19.9.17

Somu vælferð fyri hálvan skatt


Tú, sum í dag skalt av við 12 túsund krónur í skatti um mánaðan – veitst tú av, at um rætt var atborið átti tú bara at goldið einar 6 túsund krónur í skatti?

Føroyingar sum heild gjalda um leið tvífalt so nógvan skatt, sum neyðugt er at gjalda, fyri at halda almennu vælferðartilboðini, sum tey nú eru. Tí so nógv kosta tey ikki, at tú skalt gjalda nærum hálva løn í skatti.

Tí um leið helvtin av tínum skatti fer í dag til at gjalda fyri at økja um inntøkurnar hjá teimum allarríkastu eigarunum í fiskivinnuni og í alivinnuni. Og teir eru ikki eingang føroyingar allir – so langt burtur ífrá.

Tað er rættuliga einfalt at finna fram til at virðið á fiskirættindunum er um leið eina heila miljard. Eisini eftir at hendan samgongan hevur latið gávugóðsið av nýggjum til somu ovurríku reiðarar.

Men gloym ikki at Føroya fólk eigur eisini allar alifirðirnar, sum í dag fara at kalla ókeypis til alifyritøkurnar at spinna gull burturúr.

Var so frægt av stirðili í politikarunum, at teir tordu at taka marknaðarprís fyri allan rætt at sleppa fram at vinnuligari nýtslu av felags tilfeingi Føroya fólks, tá hevði ikki verið neyðugt at gjalda meira enn hálvan skatt.

Og onki var mist í vælferð.

No comments:

Post a Comment