2.6.22

Alivinnan: Fýra ferðir meira í vinningsbýti enn til Føroya fólk fyri tilfeingið

Skalt tú fáa lax at vaxa seg til stóra søluvøru í aliringum, mást tú brúka firðirnar hjá Føroya fólki at ala í. Var kapping um hesi rættindini at ala á føroyskum firðum, komu miljardir í landskassan, og skatturin kundi minkað tilsvarandi. Fyritøkurnar gjalda ikki tað stóra í lønum, og gjalda onki fyri rættindini at ala á føroyskum firðum.

Sambært hagtølum frá Hagstovu Føroya gjalda fyritøkurnar mest í vinningsbýti til útlendskar og føroyskar partaeigarar. Tey fimm árini frá 2016 til 2020 fingu partaeigararnir heilar 3 miljardir í vinningsbýti. Somu ár fekk Føroya fólk slakar 700 miljónir í tilfeingisgjøldum burtur úr alingini. Avlopið var so stórt, at partaeigararnir fingu fýra ferðir so nógv sum tann ið tilfeingið eigur – Føroya fólk. 

At hetta er skilaleysa órættvíst skilst týðuliga av, at tá rættindi verða seld millum privatar partar, og eisini á føroysku uppboðssølunum, var prísurin á rættindunum meira enn helmingin av avreiðingarvirðinum. Tilfeingisrættindini vóru høvdu tí marknaðarprís, sum var helvtin av avreiðingarvirðinum.

Skipaði Løgtingið fyri altjóða kapping um at brúka føroyskar firðir til aling, fingu Føroyar mestur fýra ferðir tær 700 miljónirnar fyri rættindini.

Tey, sum hava fingið 3 miljardir í vinningsbýti burtur úr alingini í Føroyum, hava í veruleikanum fingið bróðurpartin av tí tilfeingisvirði, sum Føroya fólk av røttum átti. Helst er meginparturin farin í útlendskar lummar. Tey keyptu ein lutaseðil til happadráttin um tilfeingisríkidømi Føroya á keypsskálanum. Snilt. Restin fór í serstakliga fáar hendur í Føroyum.

2 comments:

  1. Hví nevnir tú onki um skattin av vinningsbýtinum?

    ReplyDelete
    Replies
    1. Mest av tí at tað hevur onki við sakina at gera. Tað kann samanberast við at onkur ognartekur húsnini hjá tær, og letur teg sleppa at búgva í einum kamari í kjallaranum. Mutar tú ímóti, sigur ognartakarin at tú skalt bara vera nøgdur - tí tú slapp at búgva í kjallarakamarinum.

      Minnst til at tilfeingisrentan er av røttum ogn hjá Føroya fólki, men hana hevur Løgtingið givið øðrum at brúka. At vera nøgdur við skattin av vinningsbýtinum er sum at vera nøgdur at vea tveittur oman í kjallaran í sínum egnu húsum.

      Delete