19.9.17

Somu vælferð fyri hálvan skatt


Tú, sum í dag skalt av við 12 túsund krónur í skatti um mánaðan – veitst tú av, at um rætt var atborið átti tú bara at goldið einar 6 túsund krónur í skatti?

Føroyingar sum heild gjalda um leið tvífalt so nógvan skatt, sum neyðugt er at gjalda, fyri at halda almennu vælferðartilboðini, sum tey nú eru. Tí so nógv kosta tey ikki, at tú skalt gjalda nærum hálva løn í skatti.

Tí um leið helvtin av tínum skatti fer í dag til at gjalda fyri at økja um inntøkurnar hjá teimum allarríkastu eigarunum í fiskivinnuni og í alivinnuni. Og teir eru ikki eingang føroyingar allir – so langt burtur ífrá.

Er biti, tvær ferðir givin, ikki tvífalt søtur?

Tá Løgtingið nú um skamma stund fer at samtykkja aðra lóggávu um vinnuliga atgongd til fiskiskap, fara 50 túsund krónur úr hvørjum húski til stórreiðararnar, sum fara at fáa mest burtur úr nýggju skipanini.

Um leið ein miljard fer úr okkara felagskassa og í lummarnar á sama úrvalsliði, sum frammanundan fekk somu gávu frá undanfarnum landsstýri. Um leið ein triðingur av øllum inntøkuskattum hjá húskjum landsins verður brúktur til hesa útreiðslu.

Tóðveldi, Javnaður og Framsókn høvdu møguleikan at býta hetta “so javnt millum føroyingar allar”, men teir valdu tíverri at býta annarleiðis – til ríkasti borgarar landsins. 


Virðini skuldu heldur verið latin sum kekkur til hvørt húskið í landinum upp á 50 túsund krónur um árið. Hvørt ár.