31.3.14

Torbjørn Trondsen, professari: Meira effektivt og meira rættvíst

Norski professarin í búskaparfrøði, Torbjørn Trondsen, helt í farnu viku fyrilestur í hátíðarsalinum í Háskóla Íslands í Reykjavík.

Torbjørn Trondsen er væl kendur í búskaparfrøði, serstakliga viðvíkjandi virðisøking, marknaðar- og value-chain viðurskiftum í fiskivinnu.

Fyrilesturin í Reykjavík snúði seg um uppboðssølu av fiskirættindum, sum Trondsen eisini veit ein heilan hóp um, tí at hann hevur millum annað verið ráðgevi í Kili hesum viðvíkjandi.

Niðurstøðan av fyrilestrinum er í stuttum at uppboðssølurnar fara at loysa fleiri avbronglað viðurskifti, sum darva sjálvari fiskivinnuni eins og menningini av samfelagnum annars.


  1. Lættari hjá nýkomnum at sleppa fram at og støðugt bjóða maktini hjá stóru reiðaríunum av
  2. Effektivur máti hjá samfelagnum (eigaranum) at býta fiskirættindi
  3. Góður máti at eggja til meira virðisøking og at taka tilfeingisrentu
  4. Meira rættvíst: øll sleppa fram at og tilfeingisrentan kemur øllum til góða
  5. Regionalisering av kvotum og avmarkingar í individuellari nøgd kann verja smásamfeløg
  6. Snið av regulering avgerandi fyri at hon skal eydnast 
Niðanfyri hendan text er slóð til YouTube upptøku av fyrilestrinum í Reykjavík:

Fyrilesturin


No comments:

Post a Comment