28.3.21

Misfata vit, misfarast vit

Í oktobur mánaði í 2019 skrivaði kæri vinmaður mín, Jóannes Jacobsen, sáli, eina grein í tíðarritinum Marine Policy – greinina finnur tú HER. Í hesi frágera góðu greinini vísir Jóannes hvussu politiska maktin hjá stóru reiðarunum í fiskivinnupolitikki vexur, samstundis sum teir fáa fastari rættindi. Hann spyr í endanum á greinini:

”Hví situr fólkið – skattgjaldarin – sum eigur tilfeingisgrundarlagið sjálvt, ikki við borðendan, ella í minsta lagi við borðið, tá fiskivinnupolitikkurin verður avgjørdur?”

Hetta mann hava verið tann mest viðgjørdi spurningurin okkara millum, serstakliga aftan á at farna samgonga í stóran mun mannaði nýskipanarbólkin við reiðarum og teirra handgingnu. Í vísindum er hetta málið á markinum millum fleiri vísindagreinir: sálarfrøði, antropologi, sosiologi og búskaparfrøði. Svarið er sum so mangan fleirtáttað, men í eini grein havi eg roynt at svara einum parti av spurninginum.