19.1.12

Hvussu virkar korrupsjónin?

So løgið tað ljóðar, so megna smáir bólkar betur at ota seg fram at maktini, enn stórir bólkar klára. Eru tey fá, sum hóma vinning í onkrum máli, liggur munandi betur fyri at semjast og gera sínamillum avtalur, enn tá talan er um hundraðvís ella túsundvís av fólki.
Ikki minni týdning hevur tað, at vinningurin til hvønn einstakan er stórur. Tí er tað, at teir fáu reiðararnir í t.d. ídnaðarfiskiskapi, rækjufiskiskapi og toskafiskiskapi í Barentshavinum duga betur at síggja vinningin í maktini, heldur enn limirnir í t.d. djóraverndarfelagnum, psoriasisfelagnum og Nólsoyar Ítróttarfelag.
Tá tú skalt avtala spælið í einum slíkum bólki er tað ein stórur fyrimunur, at tit eru fá og at átakið hevur stóran persónligan týdning. Hvør skal annars tíma og orka at skipa fyri, tosa við øll og savna til fundar? Og hvussu skulu tit fáa semju um hvat tit skulu gera, um tit eru 500 fólk við so ymiskum hugburði, hugskotum og áhugamálum?
Hetta er ein orsøk til at teir fáu reiðararnir hava fingið so stóra makt í innastu politisku stovunum.
Men er hetta einasta orsøkin?
Nei, tað er tað ikki.

Ein ikki heilt óbetýðilig orsøk til at hetta letur seg gera, er hon at Løgtingið og landsstýrið sjálvi hava organiserað feløgini, við áhugamálum í fiskivinnuni, og hava boðið teimum til háborðs, tá týðandi vinnupolitiskar avgerðir skulu takast. Tað vil siga at politiski myndugleikin so at siga organiserar lobbyvirksemið fyri lobbyistarnar.
Landsstýrið hevur funnið upp á at seta reiðarar, sjómannafeløg og fiskakeyparar í Fiskivinnuráð og Skipanarnevnd, til at viðgera øll týðandi mál viðvíkjandi fiskivinnupolitikkinum.
Fáa partarnir í fiskivinnumálum ikki tikið seg saman, til at leggja trýst á landsins myndugleikar – so hevur landið sjálvt skipað teir í bólk, kallað inn til fundar og spurt teir til ráðs.
Nú er tað enntá so galið vorðið, at reiðararnir keglast so illa innanhýsis, at teir kunnu ikki sita í stovu saman – altso uttan tá Landsstýrið rekur teir til borðs!
Tí er tað soleiðis vorðið, at avgerðirnar um regulering av hvussu vit umsita lívfrøðiligt tilfeingi og búskaparfrøðiligt skil í fiskivinnumálum, verður viðgjørt saman við teimum, sum sum skulu regulerast!
Politiski myndugleikin skipar sjálvur soleiðis fyri, at luttakararnir í tí vinnuni, sum lógin skal regulera, sleppa framat at skriva lógirnar, og til at hava avgerandi orðið at siga um hvussu reglurnar skulu setast í verk. Lógir og reglur, sum teir sjálvir skulu akta. Jamen hevði tað ikki verið stuttligt hjá sethúsaeigarunum, at sloppið at skriva lógirnar um rentustuðul til sethúsalán? Og at latið vertshúseigararnar at sloppið at skriva lógirnar um afturlatingartíðir?
Tað er so rungandi galið, at persónar og fyritøkur, sum sjálvi hava risastóran fíggjarligan áhuga í málinum, verða sett at skriva lógirnar og verða eftirspurd hvussu reglurnar skulu setast í verk.
Sannleikin er eisini tann, at landsstýrið í øllum førum gongur hesum maktbólkum á møti, heldur enn at ráðføra seg við óheftar vísindaligar stovnar ella nevndir.
Í lívfrøðiligum málum um røkt av fiskastovnunum aktar landsstýrið altíð maktbólkarnar, heldur enn at fylgja vísindaliga serkunnleikanum, sum í hesum føri er Fiskirannsóknarstovan. Í búskaparfrøðiligum málum aktar landsstýrið altíð maktbólkarnar, heldur enn at fylgja vísindaliga serkunnleikanum, sum í hesum føri er Búskaparráðið.
Og í báðum førum er talan um handfaring av avgerandi lívfrøðiligum tilfeingi og risastórum búskaparligum virði, sum eru ogn hjá øllum føroyskum borgarum.
Eg leggi í veruleikanum ikki reiðaran undir nakað sum helst, tí hann hevur onga ábyrgd fyri samfelagnum.
Tað er politiski myndugleikin, sum hevur ábyrgdina.
Fært tú eitt vink frá politiska myndugleikanum um, at her eru møguleikar at skora nakrar miljónir, so letur tú nokk ikki kjansin gleppa tær av hondum. Fært tú harafturímóti heilt greið boð um, at her á gátt hevur tú einki at gera, so veitst tú hvar ið skápið skal standa og hvar ið Dávur keypti ølið.
Tað er tí politiski myndugleikin, sum hevur alla ábyrgdina av, at okkara felags lívrunna tilfeingi í havinum og okkara felags samfelagsvirði í miljardum krónum, verða misrøkt og søplað burtur
Reiðarar og reiðarar valdast.
Tað er øgiliga stórur munur á føroyskum reiðarum. Rokaligi skiparin á 60 tonsaranum líkist ikki upp á nakran máta stórreiðaranum á einum fimm ella tíggju skipum, ella reiðaranum á lukrativu ídnaðarskipunum og flakatrolarunum. Og tí er reiðarafelagið eisini farið í spønir.
Tað skal vera mær so langt burturífrá at koyra allar hesar í sama pott.
Og munur er sanniliga eisini á hvat ið teir fáa burturúr.

1 comment:

  1. Sera gott og neydugt. Stovnurin eitur annars havstovan nú, ikki fiskirannsóknarstovan.

    ReplyDelete