11.11.12

Fiskivinnutingið er øvugt lobbi


Í undanfarnu grein her á blogginum spurdi eg hvussu tað man bera til, at ríku reiðararnir hava hesa næstan ósannlíku maktina í samfelagnum.
Og her kemur so ein partur av svarinum. Tað byrjar í orðasøguni um enska orðið “lobby”.

Enska orðið “lobby” er farið inn í onnur mál við tveimum ymsum merkingum. Tann fyrra er “stór forstova” og hin er “bólkur av fólki, sum roynur at fremja egin seráhugamál fram um samfelagsgagnið”.
Seinna merkingin er komin av hini fyrru. Tað var í enska tinginum – the Parliament - at tey, ið vildu hava tingmenninar at fremja síni seráhugamál fram um samfelagsgagnið, flokkaðust um tingmenninar, tá teir komu út í gongina millum tingfundirnar.
Lobbi sum seráhugamálsbólkur hevur tí navnið eftir gongini í enska tinginum. Bara til stuttleikar skal eg nevna, at enska orðið “lobby” mest sannlíkt er eftir hátýska orðinum “laubia”, sum merkir “leyv”.  Orsøkin er, at forstovan fekk navn eftir leyvtaktu atkomuni til dyrnar, áðrenn gongin so at siga flutti inn í húsini.
Men hattar er farin tíð. Soleiðis var tað tá ið lobbifólkið mátti troðka seg fram at politikarunum í parlamentsgongini. Nú á døgum eru tað politikararnir, sum skipa fyri serstøkum fundi fyri lobbifólkinum, sum tey kalla fiskivinnuting.
Ikki eitt heilt ópassandi orð, tí tað snýr seg um fiskivinnu og hevur á leið sama status sum okkara egna Ting.
Evsta fyrisitingin hevur nú í mánaðar fyrireika fund millum teirra, sum teljast upp í fremstu og máttmestu lobbi í landinum – skipareiðararnir. Ein samkoma, sum hevur eittans endamál – og tað er at fáa sum mest í sín egna privata part av tí, sum tjóðin annars í felag eigur.
Siga vit at inntøkan av tilfeinginum í havinum er ein miljard krónur um árið, so hevði hon rokkið til at goldið fyri alt heilsuverkið sum tað er. Men hendan lítla gongan av lobbifólki vil hava tilfeingisrentuna í sínar egnu privatu lummar.
Og tað hjálpir evsta fyrisitingin teimum við.
Okkara egni landsstýrismaður og hansara fyrisiting fyrireikar ein heilan fundardag, so at herndan vælborna gonga kann tosa seg til rættis og so at politikararnir fáa høvið at koma á tal við lobbifólkið. Í gomlum døgum mátti lobbifólkið bíða eftir politikarunum í gongini – harav navnið!
Alt vendir nú øvugt. Nú eru politikararnir farnir í audiens hjá lobbifólkinum.
Men hetta er so ein av orsøkunum til at hendan margháttliga skipanin hongur saman.Øvugt.

No comments:

Post a Comment