![]() |
Trickle down economics |
Ongin ivi er um at reiðarí og
fyritøkur í Norðoyggjum og í Eysturoynni fingu mest burtur úr
nýggju fiskivinnuskipanini, tí tey fingu ókeypis ræðisrætt til
meginpartin av fiskirættindunum. Á marknaðinum eru rættindini
verd miljardir, men kortini eydnaðist ríkmonnunum at spæla
politiska spælið so væl, at miljardirnar endaðu í nettupp teirra
lumma. Somuleiðis hevur tað eydnast alikongunum at fáa minst líka
stórar upphæddir til gávis frá politisku maktini.
Í eini oddagrein í Norðlýsinum
rør skrivarin upp undir at tað vóru eysturoyingar og norðoyingar
sum vunnu. Spurningurin er í fyrsta lagi um nakað skil er í tí
hann skrivar. Í øðrum lagi er spurningurin um tann órætturin,
sum framdur var móti Føroya fólki, bøtist av at norðoyingar og
eysturoyingar vóru egndir afturfyri.