Fagri nýggi skattafríi heimur

At tjena fyri lívsins uppihald við vanligum lønararbeiði – tað er tað opinbart hamrandi skítbýtt.

Hetta er signalið, sum vit enn eina ferð hava fingið sendandi frá Løgtinginum, tá tað samtykti at skriva serligar reglur fyri skatting av kapitalvinningi, sum eitt nú fæst av handli við virðisbrøvum. ”Ver ikki so kúbýttur at arbeiða í løntum starvi – ver heldur spekulant”.

Arbeiðir tú vanligt lønararbeiði skalt tú av við næstan fimmti prosent í skatti í miðal og eini sexti prosent av síðst tjentu krónuni. Men spekulerar tú í virðisbrøvum, betalir tú millum átjan og tríatifimm prosent í skatti – eisini av síðst tjentu krónuni – bara tí tú ikki arbeiddi fyri akkurát hesar krónurnar. Altso antin tvífalt ella trýfalt so stóran skatt av síðst tjentu krónuni – bara tí at tú arbeiddi fyri hana.
Lænir tú pengar úr bankanum til at luttaka í hesum spekulasjónsvirkseminum, fært tú serligt loyvi at lata hinar skattaborgararnar gjalda ein part av vinninginum til tín. Tí tú kannst draga rentuútreiðslurnar burtur av søluvinninginum, tú hevur av virðisbrøvum.

Men oman á tað heila, so er tað rættuliga ósannlíkt, at skattavaldið nakrantíð fær at vita at tú skovlaði vinningin niður í lumman. Mær vitandi er nemliga eingin annar garantur fyri at skattavaldið fær nakað at vita, annar enn tín egna samvitska. Tjenar tú pengarnar í lønandi arbeiði, kannst tú vera 110 prosent vísur í, at skattavaldið fær tað at vita. Men tjenar tú pengarnar upp á spekulasjón í virðisbrøvum, er rættuliga ósannlíkt, at skattavaldið fær nakað sum helst at vita.

Tað er eftir øllum at døma latið upp til samvitskuna hjá hvørjum einstøkum at avgera, um hann vil geva søluvinningin upp í skatt. Um vandin fyri at Toll- og skattstovan finnur fram á teg haraftrat er pinkalítil, so man tað tala so søtliga til samvitskuna. Hetta man serstakliga gera seg galdandi, um handilin hjá tær fer fram uttan fyri landoddarnar, tí har er so mangt hent, sum hvørki Várharra ella skattavaldið vita av.

Keyp og søla av virðisbrøvum, serstakliga partabrøvum, hevur brádliga vundið upp á seg í landinum, hóast hetta virksemi hevur nøkur ár á baki í grannalondunum. Sølan av Føroya Banka hevur helst lokkað fleiri upp í karusellirnar, sum frammanundan ikki torgaðu sær fram at. Fleiri gamlar familjufyritøkur eru seldar, so at arvingarnir nú eru fíggjarspekulantar heldur enn reiðaravirki, skipasmiðja ella heilsøla. Frívirðið í húsaognini eru grundarlagið hjá smáspælarunum, sum eisini treða dansin í fíggjarspekulasjón.

Fíggjarspekulasjón er partur av dynamikkinum í dagsins kapitalismu. Kappingin um frítt flótandi pengastreymin hjá spekulantunum er beinhørð og verður staðfest á keypsskálunum, sum nú eru virtuellir internetskálar heldur enn sjóðandi uppboðssølur úr betong.

Handilin fer fram á einum marknað, sum skattavaldið ikki røkkur fram at, og spurningurin er, um hendan rættuliga flóðaldan av spekulasjón ikki heilt skolar fram við borðinum hjá skattavaldinum, uttan at nakar rættuliga megnar at fylgja við.

Politikarar og vinnulív vóru so altrá eftir at læra føroyingar ”partabrævamentan”, at Løgtingið helst er lopið á bláman, uttan at hava neyðugu útgerðina við sær. Tí tað kann valla hava verið meiningin, at lata sirkusið seta karusellir og gyngir upp, uttan at gjalda keisaranum sítt. Ella hvat?

Saman um tikið hava vit í stóran mun fingið gjørt spekulasjón so lukrativa, at tað loysir seg betur at spekulera í skattafyrimunum, enn tað loysir seg at vera innovativur í produktivum vinnulívi. Ikki eingang fyri rættuliga kapitalismu er hetta nøkur haldbar loysn, tí tað framalir eina generasjón av svøvntungum kapitalarvingum uttan nakra sum helst drívkraft og uttan at gera peningsverdugt samfelagsgagn. At liggja upp á lúr við løkir landskassans og at ganga á kroppin á løgtingsmonnum gerst meira lønandi dagsverk fyri spekulantar, enn tað er at leggja innovativt vinnuvirksemi til rættis.

Tað seyrar somuleiðis niður í samfelagsins regluverk, at spekulasjón skal honorerast meira enn arbeiði og lærdómur. At ídni í arbeiði og nærlægni í lærdómi gevur minni avkast enn primitiv spekulasjón, er ikki burðardyggur kjølur at strekkja undir framtíðar tøknisamfelagið.

5 comments:

  1. Spurningar:

    Er ikki vágin ein grundleggjandi munur millum eina lønarinntøku og vinning av partabrøvum??

    Sum løntakari missur tú í ringasta føri lønarinntøkuna tann seinasta mánaðin/vikuna, men sum partabrævaeigari kann tú missa rub og stubb eftir eini nátt. Um skatturin er tann sami við at keypa partabrøv sum vanligari lønarinntøku, vildi tað so ikki verið smartari at setti peningin á bók og harvið "driði" peningin sum íverksetandi kapital??

    At siga at tað almenna skal til at undirvísa føroyingum í spekulatión .. er tað ikki at undirmeta viti hjá føroyingum? tak meg ikki í tí, men var spekulatión/beinleiðis snýt við eginpeninginum ikki grundarligaið undir stóru skipamálunum fyrst í 90´unum?

    Og til seinast --- kann tað søguliga skjalprógvast at nærlægni, lærdómur og arbeiðsídni hevur verið grundarlagið undir framgongd?

    Vinarliga

    Anna

    ReplyDelete
  2. Góða Anna
    Tað, sum hetta snýr seg um, er inntøkuna, eftir at hon er komin til høldar. Við henni er eingin váði, og tí skal hon sjálvandi skattast eins - bæði hjá honum, sum gjørdi íløgur í partabrøv og henni sum gjørdi íløgur í útbúgving.
    Óvissuna tekur tú um fæið, ikki um staðfesta avkastið.
    Missa kapitalistar áhugan at skapa og menna um teir ikki fáa serstakar skattasømdir til privatnýtslu, so mugu vit taka til takkar við øðrum og betri kapitalistum.
    Tað, sum allar dagar hevur verið grundarlagið undir framburði og vøxtri, er nettupp innovasjónin - nýmenningin - sum byggir á lærdóm, nærlagni og arbeiðsídni.
    Tað hava ikki verið skattafyrimunir, sersømdir ella aðrar lokkuboppur. Tær hava einki annað ført til enn løtuvinning fyri kapitalistin og katastrofu fyri øll onnur.
    Blíðar heilsur
    Hermann

    ReplyDelete
  3. Takk fyri svarið

    eg eri als ikki samd, men tað nýtast vit sum so ikki at verða. Eg meti at tað tekur hugin frá íløgufúsum fólkið um ikki vinningum av tilhøldarskomnum vinningi ikki stendur mát við tann vágan tey átaka sær. Sum privatpersónur skuldi eg sæð ein nógv størri vinning, enn tann av arbeiðsinntøkuni, um eg td skuldi upptikið lán í bústaðinum fyri at sett eina fyritøku í gongd, ella uppkeypt partabrøv. Tí, eisini eftur at inntøkan av td partabrøvum er komin til høldar, kann man missa tey, og samlaði vinningurin gerst negativur ...


    Sjálvandi vil innovatión, lærdómur og nærlagni verða grundarlagið undir menning, men uttan kapital at fara undir innovatión (sum ju ikki er ókeypis) kann alt hitt vera líkamikið.

    Anna

    ReplyDelete
  4. Um skatta prosenti fyri at investera í aktiir hevdi verid 60%, vildi tad økt um risikoina og profitibilitetin av investeringini, tí tú harvid skalt gjalda meira fyri minnd.

    Veitst tú um nakad land í verdini, sum ikki hevur sokalladar “ser reglur” v.v. investering av aktium?

    Tad gerst allsamt meira kunnugt at Føroyar og onnur lond fáa torført at gjalda pensiónir til sínar innbúgvar í framtídini. Tí er hetta ein gódur møguleiki at spara upp til aldurdómin hjá vanliga borgaranum.

    Eg haldi tad er rættuliga løgid at tú so kraftugt insinuerar at fólk sum handla aktiir snýta í skatti. Tad er nógv meira incitament at snýta vid skatti tá 1) tú betalur 60% heldur enn 35%, 2) og tá tín transaktión ikki noydiast at fara via bankan sum t.d. hjá einum hondverkara.

    Tú skrivar í svari til Onnu: “Tað, sum hetta snýr seg um, er inntøkuna, eftir at hon er komin til høldar. Við henni er eingin váði, og tí skal hon sjálvandi skattast eins - bæði hjá honum, sum gjørdi íløgur í partabrøv og henni sum gjørdi íløgur í útbúgving.
    Óvissuna tekur tú um fæið, ikki um staðfesta avkastið.”

    Hetta er at samanlíkna vid at siga, at tad ikki er nøkur risiko at tippa fótbólt, so longi tú altso vinnur! :-)
    Hetta hongur ikki saman.

    Góda eydnu annars

    Rógvi Joensen

    ReplyDelete
  5. Nei, eg haldi ikki at eg veit um nakað land, sum ikki hevur serliga skattalógir um kapitalvinning.
    Og tað hava vit eisini.
    Men lond hava rættuliga ymiska skatting (í prosentum) av persónligari inntøku frá kapitalvinningi av ymsum slag.
    Hetta er bestemt eitt fløkt mál, sum man ikki skal billa sær inn, at lættar loysnir eru til.
    Okkum nýtist ikki at fara longur enn til Danmarkar fyri at finna eitt slag av progressivari skatting av persónligum inntøkum frá kapitalvinningi.
    So - her er einki heilagt.
    Og so hatta um váðan. Eg helt tað vera sjálvsagt, at tað er fæið, sum er í váða. Tú hevur eitt fæ, sum tú plaserar alt eftir váða - altso váða fyri at missa av fænum. Tekur tú størri váða, krevur tú størri avkast, fyri at forrenta tað skjótari. Og so øvugt við minni váða - tá góðtekur tú minni avkast. So, váðin er um fæið.
    Hatta við tippingini er ikki serliga góður samanburður - har er einki fæ.
    So sigur tú at eg insinueri at fólk snýta í skatti í sambandi við kapitalvinning. Tað er ikki rættur pástandur hjá tær. Greinin er skrivað í 2007, og tá var informasjónin hjá TAKS og hjá bankunum ikki til reiðar at fóðra skattaverkið við røttum upplýsingum. Skattingin fleyt í óvissu, og tí var ivi um skattingina.
    Hetta er munandi broytt, so at møguleikin lógliga at sleppa undan skatting er munandi minni.
    Góð viðmerking annars. Eg verji meg sum frægast.

    Blíðar heilsur
    Hermann

    ReplyDelete