25.11.08

Hanseatarabekennilsi


Ungur hálendskur maður, sum lesur samfelagsfrøði á lærda háskúlanum í Utrecht, er í Føroyum og arbeiðir við ritgerð um tjóðskap. Hann tosar við fólk um støðu teirra til tjóðskap, Føroyar og Danmark, framtíðina og søguna og mangt annað. Eg prátaði við hann hósdagin.

Hann spyr fólk um hesi málini, og roynir so at finna fram til hvussu tey málbera seg, fyri at finna fram til onkrar felags typiskar streingir í orðingum og hugburði. Hvat siga og hvussu málbera ávikavist loysingarsinnað og sambandssinnað fólk seg.

Hvat hann kemur fram til, er ikki til at siga, men vit sum her búgva og liva, vit vita at tjóðskaparkenslan er hin sama hjá sambands- og loysingarsinnaðum. Øll kenna tey seg sum serstaka tjóð og fyri báðum hesum politisku pørtum eru flagg, mál, tjóðsangur, kvæði og søga eins heilag. Ella ikki heilag.

Mínar royndir siga mær, at politiskan lit og tjóðskaparliga preferansu skalt tú ikki koyra í sama pott. Fyri loysingamannin kann tjóðskaparligt breggj vera púra fremmant, eins væl og sambandsmaðurin kann sveima fitt upp frá av berum tjóðskaparkenslum. Og øvugt.

Eg kann siga fyri meg, at eg eri loysingamaður um ein háls, men samstundis haldi eg at orðið tjóð manglar nakað at vera orð fyri. Sjálvandi er orðið tjóð til, men spurningurin er heldur um tjóðin er til. Og spurningurin er, um tey sum syngja saman á Vaglinum á Ólavssøku, syngja um somu tjóð. Tí hvat í himna navni er ein tjóð?

Á síðuna havi eg latið prenta tvey stutt brot úr langa kvæðinum hjá Daniel Defoe, sum hann yrkti um ensku tjóðina í 1703. Ja, seytjan hundrað og trý! Brotið skal minna okkum á, at tjóðin er ikki ein genetisk eind. Ikki eingang ein so burturgloymd og fjarskotin tjóð, sum tann føroyska, hóast hon er so ættrein, at hon er eftirspurd sum arvalaboratorium.

Genetiskar kanningar hava víst, at grundarlagið undir tjóðini er lagt, tá eitt lið av fyrst og fremst norskum monnum rændu kvinnur í oyggjunum sunnanfyri, Írlandi og Skottlandi. Helst vóru menninir ikki allir norðmenn.

At sjálv byrjanin til hetta fámenta fólkið er eitt bland úr fleiri ymiskum ættum, er kortini slett ikki øll søgan. Seinni íbland av fronskum, turkiskum, sponskum ella portugisiskum sjórænarablóði er rættuliga sannlíkt, eins og danskir prestar og embætismenn munnu hava slett sínar arvaeginleikar javnt kring oyggjarnar í síni tíð. Av týskum hanseatarauppruna er so ein partur av fólkinum, tá handilsbondini vóru til Bergens og Gotlands í nógv ár, og teljist eg sjálvur teirra millum, sum kunnu slóða ættartalið aftur til ein týskan siglara at navni Hermann Reinecke.

So sjálvt eitt so genetiskt væl varðveitt oyggjafólk sum føroyingar, eru av alskyns tespiligum og ótespiligum uppruna. Tjóðin er tí á ongan hátt eitt ættarband ella genetisk kota.

Men hvat er hon so, tjóðin? Er tað málið sum definerar tjóðina, ja so er hvør tann, sum tosa tað kann, eins góður føroyingur. Nógvir av teimum dønum, sum her hava búð í fleiri ár, tosa málið eins frægt og vit sjálvi.

Mangan vísir tað seg, at hetta við tjóðskapi er so sveimandi fløkt, at tú missur takið á tí. Eru vit ikki bundin saman í ætt, kann so hvør og ein kalla seg føroying? Tosar tú málið, ert tú so føroyingur? Er hann føroyingur, sum er av føroyskari rót, men ikki tosar málið? Er hann føroyingur, sum fer í føroysk klæði, tosar føroyskt, dugir eina vísu ella báðar tvær og etir grunnøshøvd – sjálvt um hann er turkur? Er triðja ættarlið hjá burturfluttum føroyingum at rokna millum føroyingar? Er munur á um ein norðmaður er giftur inn í familjuna?

Føroyska tjóðin livir meira í okkara egna hugaheimi enn í veruleikanum. Gerðandis veruleikin er so ófantaliga fløktur og aktar so illa, at tjóðarhugtakið fær ikki tøkur á honum.

Tvey smá brot úr tí drúgva kvæð, sum Daniel Defoe skrivaði í 1703 og halgaði ensku tjóðini, má eg sleppa at bera fram, sum eina tað bestu vaxinu móti ættreinum nasjonalum patos:

But grant the best, how came the change to pass,
A true-born Englishman of Norman race?
A Turkish horse can show more history,
To prove his well-descended family.
Conquest, as by the moderns it is expressed,
May give a title to the lands possessed:
But that the longest sword should be so civil
To make a Frenchman English, that's the devil.
These are the heroes that despise the Dutch,
And rail at new-come foreigners so much,
Forgetting that themselves are all derived
From the most scoundrel race that ever lived;
A horrid crowd of rambling thieves and drones,
Who ransacked kingdoms and dispeopled towns,
The Pict and painted Briton, treacherous Scot,
By hunger, theft, and rapine hither brought;
Norwegian pirates, buccaneering Danes,
Whose red-haired offspring everywhere remains,
Who, joined with Norman-French, compound the breed
From whence your true-born Englishmen proceed.
* * * * * * *
Thus from a mixture of all kinds began,
That heterogeneous thing an Englishman;
In eager rapes and furious lust begot,
Betwixt a painted Briton and a Scot;
Whose gendering offspring quickly learned to bow,
And yoke their heifers to the Roman plough;
From whence a mongrel half-bred race there came,
With neither name nor nation, speech nor fame;
In whose hot veins new mixtures quickly ran,
Infused betwixt a Saxon and a Dane;
While their rank daughters, to their parents just,
Received all nations with promiscuous lust.
This nauseous brood directly did contain
The well-extracted brood of Englishmen.

No comments:

Post a Comment