31.10.12

Miseydnaða landið


Í Álandi búgva 28 túsund fólk, og har hava tey tað eftir øllum at døma gott. So væl trívast tey, at tey fjølgast í stórum og vænta at verða heili fjøruti túsund í 2050.
Vit væntast eisini at verða eisini fjøruti túsund í 2050. Men tað er nú ikki tí at her stendur so óluksáliga væl til. Heldur tvørturímóti.
Flestu framskrivingar vísa at alt færri fólk fara at búgva í Føroyum komandi árini. Fyrstu árini fara vit ikki at merkja minkingina so væl, men sum frá líður fer hon at taka dik á seg og í 2050 verða íbúgvarnir um leið 40 túsund.
Og tað verða 40 túsund gomul fólk – í miðal munandi eldri enn í dag. Spurningurin, sum ikki er kannaður er tann, um eitt so lítið samfelag kann koma sær í vanda fyri at doyggja út.
So hvørt sum tey ungu flyta av landinum, eldast tey sum eftir eru. Tey eldast burtur av arbeiðsmarknaðinum, og samfelagið kann koma í tað støðu, at nóg mikið av virknum hondum er ikki til at breyðføða tjóðina.
Vandi er tí fyri at her avfólkast.
Eg helt at tað var bara í Føroyum, at so illa stóð til. Og tað er eisini rætt. Í ongum øðrum landi í grannalagnum eru útlit til at fólkatalið minkar. Í Grønlandi er ivasamt, hvussu gongdin verður, men beinleiðis minking vænta tey ikki fram til 2050.

Nýggjar tíðir – sjúkt samfelag

Í 1974 vóru vit eisini 40 túsund – hví skuldu vit so ikki dugað at verið so fá aftur?
Munurin er kortini ovurstórur. Í fyrstu atløgu vóru sjeytiárini tíðin við vaxandi fólkatali og stórum burðaravlopi. Í øðrum lagi vóru hettar ár við uppaftur meira vaxandi arbeiðsfjøld, tá kvinnur í størri mun koma á arbeiðsmarknaðin. Og í síðsta lagi – men ikki minst – so taldi almenna nýtslan tá bara stívliga tíggjundapartin av bruttotjóðarúrtøkuni.
Í dag er støðan tann at arbeiðsfjøldin minkar, burðartíttleikin minkar, talið av kvinnum í burðarførum aldri minkar, fráflytingin vexur, og tey gomlu gerast alt størri partur av hesum minkandi fólkatali. Neyðuga almenna nýtslan til heilsurøkt, skúlaverk, ellisrøkt og annað telur í dag triðingin av BTÚ.
Hvør og ein kann tí siga sær sjálvum, at av minkandi fólkatalinum fáa vit skjótt trupulleikar av at halda vælferðina á kappingarførum støði við grannalondini. Og tí fer fráflytingin at økjast enn meira.
Hendan gongdin stýrur tí beint móti einum óloysiligum trupulleika. Verður trupulleikin ikki settur á dagsskrá og loystur áðrenn vit eru komin fram um gáttina til ein óloysiligan trupulleika, so vendist ikki aftur.
Í ongum øðrum landi í grannalagnum minkar fólkatalið.
Føroyar eru í so máta eitt misseydnað land. Ein misseydnað tjóð. Eitt misseydnað samfelag.
Og vit lata bara standa til.
Rætt er, at fólkatalið eisini minkar í einstøkum bygdum ella landspørtum í til dømis Noregi. Munurin er kortini øgiliga stórur. Fíggjarliga er størsti munurin tann, at tað ber væl til at reka skúla, heilsuverk, løgregluna, ellisrøktina og at gjalda pensjónirnar, tí tað eru útreiðslur norska ríkið letur. Hóast lokalsamfelagið gerst blóðfátækt, so stendur sentrala stýrið eins og skorðar undir almennu tænasturnar, sum tí ikki falla í órøkt.
Í Føroyum stendur øll tjóðin, allur búskapurin og alt okkara lítla ríki í minking. Og ongin er at gjalda fyri okkum.

Búskaparminking

Ein ávísur definitoriskur, roknskaparligur ella matematiskur samanhangur er millum búskaparvøxtur og fólkavøxtur. (Ella í okkara føri fólkatalsminking!)
BTÚ í landinum er jú tað sama sum BTÚ hjá hvørjum einstøkum, ella miðal BTÚ, faldað við fólkatalinum.
Av tí kemur heilt einfalt at vaxtrarstigið í BTÚ er tað sama sum vaxtrarstigið í BTÚ per capita pluss vaxtrarstigið í fólkatalinum.
BTÚ per capita vexur av ymsum orsøkum, sum til dømis av skilagóðum íløgum og av øðrum tøkniligum framburði.
Minkar fólkatalið, mótvirkar tað sjálvandi búskaparvøxtrinum.
Er vøxturin í BTÚ per capita eitt prosent og fólkatalið samstundis minkar eitt prosent, so verður eingin búskaparvøxturvøxtur í samfelagnum sum heild.
Ógvuliga sannlíkt er tí, at búskaparvøxturin í Føroyum heldur uppat komandi árini.
Lat okkum siga at tað liggur eitt oyggjaland vestan fyri okkum, sum hevur sama fólkatal og sama BTÚ sum vit, og at einasti munurin er, at okkara fólkatal fer at minka 1,5% um árið, meðan teirra vexur 1,5% um árið. BTÚ per capita vexur 1,5% um árið í báðum londum.
Tá heldur BTÚ upp at at vaxa í Føroyum, men vexur 3% um árið í oyggjalandinum vestanfyri. Longu eftir 25 árum er vestara oyggjalandið tá vorið tvívalt so ríkt sum Føroyar.
So stóran mun ger tað á búskaparvøxtrinum, at fólkatalið minkar.

Omanlop

Men munurin kann saktans gerast størri enn so. Tí BTÚ per capita kann eisini fara at minka av tí at fólkatalið minkar.

Sjálvandi er tað BTÚ per capita, sum vit merkja á kroppinum. Um fólkatalið vexur, og BTÚ vexur av tí orsøk, so ger tað mær hvørki frá ella til.
Men er tað nú soleiðis í veruleikanum?
“Maður er manns gaman” sigur gamalt orðatak. Merkingin er at hugaligari er, tá tá fólk leggst aftrat. Vit skotrast saman til at fáa gagn av hvørjum øðrum.
Tað er ikki av ongum, at úrvalið av tænastum er størri í fólkaríkum londum, enn tað er her heima hjá okkum.
Einki er nakar einfaldur samanhangur millum búskaparvøxtur og fólkavøxtur, men heldur er tað soleiðis at lop eru í samanhanginum.
Hetta við lopunum skal skiljast soleiðis, at Føroyar eru eitt so pinkalítið land, at minkar fólkatalið munandi meira, fara onkrar tænastur at hvørva, sum vit í dag berjast fyri at halda fast um.
Tvær teirra eru Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið. Tænastur, sum vit bæði vilja varðveita og hava ambisjónirnar um at fáa upp á enn hægri støði.
So hvørt fólkatalið minkar, fara tær ambisjónirnar at hvørva. Og tað fer tá eisini at koma tann dagur, tá vit mugu umhugsa at pakka tær saman og finna aðrar loysnir enn tær, vit í dag hava viðvíkjandi Landssjúkrahúsi og Fróðskaparsetri.

Bakkatromin

Eitt annað lop er so avgjørt eisini hugsandi. Og tað er lopið sum hendur, tá relativa vælferðin í Føroyum er farin so mikið aftur um vælferðina í grannalondunum, at tað rættuliga bilar.
Minkar fólkatalið, so missa vit eisini sum frá líður heilar tænastur úr samfelagnum. Men sannlíkt minkar framboðið av tænastum langt undan tí, eins og góðskan í tænastunum eisini versnar.
At vit ikki hava sjúkrahús og universitet á sama støði sum onnur lond, ger longu stóran mun. At vit ikki megna at bjóða breiðari úrval av arbeiði enn fiskaarbeiði og ellisrøkt, fer eisini at bera á sama borð.
Eftirspurnin eftir tænastum minkar ikki og kravið um úrval og góðsku verður ikki minni. Vandi er tí fyri, at fráflytingin kann taka dik á seg av hesi orsøk.
Ellisrøktin verður ein av tænastunum, sum ikki fer at minka, men heldur at vaxa, tí at parturin av fólkinum í røktarkrevjandi aldri vexur. Samstundis minkar talið av hondum, sum kunnu og vilja røkta gomul.
Hetta kann hvør og ein siga sær sjálvum, so einfalt tað er. Flytur bakarin av landinum, verður breyðið ikki bakað. Flytur fiskimaðurin, verður fiskurin ikki fiskaður. Flytur læknin, noyðast øll aftaná.
Komandi Løgting fara at hava nettupp hasa avbjóðingina, batna útlitini fyri fólkavøxtri ikki. Løgtingið skal tá taka støðu til hvussu tænasturnar skulu takast niður í einum minkandi samfelag.
Komandi Løgting fara eftir øllum at døma hvørt undan øðrum at lata frá sær eitt minni og fátækari samfelag, til næsta Løgting at umsita.

Hetta í allar mátar verið ein myrkur og keðiligur dagur. Sæst tað?

8 comments:

  1. Tú skrivar, at eingin er at rinda fyri okkum. Tað er væl akkurát miserian, at føroyingurin veit, at danin traðkar til, um peningur manglar. Tvs. skeivur politikkur kann førast, tí tað sum so bilar ikki...

    ReplyDelete
  2. Ja, tað er púra rætt, at tá føroyskir politikarar og kapitalistar hava reyvrent tjóðina, so kemur danska demokratiið og danska bureaukratiið og ruddar upp eftir teimum. Men nú hendur nakað heilt nýtt. Ikki avleiðingarnar av korruptum svínaríi, men ein demografisk tragedia av proporsjónum. Norska ríkið betalir vælferðatænasturnar í kódnandi norður Noreg, men eru útlit til at danska ríkið fer at spenna seg fyri at gjalda tænasturnar í einum snarpliga tódnandi Føroyum?

    ReplyDelete
    Replies
    1. Ja, tad er vist, at flestu føroyingar trúgva, at danir fara at tradka til, um demografiska gongdin ger, at vit eru ov fá til at halda eitt nøktandi vælferdarstødid. Í eygunum á nógvum føroyingum, og á donskum stjórnum, hava vit at kalla somu status í danska ríkinum sum kódnandi nordur Noreg í Noreg - tvs. danir eiga at tradka til, soleidis at allir danskir ríkisborgarar hava eitt nøktandi vælferdarstødid. Hesin sannleiki ger, at tad er gratis at føra býttan politikk, tí vit verda bjargadi hóast alt...

      Ein onnur orsøk er strategiin frá ymiskum bygdapolitikkarum. Politikkarar á tingi úr t.d. Klaksvík vilja ikki styrkja um Havnina, jú minni makt fara teir jú so at hava. Hetta merkir, at ein íløga í Setrid, sum øll vita, er tann íløgan sum er best at gera fyri at broyta demografisku gongdini, ikki verdur gjørd, tí hon fer at økja mest um fólkatalid í Havn. Hví so samgongulimirnir úr Havn loyva óneydugar útbyggingar í Klaksvík uppá bekostning av Setrinum (og Marknagilsdepli) er ein onnur søga, sum hevdi verid áhugaverd at hoyrt?

      Delete
    2. Mannbjørn Jacobsen3 November 2012 at 14:34

      Hey Hermann
      Hatta fara vit ikki at finna okkum í!

      Ein óhugnaligur akkileshælur nú katastrofa er seinking av tjóðskaparmálinum, loysingarmálinum, samanborið við nógv meiri skúla, ov lætt er at hoppa víðari til næsta høvuðsstað. Tað átti ikki at verið.

      Ein minkandi høvuðsstaður er ein vánalig og destruktiv strategi fyri eitt minni samfelag. Øll samfeløg at samanbera okkum við hava helvtina av fólkinum í høvuðsstaðnum, fyrst tað trúlig sivisatións treytir fyri heilt fullmunandi samfelag.

      Eg skóti upp eina rørslu 5000 føroyingar heim til Føroyar. Teir skapa atbeiði av sær sjálvum.

      Samfelagssinnið (ikki egoistisk og egotrippisk individualisma)og tjóðskaparsinnið má styrkjast nógv, onki himpr í tí.

      Delete
  3. ja her mugu nyggjir bollar til suppuna

    ReplyDelete
    Replies
    1. Vit vilja so gjarna hava "okkara fólk" heimaftur, men tey tíma ikki at verða her.

      Samstundis vilja vit heldur ikki hava "onnur fólk" sum tíma at verða her, at verða her.

      Tað er ein stórur trupuleiki, men slett ikki so innviklað!

      Delete
  4. Man samband vera millum minkandi blokkstuðulin í sínari tíð og minkandi fólkatalið? Tað tosaði Magni Laksafoss um einaferð. Hvat heldur tú, man nakað vera um tað?

    ReplyDelete
    Replies
    1. Nei, Rannvá, tað haldi eg ikki. Várharra er so beistaktigur, at hann letur hendingar fara fram samstundis ella eftir hvørja aðra, fyri at vit skulu halda, at samband er millum tær, hóast at einki kausalt samband er teirra millum.
      Soleiðis er við tilvildarligu minkingini av ríkisveitingini í 2002.
      Tilvildarliga var tað so, at heimflytingin heldur á til 2002, men fólk hava onga sum helst áning um ríkisveitingina, tá tey flyta - ella ikki flyta í 2003. Antin hava tey fingið starv, ella ikki, ella so hava tey fingið børn og vilja heim, ella so er okkurt annað hent, sum fær tey heim. Men ríkisveitingin hevur onki við tað at gera.

      Delete