6.3.15

Lættari og rættvísari atgongd til fiskivinnuna – tað er alt !

Ein misskiljing tykist vera afturvendandi í kjakinum um fiskivinnupolitikkin – tað er at búskaparfrøðingar halda at allir trupulleikar eru loystir við uppboðssølu. « Sel bara á avksjón, so verður alt í ordan ».

Hetta er bara slett ikki rætt.
Vit halda at selir hitt almenna fiskirættindi á uppboðssølu, so loysir tað nøkur heilt serlig mál av búskapar- og vinnupolitiskum slag. Tað loysir heilt einfalt málið um atgongd til vinnuna upp á ein elegantan máta, sum tænir menningini av produktiviteti og sum tænir búskaparligu og politisku javnvágini í landinum.
 
Uppboðssøla loysir ongan av trupulleikunum viðvíkjandi stovnsrøkt, umhvørvisvernd ella øðrum etiskum ivamálum tilfeingi og matvøru viðvíkjandi. Sami tørvur verður á skrásetingum av veiði, kanning av fiskastovnum og fiski annars, og sami tørvur verður á at verja heilar fiskastovnar og habitat, eins og smáfiskur og gýting mugu eftiransast og stundum verjast. Støða skal framvegis takast til etiskar spurningar um burturblaking av proteini úr havdýrum og um dálking av umhvørvinum.

Kanska er hetta sami skaðiligi hugburðurin, vit eru von við – at fiskivinnupolitikkur skal loysa øll hugsandi samfelagslig mál, so sum at skapa arbeiðspláss, syrgja fyri javnvág millum landspartarnar, halda lív í ymsum veiðihættum, ansa eftir at fyritøkurnar klára seg og so fram vegis. Hetta er bara til fánýtis, tí tað einasta vit við hesum fáa upp í lag er at alt kemur upp í røkur, og onki kemur á mál.

Altso – búskaparfrøðingarnir vilja bara hava eittans mál loyst við uppboðssøluni: tað er at skipa fyri lættari og meira rættvísari atgongd til fiskivinnuna.

At ein av avleiðingunum so verður at nakrar ovurríkar familjur so ikki fáa meira - tað mugu vit bara liva við.

At ein onnur avleiðing verður, at landið knappliga fær eina heila miljard meira í inntøku um árið - tað mugu vit so bara taka støðu til seinni.

Hermann Oskarsson

No comments:

Post a Comment