12.12.07

Tann súra pliktin at velja

Ofta vóru tað tey vælgreiddu, tey við penum gardinum og penum børnum, sum pátikið álvarsliga trúttaðu okkum at brúka rættin til at fara á val. Tað var fyrst í 1970’unum, og tað var iriterandi at hoyra. Fleiri ár seinni valdi eg fyri fyrstu ferð og tá valdi eg Tjóðveldisflokkin – ikki tí tey hava imponerað meg síðani tá, men tí eg eri fyrst og fremst loysingarmaður.

Tey fyrstu nógvu løgtingsvalini, eftir at eg hevði fingið valrætt, var eg slett ikki á. Og eg havi ongantíð skilt ta ógvusligu indignasjónina, sum ofta liggur aftanfyri, tá summi hampafólk øsa seg upp um okkum, sum ikki so ovurfegin og glaðbeint renna til valkassarnar. Hví so uppøst?

Oftast eru ongi argument. Bara at “man eigur at fara á val”, ella at “man kann onki siga aftaná, viss man ikki hevur verið á vali”.

Sórit møsn! Sjálvandi kann man tað! Vit eru fleiri, sum sjáldan ella ongantíð eru á vali, men kortini skriva síðu upp og síðu niður í bløðunum og luttaka í samfelagsorðaskiftinum á so mangan annan hátt. So tað ber væl til!

Men meiningin er nokk ikki, at man ikki kann – meiningin er heldur, at man eigur ikki at sleppa. Eigur ikki at koma sær. Man skal krógva seg burtur sum eitt vesalavætti, tí man ikki tímir á løgtingsval.

Fólk, sum ikki fara á løgtingsval, eru kortini sum fólk flest. Summi eru brennandi áhugað í politikki, men hava okkurt slag av stikni til parlamentarisku skipanina. Onnur eru karvandi líkasæl um alt, sum hevur við politikk at gera og tíma slett ikki á val. Onnur fara slett ikki til nakað sum helst – til konsert, í biograf, at vitja fólk, til ítrótt ella á løgtingsval.

Tey sum fara á løgtingsval eru akkurát sama slag. Summi eru virkin í onkrum politiskum flokki og brennandi áhugað í partapolitikki. Onnur hugsa lítið ella einki um politikk, men fara á val, “tí tað eigur man”. Og summi teirra eru samfelagsliga óvirkin annars, men fara altso á løgtingsval.

At hesi seinnu eru fleiri, ger tey ikki betri, sum Kári P fortaldi okkum einaferð.

Eg veit ikki um tú legði merki til, at í brotinum oman fyri standa tvey orð, sum verd eru at dvølja eitt sindur við. Annað orðið var politikkur. Hitt var partapolitikkur. Hóast tú las tey, varnaðist tú kanska ikki, at munur er á hugtøkunum báðum. Men tað er tað.

Politikkur snýr seg um alt tað í samfelagnum, sum vit kunnu hava meiningar um ella ætlanir um at gera okkurt við. Politikkur er um áhugan í tí samfelag, vit hava við hvønn annan á arbeiðsplássunum, í okkara lítla sosialsamfelag, sum partur av heiminum, sum partur av danska ríkinum, í umhvørvismálum og í allar aðrar mátar, sum vit samvirka við umheimin og hvønn annan.

Partapolitikkur er nakað heilt annað. Og tað er hann, sum løgtingsvalið snýr seg um.

Eg tími ikki at siga hvat ið partapolitikkur er um, tí eg havi ongantíð skilt hann. Eg skilji politikk, men ikki partapolitikk. Eg haldi at politikkur er so grúuliga nógv annað enn partapolitikkur og løgtingsval. Og eg haldi, at okkum manglar politikarar aðra staðir enn í politisku flokkunum, í Løgtinginum og í Landsstýrinum.

Hesi seinnu árini eru eisini hendar nakrar broytingar tí viðvíkjandi. Alt fleiri feløg og samtøk gera vart við seg og stríðast fyri síni politisku áskoðan, uttan at gera hana partapolitiska. Mín favorittur er tey samkyndu og teirra stuðlar. Umhvørvisrørslan er seig og áhaldandi. Og stutt síðan hava fakfeløgini fingið sær lært fólk at standa fyri politisku átøkunum. Kvinnurørslan er kanska sterkasti parturin, sum eisini er komin so langt, at sjálvt Løgtingið hevur rætt teimum eina hond.

Men saknur er enn í at fakligu umhvørvini gera vart við seg. Lærararnir – og ikki minni næmingarnir - hava trinið fram á vøllin í seinastuni, men annars er tunnligt við fakligum politikarum uttantings. Arkitektarnir? Læknarnir og sjúkrasystrarnar? Sosialarbeiðararnir?

Og so er tað pressan – bløðini og hinir miðlarnir. Uttan teir, er einki demokrati – einki fólkaræði. Alt gott um pressuna, sum er vorðin betri seinastu árini, eftir at hon meira ella minni kvetti við partapolitisku flokkarnar. Kortini haldi eg at henni manglar eit sindur av svakligheit. Hon er í so hampulig og stovurein. Bara útsjóndin og málburðurin – skræðan og tónin – boða frá konformiteti og tilpassing. Men menningin, sum hevur verið seinastu árini steðgar helst ikki her, so hon fer kanska at kløkka okkum við einum bragdi komandi árini.

Alt hetta er fyri mær stinnastu stuðlarnir undir demokratinum. Røddirnar hjá okkum, sum stødd eru uttan fyri Løgtingið, eru bjargingin hjá demokratinum, tá øll hini hava verið á vali, sum ikki luttaka í demokratinum annars. Tann hendingin – Løgtingsvalið – má ikki vera definisjónin upp á at vera skikkiligur samfelagsborgari. Tvørtur ímóti átti tað kanska at verið eitt krav fyri at fáa valrætt – at man tekur orðið í demokratinum, sum skal virka hvønn dag, og sum skal røkka út í hvønn krók í landinum. Orðaskiftið er tað, sum kastar ljósið út í allar teir myrku krókarnar.

No comments:

Post a Comment