildið fast í hesum heilt ítøkiliga máli, hevur tað eisini eydnast Tjóðveldisflokkinum at stýra í tí meira kámu leiðini millum høgra og vinstra, millum solidaritet og sjálvsøkni, millum rættvíst og órættvíst, millum framburð og afturhald.
Væl er tað gjørt at halda saman um stavnhaldið, føroyskt fullveldi.
Men uppaftur størri er bragdið at samstundis hava siglt røttu megin skerini – at hava strembað eftir framburði, heldur enn afturhaldi.
Tjóðveldisflokkurin hevur í sosialum málum, í mentamálum, í vinnumálum og øðrum málum, megna at hildið fast um fullveldisfylkingina og samstundis verið flokkurin, sum mangan gekk fremstur – og enn gongur fremstur í framburðsmálum
Og tað er ikki sjálvsagt. Slett ikki.
Ikki bara tí at tíðir og siðir skifta, so at tað, sum var framburður í gjár er afturhald í dag.
Men eisini tí at flokkar við so miðsvísari kós í einum einstøkum máli, saktans kunnu sigla langt av kós í øllum øðrum málum.
Kanska uppaftur meira vanligt er tað, at flokkar við so miðvísari kós í tí eina málinum, slett ikki hava áhuga í øðrum málum.
Men soleiðis er tíbetur ikki í Tjóðveldisflokkinum.
Og soleiðis skal politikkurin halda fram at vera - hóast mong av hesum framburðsmálum møta mótstøðu av gamlari vanahugsan manna millum.

Í vinnumálum hevur Tjóðveldisflokkurin víst framskygnið at leggja fram tær framburðs-loysnirnar í fiskivinnumálum, sum í alt ov nógv ár hava ligið niðurbundin í einum stirvnum og køvandi lógarverki.

Í etiskum málum hevur Tjóðveldisflokkurin víst dirvið at vera framstur at tillaga lógirnar um at forða fyri mismuni vegna húðalit, uppruna og kynsliga orientering.

Í skúla- og mentamálum hevur Tjóðveldisflokkurin allar dagar gingið fremstur í strembanini at lyfta vitan, kunnleika, list og mentan okkara upp á nýggjar hæddir.

Í málum um altjóða samstarv, altjóða umboðan og uttanríkispolitikk, hevur Tjóðveldisflokkurin eisini megnað at staðið móti órættvísi og staðið fyri at framja føroysk mál mótvegis umheiminum.



Tað stóra bragdið er tí ikki eina tað, at hava hildið fast um og umboðað fólkarørsluna fyri fullveldinum gjøgnum skiftandi tíðir.
Bragdið er minst líka so nógv at Tjóðveldisflokkurin samstundis er fremstur í framburðsmálum, tá um onnur mál enn fullveldi ræður.
Hóast hesin skarin ikki er heilt á einum máli um nógv annað enn sjálvt fullveldið Føroyar, so hevur tað eydnast at sigla gjøgnum krappsjógvað hav við mestsum allari manningini innanborða.
Og samstundis at hava hildið seg røttu megin bogar og sker, tá á stóð.


Kanska er hetta ikki so løgið.
Tí sjálvur haldi eg at samanhangur er millum hugsjónina um fullveldi og hugsjónina um tað progressiva - um framburðin í samfelagnum.
Tað ber snøgt sagt ikki til at byggja eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki á afturhald. Tað byggist bara á mest framburðssinnaðu hugsjónina.
Skulu Føroyar vera fullveldi, so skulu Føroyar framá í øllum lutum.
Unga ættarliðið, framskygdu vinnufólkini, vællærdu verkafólkini – øll hava tørv á einum nýtímans samfelag, sum er minst eins frammalaga og grannalondini.
Tað eru framburðsfólkini, sum vilja fullveldi. Og fullveldisfólk vilja framburð.


Framburður í samfelagsmálum er í sær sjálvum kósin til einar sjálvstøðugar Føroyar.

Framburður er eitt vinnulív, sum ikki hevur tørv á almennum styrki, men bæði stendur og mennist á egnum beinum í kapping við allan heimin.

Framburður er eitt effektivt almannaverk og effektiv landsfyrisiting, sum uttan meirkostnað kann veita tað, vit krevja av tí.

Framburður er hetta kunnleika- og mentastøði, sum ger lívið eins fagurt og í øðrum grannalondum.

Slíkur framburður ber fram at tí, at føroyska samfelagnum ikki tørvar styrk til at veita sínum borgarum javnbjóðis kor við umheimin.



Eins og veiðimaðurin dugur at lesa veður og vind, haldi eg meg hava eitt lítið vet at hesum sansinum í samfelagspolitikki.
Og tað var á hendan hátt at eg frøddist sum veiðimaðurin um várkomuna, tá eg nú í vikuni hoyrdi ídnastu sambandsmenninar leggja til brots við bønarorðum um at fáa meira ríkisveiting úr Danmark.
”Eru vit komin so nær málinum”, var tað fyrsta eg hugsaði.
Tí hasi nístini eru ikki at taka feil av.
Uttan rættuliga at varnast tað, eru vit komin so frægt áleiðis í moderniseringini av føroyska samfelagnum, at sjálvt teir síggja hvussu endin verður.
”Life is what happens when you are busy doing other things”, skrivaði John Lennon.
Meðan hugsjónarbardagin um loysing og samband er farin fram, hava vit stigvíst moderniserað føroyska samfelagið so dúgliga, at sjálvsvirðingin fær dyggari botn at standa á.
Og bjartskygdu ætlanirnar um stór átøk fyri at fáa unga ættarliðið at støðast, um at seta eina rættuliga universitets-, granskingar- og menningarætlan í verk, stór átøk um at modernisera landsins fyrisiting, og ikki minst átøk um nýggj, modernað regluverk fyri eitt kappingarført vinnulív – allar hesar hugsjónirnar bera fram at einum sjálvbjargnum Føroyum.
Allur framburður ber sama veg.
Tað, sum hendir í hesum døgum fer eisini at bera sama veg.
Tey málini, sum í hesum valstríðnum eru frammi sum aðalmál – ikki bara hjá Tjóðveldisflokkinum - eru eftir mínum tykki meira spennandi og geva ljósari lyfti um framtíðina, enn eg áður havi sæð.
Men øll málini hava brúk fyri drívkraft, skulu vit fáa tey framd.
Tjóðveldisflokkurin hevur staðið fremst í nógvum av málunum, og skal sjálvandi eisini vera tann, sum førir tey á mál.
Tí skal Tjóðveldisflokkurin eisini sterkur á ting í ár.

Gott val

No comments:

Post a Comment