Er búskaparvøxtur av tí ónda ?

Mundi ervi verða hildið fyri hesum neolittiska parinum ?

Á veg út í tún úr einum ervi kom ein maður beint til mín og vildi týðuliga sleppa at siga okkurt átroðkandi. Hansara ørindi vóru at siga mær at hann helt búskaparfrøðina vera vandamikla, tí at hon eggjaði til vøxtur og uppaftur meira vøxtur, sum oyddi heimsins ráevni, rørdi heimin upp í ørliga ovurnýtslu og mangt annað forkastiligt.

Ervi eru eitt av høvunum folk brúka til at fáa eitt prát, men eg slepti mær bara burtur úr tí, av tí at eg helt ikki hetta vera hóskandi høvi.

Men eg havi so mangan møtt hesum misskiljingunum – at búskaparfrøðin eggjar til vøxtur og at vøxtur oyðir okkara náttúru, umhvørvi, mentan og samfelagssinni.

Tí at misskiljing er tað.

Síðani vit tvíbeintu skapningar fyri tveimum miljónum árum síðani tilevnaðu okkara fyrstu steinamboð og til denna dag, hevur søga menniskjans verið ein íðin strembing at sleppa sær burtur úr vanlukku, váða og víggi, so at nýggja ættarliðið stendur stinnari og eydnusamari enn undanfarandi.

Og soleiðis stremba vit enn.

Men tað er ikki búskaparfrøðin, sum hevur skyldina.
Sjálvt maðurin, sum stóð at bresta at siga mær sína meining um hendan vanlukkuliga vøxturin, sum búskaparfrøðingar eggja til, hesur syrgt fyri at hansara børn komu sær í skúla og fingu uppaftur betri kor enn hann sjálvur hevði frá upphavi sínum.

Dóttir hansara fær sær kanska eina fyritøku, sum í ídnari kapping við hinar fyritøkurnar av sama slag, fær sær onkran fyrimun í vørumenning, tænastumenning, organisasjón ella sølutøkni, sum elvir til at tað verður hon sum vinnur kappingina, og fær eina blómandi fyritøku.

Um tað var av neyð ella tað var í kapping, so hava menniskju, fyritøkur og samfeløg allar dagar stremba frameftir og uppeftir. Og í hesari strembing eru kor menniskjans batna so heilt ófatuliga nógv. Í hesum partinum av heiminum sum vit liva í, liva vit eitt ríkari, friðaligari og fríari lív enn nakar frammanundan hevur gjørt.

Men tað er ikki búskaparfrøðin, sum hevur funnið upp á vøxturin. Hann hevur altíð verið har. Hann er eitt av lívskorunum, sum vit sum samfelagseind á onkran hátt ótilvitað hava íborið.

Búskaparfrøðin hevur bara sett orð á fyribrigdið, og hevur hesi seinastu hundrað árini roynt at skilja kreftirnar og samspælið, sum skapar vøxturin.

Og satt at siga er tað nettupp hesin vøxturin, sum hevur syrgt fyri at heimsins náttúra og umhvørvi ikki eru oydd meira enn tey eru. Beint tvørtur ímóti tí, sum hesin maðurin í ervinum vildi vera við.

Búskaparvøxtur er nemliga ikki ber expansjón – vøxtur í vavi. Fólkavøxturin er vøxtur í vavi, og hann krevur meira korn, meira kjøt, fleiri hús og vegir. Fólkavøxturin setir krøv til náttúruna og tilfeingi.

Búskaparvøxtur er ikki vøxtur í vavi. Búskaparvøxtur er tað sum skal til, fyri at vaxandi fólkatalið ikki brúkar meira orku og tilfeingi til at framleiða somu valferð til fleiri fólk.

Hugsa tær um vit við hundrað ára gamlari tøkni skuldu hýst og breyðføtt hesum skjótt sjey miljardunum á klótini?! Við kolafýrdum dampmaskinum, rossadrignum plógvi, ongum vatni í húsunum og bara elektrisiteti til nakrar fáar perur.

Búskaparvøxtur er hetta tiltikna sambandið, sum er millum organisatoriska og tøkniliga framburðin og øktan vælstand fyri hin einstaka. At hvørt ættarlið fyri minni orku fær eitt høgligari og ríkari lív enn tey ið undan fóru. Uttan at gera seg meira inn á náttúruna og umhvørvið.

Hvussu vit týggja okkum móti hvørjum øðrum í kríggi og harðskapi, hvussu vit dálka og oyðileggja vistskipanir, at vit framleiða alt meira óhugnalig vápnasløg til at oyða heimin við, at vit ikki semjast tvørtur um landamørk, at vit eyðræna hvønn annan – alt hetta hevur einki við vøxturin at gera. Hevur einki við búskaparfrøði at gera. Tað hevur nakað at gera við grundvilkor menniskjans her á foldum – sum livir í hvørjum einstøkum okkara og sum livir ímillum okkum øll.

No comments:

Post a Comment