28.3.21

Misfata vit, misfarast vit

Í oktobur mánaði í 2019 skrivaði kæri vinmaður mín, Jóannes Jacobsen, sáli, eina grein í tíðarritinum Marine Policy – greinina finnur tú HER. Í hesi frágera góðu greinini vísir Jóannes hvussu politiska maktin hjá stóru reiðarunum í fiskivinnupolitikki vexur, samstundis sum teir fáa fastari rættindi. Hann spyr í endanum á greinini:

”Hví situr fólkið – skattgjaldarin – sum eigur tilfeingisgrundarlagið sjálvt, ikki við borðendan, ella í minsta lagi við borðið, tá fiskivinnupolitikkurin verður avgjørdur?”

Hetta mann hava verið tann mest viðgjørdi spurningurin okkara millum, serstakliga aftan á at farna samgonga í stóran mun mannaði nýskipanarbólkin við reiðarum og teirra handgingnu. Í vísindum er hetta málið á markinum millum fleiri vísindagreinir: sálarfrøði, antropologi, sosiologi og búskaparfrøði. Svarið er sum so mangan fleirtáttað, men í eini grein havi eg roynt at svara einum parti av spurninginum.

Endamálið var í hesum føri at kanna, hvørji árin tað hevur á ráðagerðirnar um fiskivinnupolitikkin, tá vanligi veljarin misfatar hvussu búskapurin av sonnum virkar. Hetta verður viðgjørt í greinini, sum tú finnur niðast á síðuni.

Grundarlagið undir viðgerðini er ein spurnarkanning millum veljarar; hvussu teir uppfata fiskivinnu og búskap, og her er eitt brot úr endanum á greinini:

Politikarar ganga ikki ríkastu reiðarunum og alistjórunum til handa av ótta. Heldur ikki tí at teir halda viðurskiftini vera røtt og rímilig. Kraddarasamfelagið verður varðveitt, tí at báðir partar, sum hava makt og ávirkan á lógarsmíðið, hava egnan serligan áhuga í at viðurskiftini verða varðveitt sum tey eru. Stóru reiðararnir og eigararnir í alifyritøkunum, hava púra greiðan áhuga í at rættindini verða útlutað frammíhjá, so at eingin sonn kapping verður um ræðið á pengastreyminum frá tilfeinginum. Politikarar hava sessin at verja, og teirra fremsta áhugamál er at varðveita sætið á Tingi, meðan politisku flokkarnir hava fremsta áhugamálið at fáa ella at varðveita maktina í Tinganesi.

Her kemur okkara vanlukku misfatan av búskapinum upp í leikin. Sum tað sæst greitt á Mynd 1 á síðu 12, heldur meirilutin av fólki, at fiskivinnan hevur heilt serligar elvandi eginleikar í búskapinum. Í øllum almennum orðaskifti um fiskivinnupolitikk verður spælt dúgliga upp á hesa misfatan, og allar nýskipanir verða bannlýstar, tí at tær eftir øllum at døma skeikla grundarlagið undir allari fiskivinnuni. Og væl rótfesta misfatanin er júst tann, at restin av búskaparliga virkseminum sprettur úr tí virksemi, sum fiskivinnan kastar av sær.

Ongir samfelagsligir bygnaðir verða standandi, um teir ikki á onkran hátt fáa vælsignilsi frá veljarunum til at standa í friði. Sjálvandi kunnu tey við politiskari makt lata teimum við búskaparligari makt frammíhjá rættindi, afturfyri at sleppa at varðveita sætið. Men ikki fyrr enn ein sprettandi nýhugsan um búskapin grør veljaranna millum, ber til at fáa meiri hóskiligan bygnað í búskapin.

Í hesari kanningin er staðfest, at stórur meiriluti av veljarunum í 2013 var sinnaður til at taka fult gjald fyri fiskirættindini, og at stórur meiriluti var ímóti at lata fiskirættindini ókeypis. Slík vóru sjónarmiðini hóast stórur meiriluti misfatar leiklutin hjá fiskivinnuni í búskapinum. Veljararnir vitstu ikki hvussu ein nýskipan kundi koma teimum til góða fíggjarliga, og stórur partur av veljarunum hevði ikki álit á at politiska maktin fór at lata vanliga borgaran fáa gagn av tilfeingisinntøkunum.
 
 

No comments:

Post a Comment