29.4.14

Farligir økonomar!


Fólk við persónligum fíggjarligum interessum í fiskivinnuni, politikarar og aðrir ideologiskir fylgisneytar royna at grugga málið um fiskirættindi, sum vit búskaparfrøðingar hava reist.
Teir hava fyrst roynt at ákæra okkum búskaparfrøðingar fyri býttisskap, kommunismu, ævindsjúku og annað ilt. Og tað fáast summi helst at trúgva. Tey nærmastu kanska.
Men síðani fólk hava funnið út av, at ikki bara flestallir føroyskir búskaparfrøðingar, men eisini so at siga allir aðrir búskaparfrøðingar eru púra samdir, eru onnur vápn tikin í brúk.
Nú skal tað ikki bera til – hetta sum búskaparfrøðingarnir siga. Tað er bara á skrivaraborðinum at tað riggar. Og uppboðssølan! Hon er heilt hopleys!
Fólk spyrja uppaftur og uppaftur um hvussu uppboðssøla av fiskirættindum fer at virka. Onnur hava funnið sær onkran iva við hesi uppboðssøluni, sum til dømis at tað verður torført, fyri ikki at siga ómøguligt, at gera íløgur í skip. Skulu útlendingar sleppa at bjóða? Børn? Samkomur? Paul Watson?

Men tað er ikki rímiligt, at hetta stóra álvarsmálið skal fara at snúgva seg um nakað so fløkt og serligt sum eina hugsaða uppboðssølu – sum ikki er til enn!
Talan er í veruleikanum slett ikki um eitt tekniskt fløkt mál fyri ”frøðingar” og politikarar. Talan er snøgt sagt um borgararætt, um javnstøðu í samfelagnum.
Tað, sum í løtuni fer fram, er órættvíst, lítið effektivt, vandamikið og haraftrat óhaldbært.
  1. Mismunur verður gjørdur og summi fáa framíhjárætt:
    1. Í fyrsta lagi er talan um mismun millum borgarar, at ognin hjá allari tjóðini verður latin nøkrum fáum ókeypis, so at tey sleppa at tjena hundraðtals miljónir fyri at brúka ella at selja tað, sum vit øll av røttum eiga.
    2. Í øðrum lagi er talan um skerdan niðurseturætt, at landsins borgarar ikki sleppa upp í fiskivinnuna, uttan at gjalda einum av hesum priviligeraðu borgarunum miljónaupphædd.
    3. Í triðja lagi er talan um mismun millum vinnur, at fiskivinnan sleppur undan at gjalda fyri ta rávøru, sum allar aðrar vinnur mugu keypa sær fyri markaðarprís.
  2. Tað er lítið effektivt, tí bara í javnari kapping millum vinnurekandi fyritøkur ber til at fáa vinnararnar fram í fremstu røð. Politisk stýring av vanligari vinnu hevur beina kós í kreppu av tí slagnum, vit høvdu í 1990 árunum.
  3. Tað er vandamikið, tí satt fólkaræði heldur uppat, tá nakrar fáar fyritøkur og tí nakrir heilt fáir borgarar fáa so ríkilig ognarvirði. Tann beinleiðis og umvegis makt sum tey tá fáa, ger enda á allari fólkaræðisligari tilgongd.
  4. Tað er óhaldbært, tí tá spurningurin fyrst er reistur um borgararættindi og um vinnuliga javnseting, vendist ikki aftur. Broytingin verður framd – spurningurin er bara nær og hvussu smidliga vit ynskja broytingina.
Endamálið hjá búskaparfrøðingunum er púrasta fakligt og tænir bara almannagagninum. Tað er ikki til egnan vinning, at málið verður ført fram. Ongin av búskaparfrøðingunum hevur ynskt at enda í politiskum bardaga um hetta málið.
Vit hava lagt eina neyðuga broyting fram. Men fólk við heilt egoistiskum og presónligum fíggjarligum interessum hava saman við ideologiskum og politiskum viðhaldsfólki, barst sum úlvur á skógi fyri at forða fyri hesi samfelagsliga alneyðugu broyting.
Málið um sjálva uppboðssøluna er reint tekniskt mál, sum kann loysast aftan á at vit hava tikið avgerð um at gera enda á órættvísu, lítið effektivu, politiskt vandamiklu og óhaldbæru skipanini av vinnuligum fiskiskapi.

No comments:

Post a Comment