22.4.12

Eitt sindur um almenna skuld


Tað er sjáldan at eg skrivi nakað, eg verði biðin um. Men fyrradagin fekk eg eina avbjóðing um at greiða frá muninum millum fíggjarskapin hjá húsarhaldinum og so tann hjá tí almenna.

Ikki bara skuldi eg greiða frá tí, men tað skuldi sigast soleiðis, at hvørt mannsbarn skilti tað. Síggj – tað var ein avbjóðing av teimum heilt stóru, og teimum ber illa til at renna undan.

Munirnir eru fleiri millum tað almenna og so húsarhald, og eg skal ikki fløkja meg út í teir allar. Men ein er munurin, sum flestu fólk illa fáast at skilja – og hann er at tí almenna ikki tørvar at vera skuldarfrítt, eins og húsarhald stremba eftir at vera.

Tá vit settu búgv og børnini fjølgaðust í húsunum, settu vit okkum í skuld – so sum tey flestu gera. Uttan at seta okkum í skuld, hevði ikki borið til at fáa føtur undir “egið” borð og at fáa arbeiðslív og familjulív at ganga saman í eina friðaliga heild. Tá eg so, langt um leingi, fór burtur at lesa, setti eg meg aftur í skuld.

Uttan hesa skuld slapp eg hvørki at seta búgv ella at fáa mær útbúgving.

Men husaskuld og lestrarskuld skulu gjaldast aftur í ein hast, tí bankin vil ikki hava meg at doyggja frá skuldini. Bankin óttast eisini, at ætlanin hjá okkum kann kollsigla heilt, um vit verða arbeiðsleys, verða avlamin, skiljast ella fara í hundarnar á annan hátt.

Soleiðis er ikki við tí almenna.

Tað almenna doyr ikki. Tað almenna fer vanliga ikki í hundarnar, sum meira enn so hendir fyri vanlig húski.

Tað almenna heldur fram at vera, tá eitt ættarlið hevur lagt frá sær, og næsta ættarlið hevur tikið við. Og inntøkan hjá tí almenna er tryggari enn nøkur onnur inntøka, tí borgararnir gjalda trúliga skatt – ættarlið eftir ættarlið.

Og hetta er stóri munurin – at tað almenna livur í allar ævir. Lánsveitarin lítur á, at tað almenna í Fraklandi fer ongan veg, og at rentuinntøkur úr franska ríkiskassanum eru av tryggastu íløguinntøkum í heiminum.

Lond valdast, og Frakland er ein gamal kendur skuldari, sum ikki hevur runnið undan skuld síni síðan 1788. Argentina, harafturímóti, meldaði pass so seint sum í 2001 og fekk sáttmálar um lagaligari afturgjaldstíð, lægri rentu og skáar, so landið kundi koma fyri seg aftur.

Lond eru heilt annað slag av skuldarum, sum ikki tørva at vera skuldafrí tá tey eldast – tí tey eldast ikki. Lánsveitarar krevja tí ikki at tað almenna er skuldafrítt, men bara at lond hava skuld, tey tykjast at megna at bera.

Tað almenna í Føroyum man ikki hava minni álit manna millumn, enn tað almenna í Fraklandi. Danskir realkredittstovnar vilja ikki so frægt sum lata einum ungum føsoyskum húski húsalán, men teir hava einki ímóti at læna landsstýrinum pengar.

Tað almenna verður verandi her, og innan teir tíðarkarmar, vit liva undir, so er álitið á tað almenna heilt annaðleiðis, enn álitið á einstaka húskið.

Men at tað almenna livur í allar ævir, hevur eisini eina aðra avleiðing. Og tað er hon, at tað almenna í ein vissan mun kann seta seg hendur í favn at bíða eftir at skuldin minkar. Ikki tí at skuldin sjálv í krónum og oyrum minkar, men av tí at inflasjónin og vøxturin í búskapinum (og tessvegna vøxturin í skattainntøkunum) fær skuldina at minka relativt – altso í mun til skattainntøkurnar.

Tað almenna nýtist í so máta – í prinsippinum – ikki at gjalda skuld aftur, men skal bara syrgja fyri at skuldin ikki vexur meira enn skattainntøkurnar. Lond stíla tí ikki eftir at vera skuldarfrí, men lond stíla heldur eftir at hava skuld, sum er hóskandi til skattainntøkurnar.

Tí meta lánsveitarar um hvussu lond handfara sína skuld, og ikki nær tey gerast skuldafrí.

Men Føroyar eru pinkulítið land, og álitið verður tí hareftir. Lánsveitarin sær, eins væl og vit, at fólkatalið stendur fyri afturgongd, og tað man vera stórsta hóttanin móti skattainntøkunum. Lánsveitarar vita av, at fiskiskapur kann vera svikalig vinna, men samstundis eisini eitt satt gullnám. At vit trároyna heimaleiðirnar man órógva lánsveitararnir ikki so lítið.

Inntøkurnar hjá tí almenna í Føroyum verða helst mettar tryggar, eins og skattainntøkurnar í øðrum londum. Svikaligur fiskiskapur og minkandi fólkatal munnu kortini vera tey fyribrigdi, sum órógva lánsveitararnar mest.

Í stóran mun meta lánsveitarar meira um viljan hjá londum at gjalda lán aftur, heldur enn evnini at gjalda aftur. Fíggjarligu evnini eru fyri tað mesta til staðar, men politiskt óskil og samfelagsligt rot eru ofta orsøkin til at lond ikki hava skilið ella “viljan” at gjalda lán aftur.

Royndirnar frá kreppuni í nítiárunum munnu kortini telja nógv, tá lánsveitarar meta um tað almenna í Føroyum sum skuldara. Snarpa afturgjaldingin undir kreppuni man hava sent Føroyar høgt upp á metlistan hjá lánsveitarum. At danska ríkið borgar fyri krónuvirðinum og bankakervinum, gevur eisini Føroyum heilt annað og tryggari metingavirði.

No comments:

Post a Comment