9.12.17

Ein flís av veldisstavinum

. . . ella ein bugla í brynjuna - tað var alt
Hvat var tað sum hendi í Tinginum fríggjadagin áttanda desembur 2017 ?

Ikki tað stóra. Mestsum alt er, sum tað áður var. Ein lítil flís varð telgd av veldisstavinum hjá stóru reiðaríunum, tað var alt. Ein bugla í brynjuna.

Í tøkum tíma samtykti Løgtingið nýggjar reglur fyri vinnuligan fiskiskap, sum fyrisitingin skal vera liðug at seta í verk nýggjársdag.

Bæði avlagda lógin um vinnuligan fiskiskap og nýggja lógin um sjófeingi, eru so umfatandi og fløktar, at ilt er at siga stutt og neyvt hvørjar broytingarnar vóru. Men til ber kanska at siga hvat lógarbroytingin sum heild merkir.

Tvær smávegis broytingar tykjast vera gjørdar. 


  • Hin fyrra er tann, at Løgtingið við lógarbroytingini hevur staðfest, at Føroya fólk (umvegis Løgtingið) hóast alt enn ræður fult og heilt á øllum landsins fiskirættindum, og kann handfara tey púra eftir vild. Eitt nú at taka avgerð um at selja fiskirættindi á uppboðssølu, at taka aftur uppsøgd rættindi og býta av nýggjum. Hetta vitstu vit frammanundan, so hetta er kortini ikki nakað nýbrot. Heldur ein áminning. 
  • Hin seinna broytingin er hon, at nú eru greiðar reglur setta fyri inntøkur landsins av fiskirættindum, sum latin vera vinnurekandi at troyta. Áðrenn vóru ad hoc reglur gjørdar í hvørjum fíggjarári, men eftir broytingina vita báðir partar hvussu gjalding fer fram sum antin avgjald ella sum handilsprísur í rættindakeypi á uppboðssølu. Meira ruddiligt, men eingin stórhending. 
Meira var ikki at reypa av.

Eftir stendur mestsum allur órætturin, sum var at finna í gamla býtinum av ágóðanum av ogn Føroya fólks.

  • Hendan samgongan fer eftir ársskiftið at býta meginpartin av øllum fiskirættindum ókeypis til somu úrvaldu fyritøkur og einstaklingar, sum frammanundan. Lat ongan iva vera um tað. Úrvaldu fyritøkurnar fara at reka vinnuligan fiskiskap við óvanliga stórum avlopsinntøkum, tí tær sleppa frá at gjalda fyri tey fiskirættindi, aðrar fyritøkur mugu keypa sær. 
  • Føroyingar hava framvegis ikki javnbjóðis niðursetufrælsi í fiskivinnuni, tí hon er latin nøkrum heilt fáum úrvaldum fyritøkum og einstaklingum at ráða yvir. Ætlar tú tær at byrja fiskiskap, so skalt tú framvegis banka á dyrnar hjá einum av teimum fyritøkunum, sum Landsstýrið hevur latið framíhjárætt, og biðja um at sleppa at keypa hann frá teimum. 
  • Einstakar úrvaldar fyritøkur fara enn at kunna selja fiskirættindi fyri hundraðtals miljónir, og tilsvarandi høg er gáttin hjá øðrum at stíga upp um, sum ætla sær inn í fiskivinnuna. 
  • Nú skulu Løgtingið og Landsstýri áseta (tilvildarlig) avgjøld á veiðina, sum fingin er við ókeypis fiskirættindum. Bókhaldarar fara at spenna seg út at fáa fyritøkuroknskapirnar at venda til reiðaranna fyrimun, og fyritøkuraksturin verður lagdur til rættis, soleiðis at útrokningargrundarlagið hjá Fiskimálaráðnum tørnar sum mest. Reiðararnir fara at trároyna tey mið, teir kenna best – Løgtingið og Landstýri. So hvørt sum Løgting og landsstýri skifta, og so hvørt sum landstýrisfólk við fiskimálum skifta, fara stóru reiðaríini at liggja upp á lúr, at fáa broytt útrokningina, so at avgjaldið fánar burtur. 
Hvat hendi so fríggjadagin áttanda desembur 2017 í Tinginum?

Ikki tað stóra. Mestsum alt er, sum tað áður var. Ein lítil flís varð telgd av veldisstavinum hjá stóru reiðaríunum, tað var alt.

Enn tykjast stóru reiðaríini at ráða meira á fiskivinnupolitikkinum enn Føroya fólk og tegnar tess í fólkaræðisligu skipanini.

No comments:

Post a Comment