3.12.23

Føroyar hava minsta almenna geiran, sum kortini er tyngri at bera. Hvussu ber tað til?

Fyrst má staðfestast at Føroyar hava minsta almenna geiran av grannalondunum Ísland, Noreg og Danmark.

Tá sjálvsagda kravið um at taka alla tilfeingisrentuna til høldar í ogn hjá tí almenna,verður borið framm, fara lúrarnir hjá afturhaldinum at ýla um hin alt ov stóra almenna geiran. Hin størsti í heiminum! Størri enn allir aðrir í Norðurlondum!

Men nei. Tað passar bara ikki..

Tá talan er um útreiðslurnar hjá tí almenna, er tað mest natúrliga at rokna tær sum part av tøku bruttotjóðarinntøkuni. Tað eru allir búskaparfrøðingar samdir um. Útreiðslurnar eru til lønir, gamaní, men eisini til at keypa vørur og tænastur frá fyritøkum. Tað er tí óhóskandi at telja almennu nýtsluna sum part av bruttotjóðarúrtøkuni. Almennar útreiðslur og tøka bruttotjóðarinntøkan eru samsvarandi hagtalslig hugtøk.

Rætta vit hetta mistakið, so sæst greitt at í mun til grannalondini Ísland, Noreg og Danmark, hava Føroyar minstu almennu útreiðslurnar. Ongin ivi. 




Hetta eigur tí at vera væl íligin sannroynd, sum pressan eigur at duga uttan at. Føroyar hava minstu almennu útreiðslurnar í Norðurlondum. Eisini minni enn í Íslandi. Almennu útreiðslurnar eru 4 prosentstig lægri í Føroyum enn miðal í grannalondunum. Her er roknað við hagtølum 2002-2022.

Søgan er kortini ikki heilt liðug her.Tá vit kanna almennu nýtsluna – hvat tað kostar at reka sjálva fyritøkuna, ”tað almenna” - so er støðan ikki heilt tann sama. Tí tá er talan um hvat ið tað kostar at framleiða tænasturnar sjálvar, sum tað almenna framleiðir, og ikki allar aðrar útreiðslur eru taldar uppí, so sum almannaveitingar, studningar og annað. Tá er ikki so eyðsæð at rokna almennu nýtsluna sum part av tøku bruttotjóðarinntøkuni. Talan er kortini ikki um virðisøking men heldur um framleiðslukostnað, og tí er rættast at telja almennu nýtsluna í mun til framleiðsluvirðið alt í búskapinum. Hesi eru eisini kongruent hugtøk.

Tá skerst ikki burtur, at tað kostar meira at framleiða almennu nýtsluna í Føroyum, enn tað kostar í hinum trimum londunum.Almenna nýtslan er 3 prosentstig størri enn miðal í grannalondunum, tá roknað verður árini 2002-2022.



Hetta passar heilt væl við heildarmyndina av føroyska búskapinum.

Ríkisveitingin úr Danmark og lønarinntøkur uttanlands veita Føroyum inntøkur, sum samanlagt taldar upp á fólki eru størri enn í grannalondunum (uttan Noregi). Tá vit so rokna almennu útreiðslurnar í mun til hesar samantaldu inntøkurnar, brúka vit minni til almennar útreiðslur enn hini londini.

Men taka vit uttanlandsinntøkurnar burturur – ríkisveitingina og lønarinntøkur úr útlondum – og rokna kostnaðin av at reka tað almenna í mun til framleiðslukostnaðin í samfelagnum øllum, tá kostar tað almenna í Føroyum meira enn í grannalondunum. Somuleiðis tykist vera størri partur av løntakarafjøldini, sum starvast í tí almenna í Føroyum enn í hinum londunum. Men tá eru teir hundratals føroysku løntakararnir í nógv minni mun taldir við, sum arbeiða uttanlands. Slík er støðan inni í Noreg, Íslandi og Danmark, og tað er ein grund til at hagtøl um løntakarar er so illa sambærlig.

Niðurstøðan má kortini vera tann, at tað almenna samanlagt kostar føroyska samfelagnum minni part av samanløgdu inntøkunum enn í grannalondunum. Til at halda almennu tænastunum uppi á tí støði tær eru, kostar størri part av framleiðsluorkuni enn í grannalondunum. 

Ongin avgerandi munur tykist tí vera á støddini av tí almenna í Føroyum, samanborið við tey londini sum hava sama samfelagspolitiska upphav sum Føroyar. Øll londini teljast millum heimsins ríkastu lond. Og rík lond hava eyðvitað størri almennan geira enn fátøk lond hava. Heilt greiður samanhangur er millum hvussu rík lond eru, roknað sum BTÚ upp á fólkið (ell TBTI upp á fólkið) og so støddina á tí almenna.

Vælferðin kann bara økjast javnt um tað almenna kann nøkta eftirspurnina eftir undirstøðukervi til samskifti og samferðslu, heilsutænastum, skúla og umsorgan av ymsum slagi. 

Saman um tikið er tað almenna í Føroyum púra sum væntað í mun til inntøku og knattstøðu.

(Øll tøl eru frá hagstovunum í hesum fýra londum, www.hagstova.fo , www.hagstofa.is , www.dst.dk , www.ssb.no

No comments:

Post a Comment