18.1.18

Hava Føroyar ráð til hægri lønarlag?


Lítið nyttar at fara í hart stríð um lønarkrónurnar, um bæði fyritøkur og tað almenna illa fáa endarnar at røkka saman. Men tá stór avlop eru í rakstrinum, tá liggur betur fyri at seta størri krøv.

Men hvussu stendur so til í landinum?

Sannlíkt er at netto fíggjarognin hjá føroyskum fyritøkum, stovnum og borgarum er vaxin øgiliga nógv seinastu árini. Helst hevur hitt almenna skuld (borgaranna vegna), meðan bankarnir og nøkur húsarhald hava risastóra ogn uttanlands.

Somuleiðis er trúligt at í miðal hevur avlop verið á gjaldsjavnanum seinastu árini.

At eg ikki kann siga hetta við vissu, men bara kann siga at hetta er sannlíkt og trúligt, kemur av at vit ólukkutíð einki vita við vissu um hesi viðurskiftini, tí uppgerðir av gjaldsjavnanum og av fíggjarviðskiftum uttanlands eru ikki gjørdar síðani 2012. Hagstovan verður so illa fíggjað, at mest avgerandi hagtølini um tjóðarroknskap og uttanlandsviðskifti eru ikki til.

At avlop (helst) eru á gjaldsjavnanum og at einstakar eindir í landinum goyma pengar uttanlands, eru tekin um at nýtslan og íløgurnar innanlands eru munandi minni enn ráð eru til. Føroyar samanlagt hava sannlíkt onga skuld, og ráð eru tí til meir av bæði íløgum og nýtslu.

Slálvandi kemur arbeiðandi fólkið eftir pengunum nú. Sjálvandi vilja fólk hava betri løn, og sjálvandi vilja pensjónistarnir hava størri útgjøld.

Tí her stendur væl til í landinum.

Føroyski arbeiðarin vil undir hesum umstøðum hava betri liviumstøður

Samfeløg eru soleiðis skrúvað saman, at tá ráðini gerast betri, verður dystast partanna millum um virðini. Sum gongdin er í løtuni bólgna pengagoymslurnar hjá bonkum, ríkum feløgum og úrvaldum einstaklingum, meðan hitt almenna stríðist við at halda avlop á roknskapinum.

Hin fremsta orsøkin til hendan skeivleikan er tann einfalda, at landið forsømir at taka fult gjald fyri tilfeingisrættindini í aling og fiskiskapi, sum eru verd onkustaðni ímillum 1,5 og 2 miljardir. Alt hetta gylta almannafæ endar í hondunum á fáum úrvaldum einstaklingum.

Vóru hesi virði tjóðarinnar ikki latin úrvaldum einstaklingum ókeypis, so hevði landið ráð at lata øllum føroyingum skattalætta, so at vit guldu triðingin minni í skatti. Munandi minni trýst var tá á lønarhækking, tí at vælferðin hjá arbeiðandi føroyinginum hevði tá vaxið munandi. Munandi minni trýst var á prísunum, og tí hevði skattalækkingin givið roynveruligan bata í vælferð hjá øllum íbúgvum landsins. Sum gongdin er nú, fáa vit hækkandi lønarlag og vaxandi prísir, so at vælferðavinningurin verður lítil og eingin. Samstundis verður verri hjá almennu køssunum at halda hallinum burtur, meðan uttanlandsognin hjá úrvalsliðinum bólgnar.

2 comments:

  1. "Rætting"

    Ein av mínum gomlu vinum á Hagstovuni gjørdi meg varugan við, at eg møguliga havi gitt skeivt um nettoogn Føroya uttanlands í greinini, eg fyri stuttum skrivaði undir heitinum "Hava Føroyar ráð til hægri lønarlag?".
    Í greinini verður róð upp undir, at helst er nettoognin uttanlands øgiliga stór, tí at hagtølini benda á stór gjaldsjavnaavlop seinastu árini.
    Hvørja ferð vit sum búskaparheild hava fleiri inntøkur enn útreiðslur mótvegis umheiminum, vexur áogn "Føroya" uttanlands.
    Eg skrivi Føroya í gásareygum, tí at tað eru ikki tú og eg sum eiga nógv øktu pengarnar uttanlands, men í størri mun ríkar føroyskar fyritøkur og ríkir føroyingar.
    Mítt uppáhald er, at hetta eru pengaogn sum runnin er av felags tilfeingi okkara - fiskastovnum og alifirðum. Vit lata úrvaldar einstaklingar sleppa ókeypis fram at rættindunum, til at spinna gull av okkara felags tilfeingi. Øgiligu avlopini eru av sonnum felags, men endar kortini í hondunum á einstøkum partaeigarum.
    Og her er rótin til møguliga mistakið, eg havi gjørt.
    Um eigararnir bara vóru hesir úrvaldu føroyingarnir, so er mín spádómur á beinari kós - at nettoognin uttanlands man vera vaxin øgiliga nógv síðani seinastu uppgerð av gjaldsjavnanum í 2012. Tilfeingisrentan, drigin av føroyskum felagstilfeingi, endar sum ogn hjá einum lítllum úrvalsliði av føroyingum, sum leggja pengarnar í meira tryggar útlendskar virðisbrævagoymslur.
    Men - og her er møguliga mistakið - um so er, at stórur partur av eigarunum í alifeløgunum og stóru reiðaríunum eru útlendingar, so er støðan ein onnur - soleiðis, reint bókhaldsliga.
    Partabrævaognin hjá útlendingum stendur skrásett sum Føroysk skuld til teirra, og so hvørt avkastið av teirra ogn í Føroyum vexur, økjast okkara útreiðslur til útlendingar á gjaldsjavnanum.
    Tá vexur nettoognin uttanlands ikki so nógv sum eg giti, tí útlendingarnir eru so at siga komnir inn um mark eftir pengunum.
    Vit hava tá eisini givið einum úrvalsliði av útlendingum part av okkara felags tilfeingi í alifirðum og fiskastovnum.
    Men hetta broytir so ikki eitt einasta vet við grundleggjandi niðurstøðuna.
    Nettoognin uttanlands er øgiliga nógv vaxin.
    Niðurstøðan er framvegis tann at tilfeingisrentan, sum á hvørjum ári av røttum átti at ríka felagskassa okkara, heldur ríkar úrvaldar einstaklingar - bæði føroyskar og útlendskar.
    Niðurstøðan er framvegis tann, at Føroyar hava ráð til hægri lønarlag.
    Men hetta sæst ikki í fullan mun á at nettoogn Føroya uttanlands, tí at vit hava longu givið útlendingum part í kúnni sum mjólkar. Og tað enntá ókeypis.

    ReplyDelete
  2. Av tí at virði á partabrøvum í Bakkafrost er økt milliardir seinstu árini og útlendingar eiga 70% er uttanlandaskuldin bara til útlendsku eigararnar av Bakkafrost økt uml. 7-8 milliardir. Tað er 1 milliard árliga. Harumframt hevur Nordea lánt uml. 1,8-2,5 milliardir til Føroya. Vit skylda eisini 2,3 mia. í sethúsalánum/realkreditlánum. So neyvan er samlaða talið á hesari konto í okkara favør. Umvegis pensjónsfeløg verða pengarnir hjá Palliba sendir av landinum. Fyritøkur eiga neyvan stórar pengar uttanlanda, tó at onkur, sum fær negativa rentu í okkara bankum ivaleyst hevur keypt nakað av statsgaranteraðum virðisbrøvum. Harumframt gangi eg út frá at tú veist at tað tú sigur um millard í virði á tilfeingi er ósætt.

    ReplyDelete