19.4.13

HALLELUJA


Hóast eg telji meg sjálvan millum kritikarar landsins, haldi eg meg ikki teljast millum grenj landsins.
Hóast nógv er at finnast at, so kann eg dagliga undrast yvir hvussu væl vit hava fingið samfelagið at hanga saman – vit fáu tandur úti á hesum naknu klettunum. Satt at siga haldi eg tað vera eitt av teimum heilt stóru búskaparligu og samfelagsligu undrunum, sum eru at finna yvirhøvur.
Oyggjasamfeløgini eru nógv í tali – bæði tey fjarskotnu í Kyrrahavinum og Indiska Havinum. Og so eru tað oyggjasamfeløgini fram við strendur heimsins. Summi sjálvstøðug oyggjaríki, eins og Fiji og Tonga, summi sjálvstýrandi, eins og Føroyar og Guernsey. Og so onnur assimilerað í meginlandið bæði búskaparliga, mentunnarliga og samfelagsliga í aðrar mátar, eins og Gotland og Hetland.
So tað at vera pinkalítið oyggjaland er einki bragd.
Men at vera so væl skipað, so væl mentað, demokratiskt við fult tryggjaðum mannarætti, og so búskaparliga ríkt – sí, tað er eitt bragd.


At lenda her á oyggjunum og stríða seg til bara lívsins uppihald, ber til at gera av neyð. Men at skapa eina samfelagsliga heild, sum í túsund ár og meira hevur borið higar fram, er eitt søguligt heimsbragd. Tú skalt leita bæði væl og leingi, til at finna eina so góða sólskinssøgu sum hesa.
Hetta skrivi eg ikki bara fyri at leggja meg út í orðaskiftið um at vera glaður um sítt heim og errin av sær sjálvum. Men eg skrivi tað, tí at hetta havi eg fyrr havt frammi, og javnan havi havt tað frammi í texti og røðum.
Vit fimmti túsund føroyingar kunnu vera ernir av at teljast millum heimsins ríkastu, tryggastu og fegnastu fólk. Vit hava í felag – frá hinum fyrsta, sum steig á land, og fram til okkum fimmti túsund – tilevnað eina politiska, mentunnarliga og búskaparliga samfelagseind, sum er hin komplexi, men kortini einfaldi, karmurin um hesa fantastisku tilveruna.
Sjálvandi leggja vit tað ikki til merkis, tí vit búgva mitt í herligheitini hvønn dag. Men tað undrar ein og hvønn teirra, sum búgva í risastórum samfeløgum, at hetta yvirhøvur ber til.
Eg sigi at vit føroyingar, vit vita av hvussu væl hetta hevur hepnast. Men tað er nokk ikki heilt satt. Tí vit geva tí slett ikki gætur.
Geva vit okkum far um, at vit helst eru einasta fólk og land í heiminum, sum við industrialiseraðum fiskiskapi sum einasta vøruídnaði, telist millum heimsins ríkastu?
Geva vit okkum far um, at vit hvørja viku fylla landið við øllum teimum hentleikum, sum vesturheimurin hevur at bjóða, til umskiftis við bara eina einstaka einfalda vøru – fisk?
Geva vit okkum far um, at vit, sum eru so fjarskotin frá umheiminum, hava millum best útbúnað fólkk í heiminum?
Geva vit okkum far um, at vit fimmti túsund tandur hava flestu samfelagsligu institusjónirnar, sum eitt framkomið demokratiskt ríkið hevur?
Vit hava nógv at vera errin av.
Og hóast vit eru ósamd um politisk mál, so hevur hvør einstakur okkara pláss í hesum fitta lítla maskinarínum, sum er samfelagið Føroyar. Og tað er akkurát politiska ósemjan og politiska ágrýtnið, sum eyðkennir eitt livandi og lívført samfelag.
Sjálvandi skal pláss vera fyri gomlum grenjum. Vit eru so mong, sum høvdu stórar revolusjonerar ætlanir, sum ikki eydnaðust. Onnur vildu bara hava smáar broytingar, sum kanska koma so seint og spakuliga, at tú gáar ikki eftir tí. Og so kann man blíva eitt gamalt grenj. Friður verið við tí.
Kanska eri eg, uttan at vita av tí, eitt av hesum gomlu grenjunum. Men sjálvt gomul grenj fáa viðhvørt hug at syngja ”Halleluja”.

2 comments:

  1. Júst so! Og tað er akkurát politiska ósemjan og politiska ágrýtnið, sum eykennir eitt livandi og lívført samfelag. Haleluja !!! Kann ikki vera meira samdur ! :)

    ReplyDelete
  2. Nú fekk Ræðuliga Gott fastar tøkur á Hermanni eisini. Far heldur aftur til tað góða gamla helvitis grenji. Tað var vert at lesa.

    ReplyDelete