9.3.22

Russiskt álop á sjálvræði Ukreina

Hóast Sovjettsamveldið sigldi sína kloddaskútu undir kav fyri tríati árum síðan, eru risaveldini USA og Russland ongantíð rættuliga hildin upp at við sínum heiðursleysu umvegiskríggjum, tá tey birta upp undir og útgera hvør sín part í krígnum. Hundraðtúsundtals sakleys fólk hava latið lív í slíkum kríggi, tey ikki sjálvi byrjaðu ella vildu vera partur av, eitt nú í Vjetnam, Angola, Etiopia, Jemen, Afganistan og nú í Ukreina. Alt fyri hjartaleysu veldistelvingina millum tvey risaveldi við kjarnorkubumbum.

Í hesari røð av kríggjum tók kanska meginparturin av fólki støðu alt eftir ideologiskum liti – tey vinstrumegin fyri Sovjett/Russlandi og tey høgrumegin fyri USA. Men hví tað var so, er ikki til at fata, tí hjá risaveldunum snúði alt seg um makt og pengar og als ikki um ideologi. Sovjettsamveldið var eitt stirvið fámannaræði, sum búskaparliga var miðstýrt og als ikki megnaði at fóta sær eftir annan heimsbardaga. Alt eysturevropa livdi tí undir stýrdum búskapi av sovjettiskum slag, har bert tindurin av samfelagnum krámaði alt undir seg. Evropa og USA sigldu við fúkandi ferð framm um haltandi eysturlondini, við sonevndum marknaðarligum búskapi og frælsum handli. Eg skrivi ”sonevndum” narknaðarbúskapi, tí her vestanfyri vóru tað í mestan mun risastórar monopolfyritøkur við tøttum politiskum tengslum, sum skúmaðu róman omanav. Tøkniliga gjógvin millum veldini vax við risafetum, og tað dragnaði í stórum í vælstandi millum eystur og vestur.

Kalla tað hvat tú vilt, men parlamentarisku demokratiini í sonevndu marknaðarbúskapunum Evropa og USA vóru sjálvandi meira livilig enn fámannaveldini eystanfyri. Demokratiski arvurin frá tveimum øldum í politiskari menning ger allan munin. Eystantjaldið skrædnaði og í dag er allur verjugarðurin av eysturevropiskum londum limir í ES og NATO. Brimgarðurin hjá Russlandi móti Evropisku alduni hevur síðani verið Hvítarussland og Ukreina. Men har esjar nú eisini av fólksligari tráan eftir vesturlendskari kapitalismu og parlamentariskum demokratii – væl birt upp undir av USA og Evropa.

Hvørt tú ert vinstravendur ella høgravendur, so mást tú virða landamørk og sjálvræði Ukreina og viðurkenna rætt landsins at velja sína egna leið. Væl veit eg at skemtarin Zelenski er ikki vorðin forseti Ukreina av egnum ávum, tí at tengsl hansara til oligarkar og ótespiligar politiskar rørslur eru alt ov sjónlig til tess. Men hann er valdur av risastórum meiriluta av fólkinum til at vera forsætisráðharri landsins. Hvørki hann ella Ukreina eru nøkur hóttan móti øðrum londum.

Í stremban eftir regionalum yvirræði hevur Russland við vápnamegi brotið seg inn á Ukreinska sjálvræðið. Hetta er tað innrásin snýr seg um, og onki annað. Velir tú part eftir ideologiskum ástøði, ert tú ikki frægari enn talibanar og krosskrígsmenn, tí kappingin millum USA og Russland er ikki bardagin millum tað góða og tað ónda. Og innrásin kann ikki umberast við at eystanlondini vilja upp í NATO og ES, tí tað hava tey fullan moralskan rætt til. Hetta snýr seg um harðrenda álopið á Ukreina, og onki annað. Og álopið er eitt ræðuligt brotsverk. Heldur ikki kann innrásin umberast við at fasistiskir bólkar mangan hava havt stóra undirtøku í Ukreina, tí tú hevur fullan rætt at vera fasistur í tínum egna landi, og tað gevur ongum øðrum rætt at bróta seg inn á sjálvræði Ukreina.

No comments:

Post a Comment