15.5.13

Víkingasiðir og fimtingslutfall

Flestu okkara halda óiva enn, at norðurlond teljast millum londini við mest jøvnum inntøkum og mesta javna borgaranna millum. So einvíst og einfalt kann tað ikki sigast longur. Myndin er meira fløkt og ójavnin í norðurlondum er vaxin ræðandi nógv í mun til onnur lond í Evropa.

Eitt av hagtalsligu mátunum fyri ójavna í inntøkum er sonevnda 80/20 mátið – eisini kallað fimtingslutfallið, tí tað sammetir ríkasta og fátækasta fimtingin. Hetta ábendingatalið verður nemliga roknað sum lutfallið millum samanløgdu inntøkuna hjá tí fimmtinginum sum forvinnur mest, í mun til inntøkuna hjá tí fimtinginum sum forvinnur minst. Er talið 3, so merkir tað, at ríkasti fimtingurin forvinnur tríggjar ferðir so nógv sum fátækasti fimtingurin.

Fyri nøkrum árum síðani var fimtingsmátið í Evropalondum rættuliga einfalt at minnast. Talið var 3 í norðurlondum, 4 í norðurevropa, 5 í Bretlandi og eini 6 í suðurevropa. Í miðal var tað 5 fyri alt Evropa. Norðurlondini øll teljast millum tey lond, við minsta ójavnanum millum ríkasta fimtingin og fátækasta fimtingin.

Miðaltalið er enn 5 fyri alt Evropa, men ein av stóru broytingunum er, at norðurlond hava kropið sær upp frá 3 til eini 4. Tað vil siga at ójavnin í norðurlondum er vaxin.


Satt at siga er tað mest av øllum í norðurlondum, at ójavnin er vaxin hesi seinastu tvey áratíggjuni. Ikki tí at ójavnin er vorðin verri enn aðrastaðir, men tí at hann hevur verið stútt vaxandi.

Og millum norðurlond skarar Danmark framúr, tí mest av øllum er ójavnin vaxin í Danmark. Bara Rumenia og Bulgaria kappast við Danmark, men har tykjast hagtølini so flákrandi og óviss, at Danmark stendur mestsum einsamalt á odda í vaxandi ójavna.

Fimtingsmátið vax í Danmark 26 prosent bara tey sex árini frá 2005 til 2011. Gjógvin millum rík og fátøk í Danmark breiðkaði altso stívliga ein fjórðing.

Átøk broyting er farin fram í Svøríki og Finlandi, men ikki í so ógvusligan mun sum í Danmark. Saman um tikið er mesta broytingin í ójavna farin fram í norðurlondum hesi seinastu 10 ella fimtan árini, sum hevur víðkað gjónna millum rík og fátøk í hesum londunum.

Frammanundan taldust norðurlond millum londini við javnasta inntøkubýtinum, og tað gera tey helst enn – bara ikki so greitt og so avgerandi. Munurin millum norðurlond og so onnur lond við jøvnum inntøkubýti er ikki so stórur longur, og serstakliga er tað Danmark, sum av norðurlondum er farið at skara framúr.

Meðan øll hini norðurlondini enn, sambært fimtingsmátinum, teljast millum javnastu samfeløg í Evropa, er Danmark at finna mitt í rúgvuni, saman við Týsklandi, Sveits og Fraklandi, heldur enn í ovara enda saman við sínum skandinavisku grannum.

So kanst tú svara mær, at inntøkubýtið í norðurlondum er so javnt, at hetta mestsum bara er ein neyðug tillaging til støðið í resini av heimsparti okkara, Evropa. Og tað má eg so geva tær rætt í, altso at hetta tykist vera ein tillaging til meginlandið.

Men kortini er avleiðingin áhugaverd. Møguligu avleiðingarnar.

Tí hava fyrimunir okkara ikki akkurát verið álitið manna millum, tryggleikin í grannalagnum og samhaldsmátturin í samfelagnum? So smá samfeløg, sum norðurlondini øll av sonnum eru, mugu hava havt djúprótaðar fyrimunir í mentan og bygnaði fram um onnur samfelag, tí annars høvdu tey ikki verið so væl fyri. Og nógv eru tey, sum misunna hesar fyrimunir.

Við vissu vita vit kortini at slíkir fyrimunir eru ikki ævigir. Vit vita eisini at teir koma ikki av sær sjálvum, men hava egna rót og fasta grund. Og man rótin til hesar fyrimunir ikki eisini vera at finna í gamla siðaarvinum og man grundin ikki í dag nettupp vera røtt og rímilig javnstøða í samfelagnum sum heild, bæði politisk og fíggjarlig?

Norðurlond eru ikki Utopia. Tað veit eg væl. Men vit mugu ikki gloyma at halda í hevd tann siðaarvin, sum vit hava fingið í varðveitslu. Tað er við honum sum kumpass at vit hava siglt okkum so langt fram, sum vit nú flóta. Vit mugu ikki geva upp fyri skutil tann fyrimun, sum vit hava átt, og sum vit kunnu ríka bæði okkum sjálvi og onnur við.

Norðurlond standa í broyting – sum so mangan áður. Seinastu tjúgu árini hava vit hermt eftir kraddaralyndinum í USA og Evropa. Vit hava mínsann hoyrt okkara egnu politikarar benda á at eitt sindur meira av ójavna er bara heilt í lagi, tí tað fer at skapa ”meira dynamikk” ella okkurt annað skvaldursorð uttan innihald og týdning.

Framburðin hava vit sjálvi skapt, men tað er úr Evropa, at vit norðurlendingar hava tikið fyrimyndir og íblástur til mest av okkara framburði. Tað er eisini úr Evropa, at køldu vindarnir eru ættaðir, sum næstan hava forkomið framburðinum. Kunsturin at vera norðurlendingur er at brúka rákið úr Evropa á rættan hátt, so at vit varðveita fyrimunirnar, men støðugt læra nýtt - taka við tí góða og kasta burtur spilluna.

No comments:

Post a Comment