21.1.12

Øvundsjúkuskatturin hjá Fólkaflokkinum

Hava vit ikki havt einflokkastýri fyrr, so hava vit fingið tað nú. Samgonguskjalið er meira beinrakið høgravent enn sjálv stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum, ikki minst í fiskivinnumálum.
Ætlanin er stutt og greitt at avreiða rættin til fiskiríkidømið alt sum tað er til úrvalsliðið av føroyskum ríkmonnum, og fyri skomm skyld nøkrum fáum aftrat.

“Fiskiríkidømið” er ikki bara eitt orð – talan er um eina keldu til tjóðarinntøku upp á hundraðtals miljónir á hvørjum ári, sum allir føroyingar eiga. Miljónir, sum eru ivaleysar at gjalda eina rættvíst býtta vælferð í skúlaundirvísing, heilsubót, ellisrøkt og umsorgan av veikum borgarum.
Skal tað eydnast Fólkaflokkinum og hinum hentu hjá teimum at skriva hesa felags ogn til eitt fáment úrvalslið av monnum, sum frammanundan eru ovurríkir?
Ein av hundakunstunum teir framføra fyri at fáa okkum at svølgja bitan er “tilfeingisskattur”.
Skatturin skal virka soleiðis, at hesir fáu í úrvalsliðinum, sum fáa tilfeingið í gávugóðsi frá Landsstýrinum, skulu gjalda ein serligan skatt av “eyka” avlopinum á roknskapinum. Fólkaflokkurin (eg tími ikki at skriva landsstýrið) viðgongur at teir, sum fáa gávugóðsið, fara at tjena risaupphæddir. Og so skalt tú bara vera nøgdur, tí teir fara at betala skatt av avlopinum.
Men lat teg ikki lumpa.
Í fyrsta lagi er skatturin so láturliga lítil, at hann er næstan skomm. Skatturin er tvey og eitt hálvt prosent av tí avlopi, sum er oman fyri miljónina. Eg meini so við – teir ætla at geva úrvalsliðinum virði fyri – ja, lat okkum bara siga 700 miljónir um árið – og so skulu teir gjalda okkum ein skatt av avlopinum. Alopinum eftir ovuríløgurnar í stálið og allar aðrar útreiðslur og aðrar roknskaparligar fintur. Er hetta eyka avlop 100 miljónir, so skal føroya fólk fáa tvær og eina hálva miljón afturfyri. Tað er ikki eingang fyri fartelefonirnar í Uttanríkisráðnum.
Men vinnupolitiska avleiðingin av skattinum er tó tað mest láturliga við tí, sum vísur at politikarar og embætisfólkini hjá teimum hava ikki skilt eitt mukk av tí heila.
Í prinsippinum (men nokk eisini bara har) er ein eyka skattur á avlopið í veruleikanum at revsa tey, sum klára seg best. Vinnupolitiska siktið í eini uppboðssølu er harafturímóti at premiera tey, sum klára seg best, tí soleiðis fær landið besta gagnið av vinningstrá teirra sum reka fiskiskap.
Evsta endamálið við øllum hesum hundakunstunum hjá Fólkaflokkinum og hansara halafylgi er at lata hesa ríku landsgávuna upp í hendurnar á einum fámannaliði av ríkmonnum.
Tað skal ikki henda uttan svørðslag.

8 comments:

  1. Tú fært sjálvur góða millión um árið í løn frá skattinum. So tað er einki at siga til tað.

    ReplyDelete
  2. Ikki er tað ofta, at eg eri samdur við tær, Hermann, men í dag eri eg meir enn samdur. Øtist við at politikkarnir kunnu vera so keyptir/seldir, sum teir føroysku eru í lummunum á nøkrum fáum reiðarum.

    ReplyDelete
  3. Tað syrgiligasta í hesum máli er, at tað eru fólk í ovastu Landsins leiðslu, sum eru klár yvir, at tingini hanga júst soleiðis saman, sum tú lýsir tey, men hóast tað, ikki megna at fremja røttu atgerirnar. Eg minnist ikki afturá, at vit hava liva við slíkum politiskum fátakaradømi.

    ReplyDelete
  4. Vit føroyingar eiga at rópa hart um hesi tjóðrán!!
    Sum fólk eiga vit at vakna úr hesi apatisku støðu, sum vit onkursvegna eru komin í. Vit eiga at reisast úr stóli og fara út á gøturnar, har vit krevja, at okkara ríkidømi verður umsitið við skili og til gagns fyri alla tjóðina.
    Eingin onnur tjóð í heiminum, hevði góðtikið slíkan politik í 2012. Alla aðrastaðni hevði slíkur politikur (ella manglandi politikur), enda við Borgarakríggi.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Rørandi samdur við teg Rói. Havi siti og hugsa um hvussu ein kemur í gongd við at mótmala slíkari eyðræning. Hevði eg ikki haft mína familju at taka atlit til, sæt eg ikki her og skrivaði. Um mín persónur verður álopin og hunddálkaður er eitt feitt. Men at míni kæru høvdu staði fyri skotinum, yvist eg onga løtu í. Har liggur nokk trupuleikin fyri tey flestu ónøgdu. Eisini hav vit ikki soleiðis traditión fyri at fara út á gøturna at mótmala. Men saman standa vit sterk og soleiðis eiða vit nokk at fara út á gøturnar....harmuligt tað heila.

      Delete
  5. Sig eina lygn nóg oftani, og fólki trýr tí. Fólkaflokkurin koyrir uppá at "bara tey ríku hava tað gott, so hava øll tað gott". Og teir vunnu stórsigur uppá tað. Ein sær á øllum viðmerkingum á ymsum portalum og FB, at tað eru rættuliga nógv fólk, sum trúgva hesum høpisloysi. Tað er ræðandi og má støðgast ongantíð ov skjótt.

    ReplyDelete
  6. Gott Herman. Eitt er at pensiónsskipanin er lagd í oydi. Um tad eydnast teimum at taka fiskatifeingi umframt, vendist ikki aftur.

    ReplyDelete
  7. "Sjórænarar". Tað man vera besta orðið fyri hasar mennirnar. Einaferð var fiskivinnan ein stolt vinna, men tað er hon so ikki longur.

    Agnar

    ReplyDelete