30.3.14

Er Noreg ríkt av olju?



 Heldur tú at Noreg er ríkt av tí olju tey eiga í undirgrundini?
Sjálvandi er hetta ein lumpispurningur, tí ella hevði eg ikki spurt so. Og skilagóð sum tú ert, veitst tú longu at svarið er nei. Norðmenn eru ikki ríkir av tí olju tey eiga, og heldur ikki av øllum tí fiski, sum svimur í norskum havi.
Var tað nøgdin av náttúrutilfeingi, sum gjørdi munin, so vóru so mong onnur lond uppaftur ríkari enn Noreg. Eitt nú Angola, Nigeria, Kongo, Saudi Arabia, Oman, Algeria, Jemen, Botswana, Iran, Gabon og Guyana, sum øll hava lutfallsliga eins stórar ella størri oljuinntøkur enn Noreg.
Sannleikin er eisini tann, at vit føroyingar eiga lutfallsliga eins stórt árligt avkast av okkara tilfeingi, sum Noreg hevur. Allar tær ábendingar og útrokningar, sum gjørdar eru um møguligu tilfeingisinntøkurnar í Føroyum, vísa at talan er um eina miljard um árið. Í mun til støddina á búskapinum og til fólkatalið, so er hetta meira enn tað sum Noreg fær úr Oljugrunni sínum um árið.
Var inntøkan av føroyskum tilfeingi brúktur at lækka inntøkuskattin við, kundi hann minka ein heilan triðing!

Sannleikin er, at vit fáa millum lítið og einki burtur úr okkara tilfeingi, eins og flest onnur lond við nógvum náttúrutilfeingi.
Noreg er nærum einasta land í heiminum sum av sonnum fær nakað munagott burtur úr sínum náttúrutilfeingi.
Men hví?
Tí Noreg hevur ein fyrimun fram um tey øll somul – norðmenn!
Tit kunnu siga hvat ið tit vilja, men norðmenn – norska fólkið og norska samfelagið – tey eru orsøkin til at tað ber til at halda skil á felagsognini hjá norska fólkinum – oljuni og teimum inntøkum hon kastar av sær.
Norska fólkið – væl útbúgvin og væl mentað, sum tey eru – avgjørdu at tey ikki skuldu brúka eina krónu av tí ríkidømi, sum kom av at selja oljuna. Tí virðið av oljuni eiga allir norðmenn í allar ævir. Men árligu rentuna av ríkidøminum, hana avgjørdu tey at hvørt ættarlið av norskum borgarum skuldu sleppa at taka inn í ríkiskassan til at brúka.
Í prinsippinum skal oljuognin soleiðis varðveitast í allar ævir sum innistandandi peningur í ymsum pengastovnum kring heimin, meðan rentutilskrivingina kundu ættarliðini so brúka til at ríka sær gerðandisdagin við.
Hetta ber bara til tí at norska fólkið er eitt væl útbúgvið og væl mentað fólk, sum hevur gjørt skilagóða sátt sínamillum um eitt effektivt og kortini javnvirðisligt samfelag. Eitt fólk sum dugir at skipa seg soleiðis, at valdsmiklir einstaklingar ikki skuldu sleppa at kradda sær størri lut enn øðrum borgarum í landinum.
Hette ber ikki til í Angola, Nigeria, Kongo, Saudi Arabia, Oman, Algeria, Jemen, Botswana, Iran Gabon og Guyana, sum ikki hava eins væl útbúgvið fólk og ikki eins væl mentað samfelag.
Og tí ber hetta heldur ikki til í Føroyum. Tí at vit eru ikki eins væl útbúgvin sum tey eru í Noreg, og tí at vit hava ikki eins væl mentað samfelag, sum tey hava í Noreg.
Á hvørjum ári spríkir úr føroyskari náttúru eitt risastórt ríkidømi. Á hvørjum ári – ikki sum oljan í Noreg, sum bara kann pumpast upp eina ferð. Á hvørjum ári kastar ogn Føroya fólks av sær eitt ríkidømi, sum er ájavnt við tær inntøkurnnar, sum norska ríkið hevur av oljuni.
Men vit hava í áratíggju latið hetta ríkidømið fara og forfarast - antin fyri skjeyti í einum hundaslagsmáli millum reiðarar, ella í lumman á nøkrum fáum úrvaldum kvotagreivum, har teir hvørki gera nyttu ella gagn.
So stór virði, sum haraftrat eru felagsogn tjóðarinnar, eiga at koma øllum borgarum til góða, tí tá gera teir búskaparliga bestu nyttuna, og tá eru tær eisini við til at varðveita hitt góða samfelagið, og at bera tað í góðum standi til komandi ættarlið.

1 comment:

  1. Men hvat við norsku fiskivinnuni? Hvar er tann norski "fiskivinnugrunnurin"? Ella sigur tú óbeinleiðis, at um norðmenn ikki høvdu oljugrunnin, so høvdu teir havt ein fiskivinnugrunn ístaðin?

    Ella sigur tú, at føroyska fiskivinnan skal skipast sum norska oljuvinnan, orsaka av at vit ikki hava nakra oljuvinnu?

    (Eg spyrji uttan at vita um "norski fiskivinnugrunnurin" er til ella ei, og uttan at vita hvussu norska fiskivinnan/fiskatilfeingismarknaðurin er skipað/ur).

    Vh,
    Magnus Pauli Poulsen,
    Toftir

    ReplyDelete