5.10.11

Bíðið ikki eftir 2018

Í vikuni stóð eg í einum handli og skuldi keypa, tá ein heldur illbrýntur maður kom heldur tætt at mær og mælti: ” Nú hava tit aftur tikið 20 dagar frá mær, so nú fái eg ikki endarnar at røkka saman!”
Eg fekk ikki stundir at tala, so var hann horvin.
Men eg kann so siga tað her, sum eg ikki fekk sagt tá - bíðið ikki eftir 2018
Millum stein og sleggju
Tann gongdin, sum nú er, førur bara til ólukku. Krøvini um stovnsrøkt eru at skerja fiskidagarnar í flestu skipabólkum, meðan rakstrarkrøvini í tí alt meira skuldarbundna flotanum eru at fáa fleiri dagar.
Ímillum hesi krøv liggur ein stirvin fiskidagaskipan, sum onga aðra loysn veitur enn javna útarming av øllum flotanum.
Sum gongdin er í løtuni er bara ein endi – og tað eru húsagangir, sum ikki gera mun á væl og illa riknum skipum. Øll missa dagar og øll koma nærri tromini.
Her eru bara eini skila ráð, og tey eru at seta galdandi skipan úr gildi og seta eina aðra í verk, sum letur væl riknu skipini og bátarnar sleppa fram at fiskidøgunum í kapping um prís og dugnaskap.
Sjálvandi eru aðrir trupulleikar í fiskivinnuni – eitt nú at lítil og eingin prísmunur er á væl hagreiddum og minni væl hagreiddum fiski. Men byrjast má í einum stað, og setast má á so at tað munar.
Verður hetta ikki framt, verður galin endi innan langt um líður.

Gagnligt fyri allan búskapin

Tað, sum av tímiligum slag er allarmest avgerandi fyri tjóðina – heimastýri ella fullveldi – tað er vøxtur í búskapinum.
Og hann kemur ikki av sær sjálvum.
Einasta vøruframleiðsla vit hava til umheimin eru fiskavørurnar – og tað er haðani at vøxturin mest av øllum skal koma.
Tí er tað so avgerandi neyðugt at skipa fyri marknaðarkorum í fiskivinnuni allari, og tí er tað so neyðugt at vit fáa ein skilagóðan tilfeingispolitikk.
Tað almenna má stíla fyri teimum reglum, sum galda skulu tilfeingisrøkt, tilfeingisumsiting, fiskiskap, aling og fiskavirking – sum fyrst og fremst hevur til endamáls at fáa so fáar hendur sum til ber at framleiða so nógv sum til ber – alt á burðadyggum grundarlagi.
Búskaparráðið hevur nú í meira enn tíggju ár messað fyri einum skilagóðum regluverki at galda fiskiskap. Sama grundarlag skal galda aling. Og fiskatilvirking má fáa greiðar treytir at arbeiða undir.
Tað ber ikki til at seta seg hendur í favn at bíða eftir 2018. Leggjast má til brots beinanvegin. Lógin um vinnuligan fiskiskap má longu nú broytast, so at marknaðarskil fæst í fiskiskapin.
Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um nýbrot í fiskivinnupolitikkinum, sum ber á rætta borðið. Onki verk er fullkomið, og tað man hetta heldur ikki vera. Men lat tað koma til sinniligt orðaskifti, so vit kunnu forða fyri skrællinum, sum vit nú stýra so beint ímóti.

No comments:

Post a Comment