29.10.12

Trý túsund krónur aftrat um mánaðin – nei takk !


Spotskliga verður sagt um okkum búskaparfrøðingar, at vit trúgva so fast upp á býttisliga einfaldar trúarsetningar, at vit púrasta avnokta veruleikan. Tí er tað at búskaparfrøðingurin ikki trýr egnu eygum sínum, tá hann sær ein hundraðkrónuseðil á vegnum. “Lá hann har, so hevði onkur langt síðani havt tikið hann upp!” Hann gongur tí framvið, og letur seðilin liggja. Onnur steðga og taka seðilin upp.
Men søgan eg nú skal siga, vendur beint øvugt. Búskaparfrøðingarnir hava funnið í túsundtals krónum til hvønn einasta føroying, men teir trúgva tí ikki – og lata seðlarnar liggja!
Trýrt tú mær ikki?
Hoyr so hesi orð:
Tað stendur hvørjum einstøkum skattaborgarar í landinum í boði at gjalda ein triðing minni í skatti, enn hann longu framman undan ger. Tað merkir at lærarin, sjúkrasysturin, verkfrøðingurin, handverkarin og nógv onnur við stívliga 300 túsund krónum í løn um ári, sleppa at gjalda trý túsund færri í skatti um mánaðin.
Tað er nóg mikið til at gjalda rentur og avdráttir av einari hálvari miljón av húsaláninum! Til eina rimmar summarferiu hjá allari familjuni. Til umbyggingina, tú hevur droymt um, til børnini, til betri matarhald og mangt, mangt annað.
Hetta er skattalætti, sum givin kundi verið øllum føroyingum, uttan at stolið var frá framtíðar borgarum og uttan at traðka botnin úr Landskassanum.
Hetta kann gerast, um vit lata rættvísina ráða og taka leigugjald frá teimum reiðarum og alarum, sum fáa vinnurætt til landsins felags tilfeingi. Uttan at tað skalar fiskivinnuna tað allarminsta - heldur tvørtur ímóti.
Men enn hevur føroyski skattgjaldarin ikki tikið av tilboðnum, og meg lysti at vita hví.
Tilboðið er ikki ein skitin hundraðkrónuseðil á vegnum, men trý túsund krónur um mánaðin "so leingi tað fløðir og fjarðar"!

Von við politiska korrupsjón

Føroyingar hava í áravís verið vanir við diskriminasjón og korrupsjón í umsitingini av vinnuligum rættindum – í fiskivinnuni, væl at merkja.
Heilt fram til 1993 vóru tað politikarar, sum púra selektivt býtti hesi virðismiklu rættindini til úrvaldar borgarar. Rættin til fiskiskap í føroyskum sjógvi, eins væl og fremmandum, var tað landsstýrinum heimilað at umsita, uttan stórvagis regluverk og eftirlit.
Landsstýrið gjørdi haraftrat mannamun við sínum selektivu útlutingum av fíggjarligum virðum, sum íløgustudningum, rakstrarstudningum, studningslánum, veðhaldum og lagaligum fíggingarvánum annars.
Ikki fyrr enn danska stjórnin í 1992 setti okkara politikarum knívin á barkan og kravdi eina gjøgnumskygda og reglubundna skipan við fiskiloyvum, kom broyting í.
Eftir at eitt regluverk varð gjørt í lógini um vinnuligan fiskiskap í 1993, bar ikki longur til hjá politikarum eftir vild at lata einstaklingum fiskirættindi. Nú vóru reglur galdandi um hvør ið skuldi hava tey, sum Løgtingið samtykti tær at vera í 1993.
Í 1993 vóru tveir kostir at velja. Antin so skuldu reiðararnir í lógini fáa rættindini til havsins virðismikla tilfeingi ókeypis at troyta, ella so skuldu teir gjalda eigaranum fyri tey – føroya fólki.
Eftir at størstu reiðararnir, politikarar og embætismenn høvdu “viðgjørt málið gjølla”, komu teir til tað niðurstøðu, at reiðararnir skuldu fáa hesi dýrmettu rættindi ókeypis – sum alment gávugóðs.
Eitt er stóri mismunurin sum framdur var í 1993 - at geva einum lítlum úrvaldum skara av borgarum hesi stóru virðini fram um allar hinar borgararnar. Tað, ið kortini verri er, er at vit hvørt ár síðani tá hava latið staðið til, uttan at broyta hendan øgiliga órætt.
Ikki bara hava vit latið hendan órættin standa við, men vit hava endurtikið hann fleiri ferðir síðani – seinast í býtinum av loyvum at fiska makrel.

Sig mær hví?

Upprunaliga útlutingin av fiskirættindunum sambært lógina um vinnuligan fiskiskap frá 1993 var púra greið diskriminasjón. Løgtingið gjørdi mismun millum borgarar landsins, tá nakrir fáir føroyingar fingu frammíhjárætt fram um allar aðrar.
Nú eru næstan tjúgu ár liðin, og nógvir teirra hava selt øðrum rættin teir fingu ókeypis frá tí almenna, og hava soleiðis ríkað seg og sína ætt við hundraðtals miljónum.
Hetta var lóggevarunum alt kunnugt, tá stóra ránið fór fram.
Sama uppskrift hevur verið brúkt fram at hesum degi til útluting av nýggjum fiskirættindum, men tá makrelurin í 2011 skuldi útlutast kom kuril á tráðin. Tað var fyrsta ferðin at landsstýrið - fólksins vegna - seldi reiðarum fiskirættindi.
Og tá kom ein inntøka í landskassan – avmarkað sum hon var – sum tessvegna ikki skuldi heintast inn sum skattur.
Hin fyrsta av sínum slag her á landi.
Og nú var ringrásin slitin! Tí aftur í ár komu inntøkur í kassan, sum skattgjaldarin ikki skuldi gjalda, tí at landsstýrið fekk inntøkur fyri loyvi at fiska makrel.
Nú er ikki langt eftir á mál – og tað er í hesum føri at stívliga ein miljard kemur í landskassan, sum ikki koma frá skatti, men frá tilfeingisgjøldum. Frá fiskiskapi og frá alivinnu. Og ein miljard er ikki smáting.
Vegna tess at eingin áður hevur gjørt tær hetta greitt, hevur tú ikki vitað, at fiskatilfeingið var so nógv vert. Og tí hava nakrir fáir lippukongar kunnað krámað alt inn undir seg.
Spurningurin er tí hesin:
Hvør er tann makt, sum hesir menn hava, sum ár eftir ár fáa alment gávugóðs fyri hundraðtals miljónir upp í hendurnar, hóast fleiri teirra frammanundan eru ríkastu menn landsins?
Vit vita at teir eru ikki meira verdir borgarar enn tú og eg, men hvør er so tann eginleikin, sum gevur teimum hetta valdið í samfelagnum, sum ber av øllum øðrum?
Maktin hon kemur frá tær og mær, tí at vit lata órættin halda fram. Men hví gera vit tað? Tað er stóri spurningurin, sum eg hevði vilja vitað at svara.
Veitst tú?

16 comments:

  1. um eg ikki fari heilt skeivur ella havi eg missskilt okkurt, so sigur tú ongantíð her í greinini hvussu skattaborgarin fær 3000 kr eyka um mánaðin, tú spyr bara hví hann ikki hevur veri eftur hesum pengunum.
    Ja ella hevur hattar bara veri ein fangandi yvurskrift til at fáa fólk at lesa hesa grein.

    ReplyDelete
    Replies
    1. "Hetta kann gerast, um vit lata rættvísina ráða og taka leigugjald frá teimum reiðarum og alarum, sum fáa vinnurætt til landsins felags tilfeingi. Uttan at tað skalar fiskivinnuna tað allarminsta - heldur tvørtur ímóti."
      Var hatta ikki nóg greitt? So havi eg ikki dugað at fingið tað nóg greitt fram.

      Delete
    2. Jóannes Jacobsen3 November 2012 at 12:05

      Væl at merkja eitt leigugjald, ið svarar til marknaðarvirðið av hesum felags tilfeingi, ikki tað láturliga gjald, sum samgongan hevur ásett sum eina undanførslu fyri at krevja fullan marknaðarpris.

      Delete
  2. Sera væl skriva: ÓFATILIGT og SATT!

    ReplyDelete
  3. Menniskjans dárskapur, vælsaktans.

    ReplyDelete
  4. Og hví eru hesi sjónarmið tagd burtur í almenna rúminum?. Kringvarpið torir ikki at takað hetta upp, verða skírdir tjóvledissosialistar, hóast uppskoti um uppboðsølu av fiskidøgum er liberalari enn nøkur fólkafloksmafia kundi droymt um. Ótrúligt!

    ReplyDelete
  5. Kann tað vera tí, at landsins kosnu synir fylgja hinari skriftini, ið sigur, at teir, ið hava fingið alt, mugu fáa meira - meðan frá okkum fátæku má alt takast ???

    ReplyDelete
    Replies
    1. Eg haldi at hattar er púra rætt, sum tú sigur. Tað er eitt samanvovið lið av politikarum og pengamonnum, sum í tí stilla koma ásamt um hvussu tingini skulu vera. Men tað versta av tí heila er, at vit standa bara sum neyt og bína . . .

      Delete
    2. Nei, vinnan arbeiðir ikki soleiðis. Tað eru speidararnir hjá Hoydal sum luska um gøtuhornini. TAÐ líkist ongum.

      Delete
  6. Góði Herman, eg skilji væl høvuðssiktið við bloggi tínum. Tað er ein skandala,at einki avkast er av fólksins ogn, eitt avkast sum kundi minka um ta knokkroyting av løntakarunum í lægri endanum, sum núverandi skattaskipanin í veruleikanum er. Hinvegin haldi eg, at ikki at søguliga útleggingin av hvat hendi í 1993, tá Føroyar vóru í djúpastu kreppu er serliga beinrakin. Eg haldi heldur ikki, at samansvørjingarsøgur gera stóra nyttu. Aðrar mekanismur greina betri tað sum er hent seinastu 20 árini og sum hevur togað umsitingina av fiskatilfeinginum inn aftur á politiska vøllin. Tað er vert eitt drúgvari tjak, eisini fyri at læra av tí. vinarliga Kjartan

    ReplyDelete
    Replies
    1. Góði Kjartan - eg veit væl av at vit eru samdir um at eitt avkast átti at komið borgarunum til góða. Eg haldi ikki at tað sum so hevur við skattaskipanina at gera, men at tað hevur sekunder árin á skattaskipanina kann eg saktans verða samdur við teg. Tað týdningarmesta at skilja er, at tað er gott fyri sjálvan vinnubygnaðin í fiskivinnuni og vinnuliga umhvørvið sum heild, at tilfeingið á ein ella annan hátt verður selt fyri rættan prís. Eg dugi ikki við mín besta vilja at finna nakra samansvørjingarsøgu í grein míni - hvar sært tú hana? Tí eg trúgvi ikki eingang at samansvørjingarnar hava havt mestan týdningin (hóast tær kanska hava verið!) men reiðararnir hava fingið púra almennan sess við tey borð, har avgerðirnar vóru tiknar. Og embætisverkið saman við politikarunum hevur runnið teimum sneisaørindi, uttan at hava nóg gott innlit í teir møguleikar, sum lógu til at taka. Vilt tí ikki viðganga at tað er ávirkanin hjá Ásmundi Justinussen, Olafi Olsen og hinum avgerandi reiðarunum, sum hevur bent politikkin til tað, hann hevur verið? Ikki nøkur konspirasjón, men tí teir og teirra umboð hava sitið í teimum nevndum, sum embætismenn eisini sótu í? Tí at teir hava verið persónligu ráðgevarar hjá teimum politikarunum, sum hava tikið avgerðirnar? Tí at teir hava sannført Føroya fólk um sín "mytiska" leiklut í føroyskum vinnulívi? Nei, har hevur satt at siga ikki verið brúk fyri tí stóru konspirasjónini, hóast eg trúgvi hon kann hava havt sín týdning.

      Delete
  7. Gott at onkur tekur hetta upp Hermann - veit ikki hvørjum enda ein skal spyrja og byrja - er tad so einfalt sum tú lýsur hetta omanfyri er nakad av frágreidingini upp á passivitet og maktarloysi, vælsaktans aldargomul sidvenja, um at tey fólk sum taka initiativ til at fáa burturúr, og í hesum føri fiskatilfeingi okkara, skulu hava framíhjárætt (akkurát líknandi logikkur, sum danir í verja Mærsk í oljuspurninginum í DK) Eg haldi persónliga eisini at tad er rímuligt at tey id taka ábyrgd og ganga undan fáa gódar arbeidssømdir, men máti skal vera vera vid... Fyrsta stad at broyta tad tú rættuliga skarpt og beinrakid hevur skrivad um omanfyri, er at taka eitt upplýst og nuancerad kjak um hetta - bita fyri bita lýsa og folda út hvussu øll okkara fiskivinna er sett saman - tá er heilt garantera at fólkid (vit føroyingar sum allir væl saktans í princippinum eiga tilfeingi) vakna og seta krøv um at fáa rætt og rímuligheit sett í verk. Hetta skal ikki gerast uppá tann vanliga mátan vid glepsum, brikslarí á FB og í ymiskum bloggum, men takast upp á røttum vidkomandi stad, har kenslur og vísan á sidvenjur, sum sídustilla vid ítøkiliga jura er nidurtóna so vítt møguligt. Vit eru á rættari leid vid at tilfeingisgjald og onnur líknandi tiltøk eru ítalusett o.s.v., men langt er eftir á mál. Men eg havi eina trúgv uppá at vit ikki koma vídari fyrr enn hetta kjak verdur skipad so at vit "síggja bædi trød og skógir" samstundis - vit liva í einum fólkarædi, har fundamentid er at vit eru samd um at vit hava rættin til at vera ósamd, men lat okkum taka eitt prát, politiskt kvalificerad kjak og samrádingar um ósemjuna. Hetta seinasta kann virka rættuliga idealistiskt og naivt kanska, men vit hava sum so einki annad væl um loysnir og avgerdirnar uppá sikt skulu vera fólkarædisliga haldbarar og burdadyggar. Í løtuni, vid teirri stjórn vit hava beint nú, er kanska ein undantaksstøda, har kvalificera rád frá embætisfólki og teimum, id skulu "lata politiska valdi í", verdur hildid hánt um. Men ta koma vónandi tídir aftur har parlamnentariska stýringsketan verdur sett á aftur - tí beint nú er hon hoppa av so dyggiliga, har politiskar avgerdir verda tiknar yvir háls og herdar, vid bind fyri eyguni og ein torir næstan ikki at ímynda sær hvat fyri lang tídar fylgjur fara at fáa ...

    ReplyDelete
    Replies
    1. Eg eri púra samdur, og haldi at hetta er óalmindiliga væl orðað og hugsað hjá tær. Men hvussu vit koma til tað staðið, har vit í siðiligum orðaskifti á røttum stað og í røttum tíma sleppa at viðgera málið fyri alra manna eygum - tað havi eg ilt við at síggja, hóast eg hopi eins inniliga og tú. Takk fyri hasi orðini

      Delete
    2. Fyri at venda aftur til hetta at greina og greiða hvussu fiskivinnan hongur saman haldi eg (veit ikki um hetta eru fordómur frá mínari síðu) at næstan helvtin av føroya fólki, sum eru kvinnur, vita lítið og einki um fiskivinnuna, hava als einki innlit í hvat er "upp og niður" og ongan áhuga at vita nakað um fiskivinnuna. Hvat høvdu hesar sagt og hvussu høvdu tær reagera um alt bleiv kortlagt? Eg hugsi at tá ið fyrst vit høvdu fingið innlit í hetta við kvotum, hvussu nógvur peningur er í kervinum og hvussu illa hetta er fordeilt lutfallsliga høvdu vit ressast - hugsa hvussu nógv av hesum peningi kundi verið brúktur í mun til at menna og gera okkara vælferðarskipan betur enn hon er ídag - vil ein hava kvinnurnar í tal og kveikja tær í mun til eitt politisk, ella samfelagsligt orðaskifti, skal hetta snúgva seg um og perspektivera til teirra lívsverð, sum eg haldi sær eitt sindur annaleiðis út enn tann hjá monnum. Tann almenni sektorurin eru í høvuðsheitum rikin av kvinnum - ta eru tær sum arbeiða í meginpartin av teimum professióninum, sum útføra vælferðartænasturnar - hví vit ikki eru meira "obs" her, hevur kanska eisini nakað við siðvenjur at gera og klassiksa fatan av hvat kynini taka sær av og hava áhuga í. Veit væl at vit eru komin rættuliga væl áleiðis í mun til at fáa avstand ímillum kynini viðv. líkarættindi og javnstøðu at blíva minni, men her haldi eg at "ein sovandi bjørn" liggur í mun til hvat demokratisk trýst hesar kundu lagt at verandi politisku- og vinnulívs skipan, sum hon sær út nú. Teir politisku flokkar, ið høvdu lagt seg eftir at gjørt nakað seriøst við/og fyri at fáa broytt omanfyrinevndu órímuligheitir til nakað bara eitt sindur meira rættvíst, høvdu fingið ovurhonds nógvar atkvøður frá kvinnuliga partinum av veljarafjøldini. Hetta krevur eitt gjølla upplýsingararbeiði um hvussu standurin er og eitt stað at byrja, er at fara til verka "bita fyri bita" og eksponera hetta áleiðis fjølmiðlarnar - kjaksendingar við avsett í faktuellum upplýsningum - har myta og fakta blivu klárløgt um okkara fiskivinnu sum vit eru so tengd at so ella so ...

      Delete
    3. Sera áhugavert. Serstakliga spurningurin um hví kvinnur ikki taka málið til sín, og síðani hví ongin politikari sær handan upplagda møguleikan at fáa kvinnurnar (og tey ungu) í tal - tí tær og tey eru sovandi bjørnin í hesum lítla ævintýrinum. Maktin liggur í veruleikanum hjá hesari fjøldini, sum bara ikki hevur tikið málið til sín. Og av somu grund fiskar eingin politikari eftir atkvøðum teirra millum við hasum agninum. Eitt sindur "Catch 22" (sum vit søgdu í mínum ungu døgum um mál, sum ikki kundu loysast, tí báðar fortreytirnar bíðaðu eftir hvørjari aðrariella útilokaðu hvørja aðra.)

      Men uppgávan er so bara at halda fram at vísa á málið og at upplýsa um tað. Lýsa og upplýsa.

      Delete
    4. Catch 22 ?? Hetta havi eg ikki fingið við hvat merkir - sjálvt um vit eru nøkunlunda javngomul :)

      Delete