22.8.24

Politiskur sjóverkur

Politikarar hava allar dagar viljað klíggjað av lóggávuni um fiskivinnuna. Tí hon er eitt makkverk. Hon er sett saman av lótum og keipum og klípum, sum hava skula bjargað øllum tí sum fyritøkurnar hava kravt øll hesi árini. Løgtingið og fyrisitingin hava í fiskivinnumálum ikki avrikað annað enn at fáa semju í lag millum reiðarí og skipabólkar. Tað er so galið at sjálv nýskipanin, sum sitandi samgonguflokkar settu skjøtil á, endaði akkurát har sum ríkastu reiðararnir vildu hava hana.

 Uni Holm Johannesen

Tað tykist sum at fedrar og møður at fiskivinnuskipanini eru farnir at ræðast alvan tey fingu á sinni. Tey hava fitað og gøtt hann væl og virðiliga, altíð latið hann fáa sín vilja, og hava trúliga givið honum alt hann peikaði á.

Nú óvargaungin er trøllvaxin, er tað ikki bara Uni Holm Johannesen sum nú er farin at ræðast beistið. Tey síggja at gávubúðin hevur ríkað eitt úrvalslið av stórreiðarum, sum nú eru fíggjarligir risar, aðal í samfelagnum og avgerandi politiskir høvdingar uttantings.

Ongin vil eiga ungan heldur. Øll skylda upp á hini. Tað vóru hini sum oyðiløgdu hann.

Uni vil hava reglurnar herdar, sum regulera hvussu stóran part av fiskirættindum fyritøkurnar hvør sær kunnu hava. Hetta vil hann hava gjørt, so at stóru fyritøkurnar ikki sleppa at kradda alt undir seg. Hann vil hava sonevndu antitrust reglurnar herdar.

Gamaní. Men var ikki betur um politisku flokkarnir høvdu skipað annarleiðis fyri frá byrjan, so at frítt var hjá øllum at sleppa framat, og so at tann sum bjóðaði mest fyri kvotuna fekk rættin at fiska hana? Var hetta gjørt frá byrjan, var alvin ein heilt annar í dag, og ongin orsøk hevði verið at bundið hann niður.

4.3.24

Gongd í haga

Bara fyri at fáa hetta á beint um lógina um gongd í haga: í hesum sambandi er einki sum eitur ”ogn Føroya fólks”. Jørðin í Føroyum er antin stakogn ella samogn – antin eigur ein einstaklingur jørðina, landið ella kommunur. Hetta er stakogn, privat ogn. Haraftrat eru summir hagar samogn hjá teimum, sum í felag hava rættindini. Ongin jørð er ogn Føroya fólks.

Tey sum jørðina eiga – einstaklingar, hagar, land og kommunur – hava mær kunnugt sambært lóg tey rættindi til jørðina, sum øll onnur mugu akta. Tey ráða fyri atgongd til jørðina og brúk av jørðini.
Gongugleðina, náttúruna, friðin, sæluna og útsýnið sjálvt eigur ongin. Men skalt tú standa á mínum jarðarteigi og hyggja, ráði eg fyri um tú fært loyvi. Rættin til at loyva atgongd í bø og haga, hava tey sum jørðina eiga. 

Rættindi og skyldur mugu sjálvandi fylgja galdandi lógum og reglum.
Haraftrat er tað búskaparliga skilagott at lata tey, sum eiga mest eftirsóknaðu støðini í landinum, leggja gjøld á sum avmarka skaðavoldina mest møguligt. Slíkar reglur høvdu beint atferðina hjá ferðafólki og tí javnað slit og órógv av teimum út um landið. Ongin hevði tí mist óneyðuga nógv, og fleiri høvdu fingið burturav. 

At landbúnaðurin fær nógvan studning og at ferðaskrivstovur hava størri virðisøking enn seyðabónur, hevur einki við hetta málið at gera. At ferðavinna er nútímans og landbúnaður gamal, hevur heldur einki við málið at gera. 

Sjálvandi stendur tað landinum frítt at fremja grundleggjandi broytingar í ognarviðurskiftunum, so at rættindi átøk almannarættinum í Noreg og Svøríki, eisini verður galdandi í Føroyum. Men tá skal mann hugsa seg gjølla um. Tann rætturin var ikki gjørdur fyri ferðavinnuna, og ikki gjørdur í bráskundi. Hann var gjørdur í londum við øgiligum víddum í mun til fólkatalið. Hann var í fyrsta lagi gjørdur longu í seytjandi øld, bóndunum til frama, og síðani í nítjandu øld til fólksins besta at ferðast gjøgnum landið, at náttarvista á ferð, og at sanka tey ber og vøxtir, sum náttúran gav í so ríkiligt mát. Alt slíkt, sum ikki órógvaði sjálvan landbúnaðin í nevniverdan mun. 

Undir øllum umstøðum er skeivt at broyta hesar reglur til frama fyri ferðavinnuna. Ferðafólk skulu bara gjalda fyri tað, tey koma eftir. Og um landið avger at tey fyrst skulu gjalda eitt grundgjald við ferðaseðlinum, ber saktans til at lata tey gjalda fyri serstakar upplivingar.