19.9.17

Er biti, tvær ferðir givin, ikki tvífalt søtur?

Tá Løgtingið nú um skamma stund fer at samtykkja aðra lóggávu um vinnuliga atgongd til fiskiskap, fara 50 túsund krónur úr hvørjum húski til stórreiðararnar, sum fara at fáa mest burtur úr nýggju skipanini.

Um leið ein miljard fer úr okkara felagskassa og í lummarnar á sama úrvalsliði, sum frammanundan fekk somu gávu frá undanfarnum landsstýri. Um leið ein triðingur av øllum inntøkuskattum hjá húskjum landsins verður brúktur til hesa útreiðslu.

Tóðveldi, Javnaður og Framsókn høvdu møguleikan at býta hetta “so javnt millum føroyingar allar”, men teir valdu tíverri at býta annarleiðis – til ríkasti borgarar landsins. 


Virðini skuldu heldur verið latin sum kekkur til hvørt húskið í landinum upp á 50 túsund krónur um árið. Hvørt ár.
Hvussu ber tað til at tað í 2017 ber til at smíða lógir, sum føra til so øgiliga, øgiliga stóran mismun?

Hvussu ber tað til at Tjóðveldi, Javnaður og Framsókn tora at fremja eina lóg, sum gevur ørfáum úrvaldum føroyskum húskjum í hundraðtals miljónir av krónuvirði at eiga og arva, so leingi teimum lystir?

Samstundis sum stórur partur av teirra veljarum stríðast hvønn dag fyri at fáa endarnar at røkka saman?

Men tað er júst hetta sum nú aftur hendir.

Gamla lógin gav teimum somu miljardarættindi, men nú verða tey bara givin av nýggjum.

Er biti, tvær ferðir givin, ikki tvífalt søtur?

Munir eru, treyðugt so, á galdandi lóg og uppskotinum nýggja.

Ein munur er, at veiðiloyvini eru burtur. Men lítlan mun ger tað í praxis, tí rættindini eru í stóran mun tilskrivað teimum somu, sum frammanunadan høvdu einkarrættin.

Ein annar munur er at nú skulu stórreiðararnir selja síni fiskirættindi um atkomuligan marknað. Ájú teir kunnu saktans selja rættindini, og skora hundraðtals miljónir. Einasti munurin er, at nú sleppur tú at fylgja við.

No comments:

Post a Comment