24.8.11

Hví tramin fert tú nú upp í politikk . . ?


- “Hví spillir tú nú spælið og fert upp í politikk?”
- “Nú hevur tú oyðilagt alt fyri teg sjálvan!”
- “Tú hevur nógv størri ávirkan á tað heila uttan fyri Løgtingið enn tú fært í Løgtinginum!”
- “Hvør skal nú fortelja okkum hvussu tingini hanga saman í samfelagnum?”

Slíkar eru viðmerkingarnar, eg havi fingið, eftir at tað kom fram at eg royni meg á listanum hjá Tjóðveldinum. Øgiliga fá hava rópt hurrá.


Men eg havi altso avgjørt at stilla upp til Løgtingsvalið, sum væntað er í heyst.

At vera viðmerkjari og eygleiðari í búskaparpolitiskum málum hevur verið stuttligt og eg havi eisini havt varhugan av at nógvum hevur dámt, at har hevur verið ein atfinningarsom rødd – sum mótspæl til politikararnar og almennu fyrisitingina.

Viðmerkjarar og eygleiðarar eiga vit ikki so nógvar av, men nakrar kortini.

Men hevur tú fyrst nortið við politikk, so hevur tú ikki sama álitið millum manna longur, sum álitisfólk skulu hava. Tá ert tú ikki longur heilt pálítiligur. Eftir tað verður altíð ivi um tú nú ert heilt fakliga reiðiligur, og um tú nú ikki bara rennur ørindi fyri ein politiskan flokk.

Hesum vitsti eg væl av, tá eg gjørdi av at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin.

Sum árini eru farin og mann ferð eftir ferð hevur funnist at teimum, sum stýrt hava, er komin sníkjandi hesin eitt sindur nívandi tankin: “hevði tú nú megnað at gjørt tað rætta sjálvur, ella hevði tú rist á hondini, um hon helt um stýrisvølin sjálvan?”

Tí tað er so lætt at standa hendur í lumma og hyggja at – og finnast at.

Tað skal eisini gerast – eg veit – men eg havi lagt til merkis, at mær dámar minni og minni at finnast at, tí eg veit ikki hvussu djarvur eg sjálvur hevði verið, tá á stóð.

Tí vil eg royna tað.

Eg fari fullfermdur við øllum tí, sum innanborðað er av vilja og kunnleika.

7 comments:

  1. Gekk eg á val, fingu tygum mína atkvøðu.

    ReplyDelete
  2. Hurrá Herman

    Frálíkt at tú stillar upp.

    Manne

    ReplyDelete
  3. Góda eydnu. Vónandi sleppur tú inn.

    ReplyDelete
  4. Ivandi Tjóðveldisveljari25 August 2011 at 12:58

    Vorðið sum fongur hjá Tjóðveldi.
    Kanska eisini eitt upplagt alternativ til sitandi formann.

    Alt tað besta!!

    ReplyDelete
  5. Um tú nú ikki verður valdur (sum jú lættliga kann henda), fert tú so aftur í gomlu rolluna sum óheftur viðmerkjari?

    ReplyDelete
  6. Veit ikki, um tað er at fegnast um, ella gráta um. Vit hava ferð eftir ferð sæð, at skilafólk gerðast "skítbýtt" eftir heilt stuttari tíð, av at vera í Løgtinginum.
    Haldi tíverri ikki, at nakað undantak hevur verið... enn =0}

    ReplyDelete
  7. Hatta dámar mær væl at tú stillar upp. Okkum tørvar slíkar menn í løgtingið. Tey mongu hava longu sovið ov leingi í sínum stóli. Tú er tann rætti persónurinn at velja inn. Sambandið hevur sín fíggjarserfrøðing, Vónandi verður tú valgdur og verður okkar. Tú fær mína atkvøður og eg haldi hjá okkum øllum her í húsinum.

    ReplyDelete