10.6.22

Tey ríkastu sigla langt framm um hini øll

Hagstovan hevur kunngjørt árligu hagtølini um inntøkubýtið, og onkur tíðindafólk hava aftur skrivað um at Føroyar eru millum mest javnbýttu lond í heiminum, tá um inntøkur ræður. Norðurlond sum heild eru javnari enn flestu onnur lond, men seinastu tvey áratíggjuni er ójavnin vaxin.
 
Ójavnin vexur av fleiri orsakum, men einamest vexur ójavnin millum tey allar ríkastu og restina, tí at inntøkurnar hjá teimum ríkastu vaxa við heilt aðrari og skjótari ferð enn hjá restini. Eisini í Føroyum, sum víst í talvuni niðast.
 
Her eru øll árini sum Hagstovan hevur mátað inntøkubýtið býtt í tvey – fyrru og seinnu sex árini av teimum tólv. Roknaði eru síðani mát fyri mittastu inntøkurnar í inntøkubýtinum, inntøkurnar hjá ríkasta prosentinum, og seinast inntøkurnar hjá teimum ríkastu um leið fjøruti fólkunum í landinum.
 

2009-2014 2015-2020 Vøxtur
Mittan 151.297 179.877 19%
Næstríkast 800.809 1.090.682 36%
Ríkastu 40
1.825.214 3.637.039 99%
 
Úrslitið er at seinna skeiðið eru mittastu inntøkurnar vaxnar ein slakan fimmting, ella 19 prosent. Inntøkurnar hjá teimum í ríkasta prosentpartinum av inntøkubýtinum (uttan tey allar ríkasu uppítald) eru harafturimóti vaxnar stívliga ein triðjapart – 36 prosent. Men best hevur hilnast hjá teimum allar ríkastu, sum snøgt sagt hava fingið tvífalt so nógv í lumman seinna skeiðið.
 
Fólk við allarmest vanligu miðal inntøkunum forvinna í dag minni part av samlaðu inntøkunum í landinum, enn tey gjørdu fyri fáum árum síðan. Ríkasta prosentið (og serstakliga ríkasta promillan) forvinnur nógv størri part av samlaðu inntøkunum. Munurin økist sostatt í hvørjum.
 
Inntøkubýtið verður ikki meira ójavnt av óvart. Tað hendir sum ein tilætlað avleiðing av tí politikki, sum Løgtingið setir í verk - samgongu undan samgongu. 
 
Í slíkum londum sum Føroyum, har eitt lið av kvotagreivum og alikongum fáa meginpartin av tilfeingisrentuni í sín part sum persónliga inntøku, verður munurin øgiliga stórur millum tey allar ríkastu og alla restina. Hetta sæst ikki so væl á sonevnda Gini talinum ella øðrum slíkum grovum mátum um inntøkubýti. Gini-talið vísir somu mynd, men krógvar ein part av sannleikanum, sum kortini sæst aftur í hagtølunum um hvussu stóran part tey allar ríkastu fáa.
 
Men her, kæri lesari, sært tú hann – svart upp á hvítt.

No comments:

Post a Comment