Makrelur og seyðaskinn

Áttu vit ikki at tikið seyðaskinnini til høldar og spunnið tey til fínastu føroyska tógv, heldur enn at tveita tey í eldin á brennistøðini? Og kanska enntá bundið troyggjur, hosur og brølapur burtur úr tí?
Eg rokni við, at allarflestu føroyingar halda at tað hevði verið gott – tað hevði hóska seg einum landi at tikið alt upp, sum er til av virði í náttúruni.
Men er tað búskaparliga skilagott?
Nei, tað er tað helst ikki.

Tað tykist heldur ikki sum at grundarlag var undir at framleiða skoynisopp og brævbjálvar í Føroyum. Tí teir fingust bíligari til keyps uttanlands, kanska?
Bæði ja og nei.
Sjálvani loysur tað seg ikki at framleiða eina vøru, um tú ikki klárar at selja hana fyri marknaðarprís. Vit sleppa ikki av við brævbjálvarnar, skoynisoppin og troyggjurnar úr føroyskari ull, sum er viðgjørd og virkað í Føroyum.
Loysir tað seg altíð at framleiða fiskin í Føroyum – at virðisøkja hann mest møguligt, sum tey siga?
Tað er tað onki, sum týður uppá.
Men landsstýrismenn hava ferð eftir ferð pástaðið at tað er altíð rættast at virðisøkja fiskin í Føroyum, hóast landsstýrismenn ikki hava meira skil á búskapi, enn hundur á himmiríki.
Sig mær so hví vit skulu seta serligar reglur fyri at veita føroyskum ríkmonnum exklusivan ognarrætt til fiskin, undir páskotið um virðisøking og undir lygusøgum um útlendskar sjórænarar? (Ein stórur partur av hesum skinnhelligu reiðarunum eru annars ringforlovaðir við útlendskum kapitali, sum eg absolutt ikki síggi nakað skeivt í).
Einasta grundin er, at her er talan um eitt miljardavirði. Og onki annað. Tí fer hendan korrupsjónin í gongd.
Ongin argumenterar fyri at forða fyri at eldurin ella útlendingar fáa fatur á seyðaskinnum. Ongin tosar um avleitt virksemi av virkingini av seyðaskinnum, hóast tað er minst líka so innlýsandi sum avleitt virksemi av fiskaframleiðslu.

1 comment:

  1. Enn verur seyðurin flettur í Føroyum.

    ReplyDelete