Eftir at búskapurin í 2008 mestsum fór fyri
bakka og djúpu sár samfelagsins komu undan kavi, hevur tjóðin havt úr at gera
bara at koma seg eftir kreppuriðini. Men nú er stundin komin til at taka upp
eftir seg, og fleiri sakarmál reika í hesum døgum í rættinum fyri at seinni at
koma til dóms.
Hesi árini síðani sjálvt kreppulopið hevur
íslendska tjóðin eisini fyrireika eina sátt, eina grundlóg sum er nýggja
stjórnarskrá Íslands. Ein sátt, sum sanniliga er fólksins sátt, tí hon er
skrivað og fyrireikað av fólkinum, áðrenn hon nú varð latin politiska myndugleikanum
til viðgerðar og samtyktar.
Íslendingar hildu í 2010 stóran tjóðfund og eftir
tað eru vælmannað ráð vald av fólkinum til at skrivað sjálvt uppskotið, sum nú
er lagt fyri Altingið. Altingið leggur nú avgerandi partarnar av tí til
fólkaatkvøðu. Eftir tað skulu tvey Alting samtykkja uppskotið áðrenn tað fær
fult gildi sum nýggja stjórnarsskrá Íslands.
Fólkaatkvøðan verður í heyst, leygardagin hin
20.oktobur.
Íslendsku reiðararnir fingu fyri næstan tríati
árum síðani so mikið haldføst rættindi yvir havsins livandi tilfeingi, at teir
mestsum hava roknað tað sum heimaogn sína. Næstan so haldfast sum jarðateigin,
teir áttu. Næstan so haldfast sum húsini.
Og tann, sum givið hevði gávuna –
almenningurin – helt eisini rættindini vera mestsum gloppin av hondum.
Eftir áhaldandi trýst, og eftir at altjóða
mannarættindadómstólurin hevur gjørt úrskurð í málinum, og eftir at uppskotið
til stjórnarskrá Íslands hevur staðfest tað – nú er aftur vón fyri framman:
tilfeingið kann aftur koma undir røtt og trygg viðurskifti, sum sjálvsagda
felags ognin hjá tjóðini allari.
Eins og hon er tað í Føroyum. Tí her á
oyggjunum er eingin ivi um hvør ið eigur tilfeingið. Tað eiga vit øll, og tað
skal koma allari tjóðini til góða. Bæði í lógartexti og í fyrisitingarligum
siði, eins og tað manna millum eingin ivi ræður um hetta - at havið er felags
kovi tjóðarinnar. Soleiðis hava vit undir øllum frælsum viðurskiftum farið við
náttúrunnar gávum, at annað hevði verið óhugsandi.
Vanliga uppfatanin manna millum í Føroyum er
hon, at hvalin og fiskin hava vit øll felags rættindi til. Vit kunnu lata øðrum
partvís rættindi í avmarkaða tíð, men fulla og æviga rættin til tilfeingið eiga
vit øll í felag. So ævigan, sum umhvørvið letur okkum hava hann.
Men so ríkur fongur tykist vera í vinnuligu
rættindunum á sjónum, at reiðarar og reiðarasamtøk leggja alla orku í, bara
fyri at standa fremstir í raðnum, tá politikarar býta út rættindi. Somu orku
leggja reiðarar í tøkini, tá fyrimunir teirra skulu verjast móti hinum stóra
felagsskapinum.
Hóast tað í galdandi lóg um fiskivinnu stendur
skrivað, at fiskatilfeingið er “fólkins ogn”, so handfara politikarar ognina
sum var hon serogn hjá einum lítlum úrvalsliði av føroyingum. Hetta úrvalslið
fær á hvørjum ári alt fiskatilfeingið tillutað sum gávugóðs – vert hundraðtals
miljónir – hóast hesir úrvaldu frammanundan eru múgvandi menn.
Í Føroyum – eins og í Íslandi – ger politiska
valdið øgiligan mismun millum borgarar landsins í tilfeingismálum. Nakrir fáir
borgarar fáa tilfeingi fyri hundraðtals miljónir sum gávugóðs fram um øll
onnur, og hetta er í báðum londum grovasti mismunur, sum vit ein dag í
framtíðini fara at ógvast við.
Men í Føroyum – eins og í Íslandi – er smíðað
uppskot til nýggja stjórnarskrá, sum púra greitt staðfestir vanligan felags
ognarrætt til alt tilfeingi.
Úr føroyskum royndum kann eg heilsa og siga at
tað hevur stóran týdning at fáa hesi grundleggjandi rættindini staðfest í evstu
lóg landsins – í sjálvari stjórnarskránni. Tí hóast lægri settar lógir
staðfesta felags rætt fólksins til fiskatilfeingið, so eru politisku flokkarnir
farnir at handfara fiskatilfeingið sum partapolitiskan trumf.
Uttan at málið verður hevjað so hátt, at stjórnarlóg landsins staðfestur
felags ognarrætt til fiskatilfeingið eins álvarsliga og talufrælsi og
skipanarfrælsi manna, so er vandi fyri at missa rættin av hondum. So grammir
eru reiðararnir eftir hesum rættindum, og so stórt er framtíðar virðið í
teimum.
No comments:
Post a Comment