14.2.12

Veitst tú tað?

Veitst tú av, at tilfeingisvirðið í fiskiskapi einsamalt helst hevði verið ført fyri at gjalda meginpartin av allari sjúkrahústænastuni í landinum?

Veitst tú av, at tilfeingisvirðið einsamalt í fiskiskapi og aling helst hevði verið ført fyri at goldið bróðurpartin av heilsuverkinum á hvørjum ári?

Og veitst tú, at hetta kundi verið gjørt uttan at knúsa fiskivinnuna ella alivinnuna, men at teimum einki fer at saka, og at vinnurnar heldur gjørdust betri fyri?

Veitst tú av, at hetta er nógv minni ørskapur, enn tað er í óðum verkum at skatta eftirlønirnar í inngjaldi? Ein avgerð, sum varð tikin uttan eina einastu skila útrokning og uttan almenna viðgerð av nøkrum sum helst slag.

Og veitst tú, at hetta ikki verður gjørt, tí at nakrir fáir føroyingar hava fingið hesi rættindini sum gávugóðs frá landinum – helst uttan at tú gáaði eftir tí?

Veitst tú – ella hevur tú lagt til merkis – at tað er nærum ógjørligt at fáa almenna viðgerð av hesum málinum? Antin tí at politikararnir drepa tað í tøgn, ella tí at tú verður lagdur undir at vera alt frá landasvíkjara til bartrog.

Og veitst tú av, at Føroya fólk – tú og grannin og øll vit onnur – at vit eiga hetta í felag? Tí tað er skrivað í eina Løgtingslóg, og tað er í samsvari við rættarskilið í okkara parti av heiminum. Tað er eisini felt í stýrisskipanarlógina, sum ongantíð kom til atkvøðugreiðslu.

Veitst tú av, at íslendingar í óðum verkum søplaðu hesa ogn av hondum til eitt úrvalt lið av íslendingum, og at ST hevur dømt Ísland eftir Mannarættindasáttmálanum at hava brotið mannarættin? Oman á tað heila var hetta gávugóðsi ein av byrðunum, sum rendi Ísland á heysin fyri stívliga trimum árum síðan.

Veitst tú av, at nú sita arvingarnir hjá hesum íslendsku kvotabarónunum og drekka sjussar á Bermuda, meðan pengarnir renna inn á bankabókina – bara tí at teir fingu tilfeingisognina sum gávugóðs frá íslendska ríkinum?

Veitst tú av, at ætlanirnar hjá sitandi samgongu er at lata nøkrum fáum úrvaldum føroyingum hesa ríku felagsogn at ráða yvir, sum var hon teirra privata ogn?

Og veitst tú av at hetta er ikki eingang lygn!

25 comments:

  1. Teir hava ikki fingið nakað gávugóðs, teir hava fiskað sær nøkur søgulig rættindi. Og tit fáa ilt í reyvina av øllum.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Tey flestu, sum eru í vinnuni í dag, hava fingið tilfeingið fyri einki frá landinum, og hava keypt eyka dagar fram til 2018 frá onkrum, sum ikki longur er í vinnuni.

      Tey flestu, sum hava funnið nýggjar leiðir, nýggj fiskasløg, og nýggjar veiðuhættir, eru ikki í vinnuni longur.

      Tey sum eru í vinnuni í dag, finna støðugt uppá smáar betringar, og gevur tað teimum smáar fyrimunir fram um hini, til tey eisini finna uppá tað sama. Hetta er eisini tað rætta, tá kapping er.

      At fáa ilt í reyvina er ein illa hóskandi máti at formulera tað sum er at heita á myndugleikarnar um at tryggja, at fólksins ogn verður umsitin, so hon gagnar eigaranum.

      Kom við nú onkrum skilabetri. Tað er flóvisligt, at føroyskt kjak skal vera á slíkum støði.

      Delete
    2. Ússaligt. Eg trúði at huldumenninir doyðu tá elektrisitetið kom, men eg síggi at teir ana enn. Huldumenn tekur eingin fyri fult.

      Delete
    3. Aftur her vil eg í einki veit hava at vita frá tykkum í siga tykkunm vita hvør hevur fingid tilfeingi fyri einki ?
      Landsstýri gjørdi eina lóg í gjørdi at tad var nærum ómøguligt at keypa skip frá útlandinum, tí fór prísurin upp.
      Flóvin tad sær út til at tú hevur sett teg inn í sakina sum altíd, so tú má kunna fortelja mær hvørjir hesir eru í hava fingid veiduloyvid fyri einki ?
      Um eg telji hvørji skip hava fingid veiduloyvid fyri einki so komi eg ikki longur enn upp til 4 ella 5 men tad sær út til at tú og Herman vita at allir í hava skip hava fingid fiskiloyvid fyri einki kann tú útgreina tad og siga hvussu leingi hesi skip hava veris á somu hondum

      Delete
  2. So frægt veit eg, at man kann fiska øll møgulig sløg av fiski, men søgulig rættindi kann man ikki fiska - ikki í teimum høvum eg kenni.

    ReplyDelete
  3. Jú, saktans. Høvdu vit ikki søgulig rættindi, høvdu vit eingi rættindi.

    ReplyDelete
  4. Óli Hans Hammer Olsen14 February 2012 at 23:43

    Søguligu rættindini fingu vit við at fiska í fremmandum sjógvi, tá búskaparligu økini lógu innanfyri 12 fjóðringar úr landi. Hugburðurin hjá okkara forfedrum var, at alt fólkið átti lut í fiskiríkidøminum. Tilgfeingisgjaldið er ein háttur at geva fólkinum lut í fiskiríkidøminum og vil hetta avgjørt gera fiskivinnuna munandi meira burðardygga, tí at vit á tí økinum flyta okkum úr veiðimannasamfelagnum inn í ídnaðarsamfelagið. Tilgfeingisgjaldð hevði óivað eisini stuðlað væl undir at vit flyta okkum enn longur og inn í vitanarsamfelagið.

    Megna vit at fáa vitan (vísind) og ídnað at ganga hond í hond, gerst samfelagið sterkt og kann standa seg væl í kappingini við útheimin.

    ReplyDelete
  5. Ein lítil rætting til
    "Veitst tú av, at ætlanirnar hjá sitandi samgongu er at lata nøkrum fáum úrvaldum føroyingum hesa ríku felagsogn at ráða yvir, sum var hon teirra privata ogn?"
    Rættari er ivaleyst at siga: "... nøkrum fáum úrvaldum føroyingum og útlendingum ..."
    ;-) jonhard

    ReplyDelete
  6. Hvussu kunnu vit standa sterk við tilfangisgjaldið í kapping við onnur samfeløg tað onki anna samfelag nýtir tilfangisgjald.

    Spirjandi??

    ReplyDelete
    Replies
    1. Tí tilfeingisgjaldið hongur saman við tilfeinginum. Tað eru føroysku skipini sum skulu hava atgongd til føroyska tilfeingið, sum skulu rinda tilfeingisgjald, og her skal kappast á jøvnum føti. At onnur lond ikki hava tilfeingisgjald stillar ikki teirra vinnu betri enn føroyska.

      Delete
    2. Tá føroysk skip hava fingið veiðina innanborða, verður hon seld útlendingum (antin virkað ella óvirkað). Um oljan tað árið kostaði nógv ella lítið, um manningarnar í Føroyum tjentu meira ella minni enn í hinum londunum - tað ger ongan mun, tí prísurin fyri fiskin er hin sami. Nemliga tann prísurin, sum marknaðurin avgjørdi. Vit kappast ikki við onnur á marknaðinum - kravið er bara at vit fiska við so lítlum kostnaðum samanlagt, sum gjørligt er. Gera vit tað, so fáa vit selt fiskin.
      Eg eri bangin fyri at hetta ikki rættuliga var nakað skila svar, men hetta var so ein roynd.

      Delete
  7. Og veist tú av, at tað er eyðsæð at tú ikki hevur ánilsi av hvat tað er tú tosar um?

    Tú hevur sjálvur skrivað, at tilfeingisgjaldið er til at fáa so stóran part av vinninginum sum gjørligt frá vinnunið.
    Hvussu kann vinnan tá blíva "betri fyri", tá allir pengarnir skulu í landskassan?

    ReplyDelete
    Replies
    1. Jóannes Jacobsen15 February 2012 at 11:22

      Og veitst tú av, at tad er lygn, tá tú sigur, at 'Tú [Hermann] hevur sjálvur skrivað, at tilfeingisgjaldið er til at fáa so stóran part av vinninginum sum gjørligt frá vinnuni?' Ella dugir tú bara ikki at lesa?

      Delete
  8. Veist tú at um allir búskaparfrøðingar fóru til arbeiðis á sjónum, at tað hevði goldið meginpartin av landskassahallinum???

    ReplyDelete
  9. Jörgin Árnason við Úlvsá15 February 2012 at 07:18

    ,,Sögulig rættindi" snild vending til at fjala grovan stuldur!!

    ReplyDelete
  10. Søgulig rættindi.. Eitt er at man fær játtað rættindi at fiska í nøkur ár á gangin, men tað má væl gerast soleiðis at nyggir føroyingar eisini kunnu koma uppí part. Nyggir føroyingar verða tíbetur alla tíðina føddir, skulu hesir ongantíð fáa ein kjans, tí teir eru føddir ov seint?

    ReplyDelete
  11. Hvat vid at seta tilfeingisgjald á stakittpissara størv í havn.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Jóanes N. Dalsgaard15 February 2012 at 10:03

      Ella á viðmerkingar frá huldumonnum?

      Delete
  12. Hvi fanin fara tit so ikki og fiska "fólksins ogn" i staðin fyri bara sita og grenja og brúka kjaft um at onnur vinna nøkur oyru uppa at dríva fiskari.

    ReplyDelete
    Replies
    1. tí til tað krevst eitt fiskiloyvi og fyri at fáa fatur á einum fiskiloyvi verður ein noyddur at keypa tað fyri milliónaupphædd (pengar sum eg ikki havi eftir at hava keypt eitt nýtt skip) frá einum persóni sum hevur fingið tað ókeypis frá landinum

      Delete
    2. Haldi at teir í tosa um fiskiloyvi fingin gratis eiga at siga okkum í einki vita hvussu nógv skip hava fingid fiskiloyvi fyri einki !
      So vítt eg minnist so kundi einhvør í hevdi hug og fekk bankan at fíggja keypa skip til 1985 ella ( árstal ? ), eftir tad bleiv skuldi ein hava fiskiloyvi fyri at fáa skip inn í landi, og eg klári ikki at telja meir enn 4-5 skip í enn eru á somu hondum og tá, av teimum í fingu fiskiloyvid fyri einki.
      Eftir at ein skuldi hava fiskiloyvi fyri at innføra skip fór skipaprísurin upp, natúrligt nokk tí at eingin kundi fiska um ikki fiskiloyvi var fingid til vega ádrenn

      Delete
  13. Oli Hans biskopstø15 February 2012 at 13:02

    Keypa teir keypa rættindi frá tí privata fyri hundratals mill.kr siður eingin nakað. Skal tað koma frá tí almenna og skal kosta so loypa øll upp og mótmæla.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Óli Hans Hammer Olsen15 February 2012 at 15:32

      Púra rætt navni

      Delete
  14. Herman, hattar sum tú skrivar er simpult hen tvætl, hvussu fært tú framroknað teg til hasi tølinni??

    ReplyDelete
    Replies
    1. Hvørji tøl? Har eru eingi tøl nevnd í greinini.

      Delete