22.8.22

Regnar á prest, dryppar á degn – men meinigheitin stendur við turran munn

Trickle down economics
Ongin ivi er um at reiðarí og fyritøkur í Norðoyggjum og í Eysturoynni fingu mest burtur úr nýggju fiskivinnuskipanini, tí tey fingu ókeypis ræðisrætt til meginpartin av fiskirættindunum. Á marknaðinum eru rættindini verd miljardir, men kortini eydnaðist ríkmonnunum at spæla politiska spælið so væl, at miljardirnar endaðu í nettupp teirra lumma. Somuleiðis hevur tað eydnast alikongunum at fáa minst líka stórar upphæddir til gávis frá politisku maktini.
Í eini oddagrein í Norðlýsinum rør skrivarin upp undir at tað vóru eysturoyingar og norðoyingar sum vunnu. Spurningurin er í fyrsta lagi um nakað skil er í tí hann skrivar. Í øðrum lagi er spurningurin um tann órætturin, sum framdur var móti Føroya fólki, bøtist av at norðoyingar og eysturoyingar vóru egndir afturfyri.

Í fyrstu atløgu er so púra vist, at ríkmennini í hesum báðum økjum hava vunnið ikki bara seinasta bardagan, men helst eisini endaliga sigurin um Føroya framúr stóra ríkidømi. Eitt ríkidømi, sum kundi verið grundarlag undir stórari eydnu, sum nú av grovasta órætti endar í hondunum á einum lítlum úrvalsliði av borgarum.

Men er tað rætt, sum greinskrivarin sipar til – at tað er fólkið í hesum báðum økjum sum hevur fingið burturúr? Tí sjálvandi fegnast vit øll um at umstøðurnar hjá fólki og húskjum batna í øllum bygdum og økjum.

Til at kanna hendan pástand ber til at hyggja at frálíku tølunum hjá Hagstovuni um býtið av arbeiði, inntøkum og av fátærkaváða. Uppgerðirnar eru gjørdar soleiðis, at mett verður í hvønn mun tað hevur gingið betur ella verri í landspørtunum enn í landinum sum heild. Tíðarskeiðið 2009 til 2020 er býtt í helvt, og samanburðurin er gjørdur millum skeiðini bæðið.

Við stórum vøxtri í fólkatali, virksemi og menning av øllum møguligum slag, hava hesi seinastu nógvu árini verið merkt av fúkandi frammgongd. Tí er ikki bara vert at spyrja um tað hevur gingið frammá, men eisini um tað hevur gingið meira frammá enn í landinum sum heild.

Samstundir hava hesi árini sjálvsagt verið merkt av grova vanbýtinum av ríkidøminum úr fiskirættindum landsins, sum ókeypis og av órøttum er farið í hendurnar á nøkrum fáum einstaklingum. Tí er eisini áhugavert at kanna býtið í hesum økjunum.

Fólkatal: Nógv tann mesti vøxturin í fólkatalið hevur verið í Havnini, meðan eitt vet av vøxtri hevur verið í Vágum og í Eysturoynni. Í Norðoyggjum hevur verið minni vøxtur í fólkatalinum enn í landinum sum heild. Í Sandoynni og í Suðuroynni hevur verið sonn minking í fólkatali.

Arbeiðsloysi: Arbeiðsloysið er minkað um alt landið, men mest í Sandoynni og í Norðoyggjum, hóast munurin ikki er stórur. Í Eysturoynni og í Suðuroynni er arbeiðsloysið minkað minst. Her skara teir landspartarnir ikki framúr, hóast dýru reiðaríini hava heimstað í júst Norðoyggjum og Eysturoynni.

Løntakarar og lønir: Hóast Eysturoyggin er mest vælsignað við tilfeingisgávum úr Landsstýrinum, eru tað Norðoyggjar sum skara frammúr í nýggjum arbeiðsplássum og vaxandi lønarinntøkum. Bæði í Eysturoynni og í Norðoyggjum er kortini meira vøxtur í løntakarum enn í restini av landinum.

Inntøkur: Til at meta um inntøkurnar í landspørtunum er her ein stigatalva, sum vísur landspartarnar, alt eftir stødd á median javnvirðisinntøkum. Medianin er mittasta inntøkan hjá húskjunum í landspartinum, sum er meira robust mát enn miðal inntøkan, tí hon nettupp er inntøkan hjá húskinum í mittuni av býtinum. Her gera Norðoyggjar størsta lopið frá einum fimmta plássi fyrra skeiðið til annað pláss seinna skeiðið. Eysturoyggin stendur í stað á triðja plássi, eins og Suðurstreymoy (ella Havnin) stendur í stað á fyrsta plássi. Vágarnar býts pláss við Norðoyggjar, frá øðrum til fimmta pláss.


Fyrra skeið

Landspartur

Seinna skeið

5

Norðoyggjar

2

3

Eysturoy

3

4

Norðstreymoy

4

1

Suðurstreymoy

1

2

Vágar

6

6

Sandoy

5

7

Suðuroy

7

Inntøkumisjavni: Satt at siga eru ikki so nógvar av miljardainntøkunum endaðar í Norðoyggjum, sum søgurnar vilja vera við. Tær tykjast fyri mesta partin verða endaðar í Eysturoynni, har misjavnin millum tey ríkastu og restina eisini hevur verið nógv mestur. Hagtøl hjá Hagstovuni vísa at tað er bara í Eysturoynni at misjavna býtið millum tey við mestu inntøkunum í mun til median inntøkuna er vaxin meira enn í landinum sum heild. Eysturoyggin skarar sostatt framúr, tá um ræður misjavnt býti av inntøkum. Ikki so løgið, tí har endaði eisini meginparturin av almenna gávugóðsinum í ókeypis fiskirættindum og alirættindum.

Fátækraváði: At enda vísa hagtølini, at hóast feløg og úrvaldir einstaklingar í Eysturoynni vórðu vælsignað við mesta almenna gávugóðsinum, er fátækraváðin vaxin mest í nettupp Eysturoynni í mun til restina av landinum.

Samantøka: Tað stendur væl til í Føroyum, og tað er gott. Ongin misunnir teimum at tað gongur væl í Norðoyggjum. Vit vildu bara ynskt at tað gekk eins væl í Suðuroynni og í Sandoynni. Men at inntøkurnar hjá teimum allar ríkastu eru tvífaldaðar hesi seinastu árini, meðan vanligu inntøkurnar eru lítið meira vaxnar enn prísirnir, er harmuligt. Tað er einki sum bendir á, at misjavna býtið av tilfeingisgávunum hevur elvt javnari býti av inntøkum ella betri framburð í aðrar mátar. Heldur tvørturímóti. Median inntøkan (mittasta inntøkan) í Eysturoynni stendur í stað í mun til restina av landinum, sum merkir at vanligi eysturoyingurin hevur einki fingið burturúr gávugóðsinum hjá teimum ríkastu eysturoyingunum. Fólkatalið í Eysturoynni er ikki vaxið meira enn í Suðurstreymoy ella í Vágunum. Í Norðoyggjunum stendur fólkavøxturin ikki mát við tann í restini av landinum, men fleiri teirra hava arbeiði og inntøkurnar vaxa. Og tað er gott. Men tað tykist ikki hava nakað við ríkidømi í toppinum at gera, tí ríkmennini í Norðoyggjum skara ikki frammúr.

Rætt er nokk tað, at tá tað regnar á prest, dryppar á degn. Men meinigheitin sjálv stendur eftir við turran munn.







No comments:

Post a Comment