22.8.22

Regnar á prest, dryppar á degn – men meinigheitin stendur við turran munn

Trickle down economics
Ongin ivi er um at reiðarí og fyritøkur í Norðoyggjum og í Eysturoynni fingu mest burtur úr nýggju fiskivinnuskipanini, tí tey fingu ókeypis ræðisrætt til meginpartin av fiskirættindunum. Á marknaðinum eru rættindini verd miljardir, men kortini eydnaðist ríkmonnunum at spæla politiska spælið so væl, at miljardirnar endaðu í nettupp teirra lumma. Somuleiðis hevur tað eydnast alikongunum at fáa minst líka stórar upphæddir til gávis frá politisku maktini.
Í eini oddagrein í Norðlýsinum rør skrivarin upp undir at tað vóru eysturoyingar og norðoyingar sum vunnu. Spurningurin er í fyrsta lagi um nakað skil er í tí hann skrivar. Í øðrum lagi er spurningurin um tann órætturin, sum framdur var móti Føroya fólki, bøtist av at norðoyingar og eysturoyingar vóru egndir afturfyri.