22.8.24

Politiskur sjóverkur

Politikarar hava allar dagar viljað klíggjað av lóggávuni um fiskivinnuna. Tí hon er eitt makkverk. Hon er sett saman av lótum og keipum og klípum, sum hava skula bjargað øllum tí sum fyritøkurnar hava kravt øll hesi árini. Løgtingið og fyrisitingin hava í fiskivinnumálum ikki avrikað annað enn at fáa semju í lag millum reiðarí og skipabólkar. Tað er so galið at sjálv nýskipanin, sum sitandi samgonguflokkar settu skjøtil á, endaði akkurát har sum ríkastu reiðararnir vildu hava hana.

 Uni Holm Johannesen

Tað tykist sum at fedrar og møður at fiskivinnuskipanini eru farnir at ræðast alvan tey fingu á sinni. Tey hava fitað og gøtt hann væl og virðiliga, altíð latið hann fáa sín vilja, og hava trúliga givið honum alt hann peikaði á.

Nú óvargaungin er trøllvaxin, er tað ikki bara Uni Holm Johannesen sum nú er farin at ræðast beistið. Tey síggja at gávubúðin hevur ríkað eitt úrvalslið av stórreiðarum, sum nú eru fíggjarligir risar, aðal í samfelagnum og avgerandi politiskir høvdingar uttantings.

Ongin vil eiga ungan heldur. Øll skylda upp á hini. Tað vóru hini sum oyðiløgdu hann.

Uni vil hava reglurnar herdar, sum regulera hvussu stóran part av fiskirættindum fyritøkurnar hvør sær kunnu hava. Hetta vil hann hava gjørt, so at stóru fyritøkurnar ikki sleppa at kradda alt undir seg. Hann vil hava sonevndu antitrust reglurnar herdar.

Gamaní. Men var ikki betur um politisku flokkarnir høvdu skipað annarleiðis fyri frá byrjan, so at frítt var hjá øllum at sleppa framat, og so at tann sum bjóðaði mest fyri kvotuna fekk rættin at fiska hana? Var hetta gjørt frá byrjan, var alvin ein heilt annar í dag, og ongin orsøk hevði verið at bundið hann niður.

Men nei; politisku flokkarnir hildu best vera, at teir sjálvir – politikararnir – sluppu at býta fiskirættindi eftir vild. Teir góvu einum fámentum úrvalsliði av borgarum rættindi fyri miljardir. Soleiðis sýttu teir øllum øðrum borgarum at sleppa framm at rættindunum, uttan at gjalda úrvalsliðnum miljardir afturfyri. Og váðar nakar annar sær at reka vinnuligan fiskiskap, so hevur Løgtingið lovað Hanusi, Mortani, Anfinni og øllum hinum úrvaldu reiðarunum, at tað við fútamakt fer at verja frammíhjárættindi teirra móti øllum øðrum føroyingum.

Johnny í Grótinum

Nýliga hevur so Johnny í Grótinum prædikað fyri kórinum á fiskivinnutinginum, at uppskotið hjá Una Holm Johannesen um at herða so nevndu antitrust reglurnar, er ikki eitt gott hugskot, og grundar tað á eina væl jaglaða búskaparfrøðiliga trúarkreddu. Búskaparfrøðingar halda mestsum altíð, at fyrisitingarlig stýring av tí sum hevur við vinnurakstur at gera, skal heldur vera latið marknaðinum at avgera. Er marknaðurin av slíkum slag at stórar fyritøkur eru meiri produktivar enn tær smáu, so eigur tað at vera úrslitið. Hetta er sum katekismus hjá búskaparfrøðingum, og hesa kredduna duga tí øll uttanat.

Men veruleikin er mangan ein annar, sum í hesum førinum við bæði alivinnu og fiskivinnu.

Í báðum førum hevur Løgtingið latið nøkrum heilt fáum úrvaldum fyritøkum frammíhjárætt til vinnurakstur við tilfeingi landsins – ogn Føroya fólks – heldur enn at lata øll áhugað og vinnufús sleppa framm at tilfeinginum. Vinnurnar eru tí ikki frælsar, men eru vavdar inn í almennar stýringsteymar, sum eru konstrueraðir alt eftir tí, sum einstakir alarar, reiðarar ella bólkar hava megnað at trýst politikararnar til at fremja.

Tá Johnny í Grótinum illgitir endamálið við at herða so nevndu antitrust reglurnar vera roynd upp á politiska stýring av fiskivinnuni, má eg siga um ein eg kendi væl, ”no shit Sherlock”.

Lítið av tí sum lógirnar fyriskriva er kortini tikið úr politiskum brósti. Meginparturin er skrivað og samtykt eftir ynski ella eftir trýsti frá máttmiklastu fyritøkunum í fiskiveiði. Um Uni Holm Johannesen fær flokkarnar at herða so nevndu antitrust reglurnar, so verður tað ein av fáu reglunum í politisku stýringini av fiskivinnuni, sum hevur upphav í politisku leiðslu landsins.

Fiskivinnan er so svansað inn í politiska stýring, til frama fyri nøkur heilt fá ríkmenni, at tað er meira enn eitt sindur láturligt at lyfta peikifingurin og mana politikarum til, ikki at leggja seg út í vinnuliga raksturin.

Jóannes Jacobsen

Í hesum sama viðfangi ætli eg mær eisini verja mín góða vin Jóannes, nú hann ikki fær gjørt tað sjálvur.

Til at armera grundina undir pástandinum, endurgevur formaðurin í Búskaparráðnum stóran part av einum lesarabrævi, sum Jóannesi Jacobsen skrivaði 2001. Hetta var nógv ár áðrenn kvotagreivarnir og alikongarnir vórðu so máttmiklir sum teir í dag eru. Brotini sum brúkt vera tykjast stuðla upp undir stiknið móti at herða sonevndu antitrust reglurnar.

Jóannes skrivar fyrst at antitrust er skeiva heitið at brúka um herðing av reglunum um hvussu stóran part av fiskirættindunum hvør einstøk fyritøka skal sleppa at hava. Síðani minnir hann á at tað er ikki beint av politikarum at leggja seg út í hvussu stórar fyritøkurnar vera í útflutningsvinnum, tí tær gera seg ikki inn á føroyska brúkaran. Annað er tá eitt nú bankar, tryggingar, oljusølufyritøkur og slíkar heimamarknaðarvinnur taka ræði á marknaðinum, og til dømis avtala hægri prísir enn marknaðarprísir.

Í endanum á hesum lesarabrævinum frá 2001 skrivar Jóannes soleiðis:

Hinvegin skulu politikarnir syrgja fyri, at landið fær marknaðarprís frá alarunum fyri brúksrættin til alifirðirnar. Í Noreg er ætlanin at selja alifirðir. Í Føroyum selja vit ikki ognarrættin til alifirðirnar, men lata brúksrættin fyri 12 ár í senn. Hesin brúksrætturin verður latin ókeypis í løtuni. Men júst sum fólk gjalda leigu fyri brúksrættin til eina íbúð, gjalda alarar, sum nú koma inn í vinnuna, leigu fyri brúksrættin til firðirnar. Tá ein alifyritøka verður seld í dag, er ein stórur partur av søluvirðunum brúksrætturin til fjørðin. Tann skuldarbinding, sum fer fram fyri at fíggja henda partin av keypinum, svarar til kapitalisering av leiguni. Seljarin, sum hevur fingið brúksrættin til fjørðin fyri einki frá landinum, fær peningin. Men landið eigur firðirnar, og tað eigur at fáa leigupeningin fyri alifirðirnar. Tí skal landið selja, ikki geva burtur, brúksrættin til ein fjørð á uppboði hvørt 12. ár, tá loyvið gongur út og fellur aftur til landið. Um keyparin er føroyingur ella útlendingur, og um hann hevur fleiri onnur loyvir, er óviðkomandi.”

Hóast lesarabrævið er skrivað fleiri ár frammanundan miðsavningina av fiskiloyvum í hendurnar á stóru kvotagreivunum og av aliloyvunum hjá alikongunum, legði Jóannes treytir við. Treytirnar vóru tær báðar, at frí og jøvn atgongd var til vinnuna hjá øllum føroyingum, og at tilfeingisrentan varð tikin til høldar í landsins ogn.

So hvørt sum ræði hjá stóru fyritøkunum í fiskivinnu og aling á tilfeinginum øktist, gjørdust tær bara alt ríkari og løgdu bara meira undir seg av vinnuligum rættindum. At enda vóru fyritøkurnar so máttmiklar, at eigararnir beinleiðis kundu hótta politisku flokkarnar og tessvegna evstu fyrisitingarligu stovnar landsins, til at fáa reglur og lógir smíðaðar eftir vild.

Avgerandi maktin hjá fáu stóru fyritøkunum í aling og fiskivinnu hevur gøllheft vinnupolitikkin aling og fiskivinnu viðvíkjandi, so at hann broytist ikki aftur. Hann er tí tað, vit á føroyskum kunnu kalla slóðheftin.

Í 2019 fekk Jóannes tíbetur avrikað tað, at fáa greinina um slóðheftni útgivna í altjóða tíðarritinum Marine Policy, undir heitinum ”Path dependence in Faroese fisheries (mis)management”, á føroyskum ”Slóðheftni í føroyskari fiskivinnu(van)stýring”.

Sum frá leið gjørdist tað púra greitt, at ríkastu og politiskt mest máttmiklu fyritøkurnar høvdu fastatøkur á einstøkum politikarum, og høvdu tí øgiliga ávirkan á politisku flokkarnar, sum illa tordu at hava nakra avgjørda støðu til tilfeingisvinnu og tilfeingispolitikk, aling og fiskivinnu viðvíkjandi.

Jóannes skrivar soleiðis um innihaldið í greinini (umsetingin er mín):

Uppáhaldið er fyrst og fremst, at politiskt valdsmiklir innanhýsis bólkar í fiskivinnuni eru førir fyri at varðveita fiskivinnuskipanina til egnan fyrimun í rættindabýti og politiskum ágóða, hóast úrslitið á hvørjum ári er umfatandi spill av tilfeingisrentu.”

Um leiklutin hjá politisku fyrisitingini síðani 1994 skrivar hann í greinini soleiðis:

Høvuðsendamálið hjá umsitingini av føroysku fiskivinnuni hevur síðani tá verið at virka sum semingsstovnur til at samskipa krøvini hjá áhugabólkum sum kappast sínamillum í vinnuni, og at snikka saman brúkiligar semjur millum krøvini hjá teimum sterkastu pørtunum.”

Innanhýsis bólkarnir í fiskivinnuni hava ivaleysa stóra politiska makt, til einans at loyva nýskipan, um og tá ið tað tænir teirra egnu áhugamálum. Innanhýsis bólkarnir loyva ongum broytingum av fiskivinnuskipanini, sum hóttir serstøðu teirra sum innanhýsis bólkur og tessvegna teirra politisku makt. Fiskivinnuskipanin er tí fasthildin í búskaparligari ovurfisking og ineffektiviteti.”

Um nakar gjørdi vart við ófrættakendu maktina sum ríkastu reiðararnir og alistjórarnir hava, so var tað júst Jóannes. At taka fíggjarliga, samfelagsliga og politiska valdið úr teirra hondum, og at leggja tað í hendurnar á fólkaræðinum, var alt avgerandi.

Og tað skal sjálvandi ikki gerast við misskiltum antitrust reglum, men við tí eina átaki, hann javnt og samt mælti til: at lata allar borgarar hava sama rætt at reka fiskivinnu, at selja fiskirættindini á opnum marknað, og at fáa tilfeingisrentuna til høldar og til gagns hjá samfelagnum øllum.

Niðurløga

Hóast Løgtingið fer at fyrireika herðing av reglunum um hvussu stóran part av fiskirættindunum hvørt reiðarí má eiga, verður tað til fánýtis. Í fyrra lagi fer lobby herdeildin hjá reiðarunum til verka, sum minnir lokalar politikarar á, hvør ið ræður lagnu teirra sum tingfólk. Síðani fara búskaparfrøðingar og juristar til verka, at sannføra almenningin um at reiðararnir sjálvandi hava rætt, og at politikararnir vita ikki hvat teir tosa um. Pressan fylgir eftir. Og so fáa ríku reiðararnir sín vilja. Reglurnar verða møguliga broyttar. Møguliga ikki. Men verða tær broyttar, so verða hol og sprungur at sleppa sær út ígjøgnum, so at reglurnar vera virkisleysar. Hesa søguna duga vit uttanat.

Politikararnir hava allar dagar viljað klíggjað av lóggávuni um fiskivinnuna. Tí hon er eitt makkverk. Hon er sett saman av lótum og keipum og klípum, sum hava skula bjargað øllum tí sum fyritøkurnar hava kravt øll hesi árini. Løgtingið og fyrisitingin hava í fiskivinnumálum ikki avrikað annað enn at fáa semju í lag millum reiðarí og skipabólkar. Tað er so galið at sjálv nýskipanin, sum sitandi samgonguflokkar settu sjøtul á, endaði akkurát har sum ríkastu reiðararnir vildu hava hana.

Lógin er svikafull, tí at hon so háfloygt lovar Føroya fólki at tey sjálvi eiga rættin til tilfeingið, men samstundis letur hon ørfáum borgarum frammíhjá rætt til øll hesi dýru rættindi, sum samfelagnum sanniliga tørvar ágóðan av.

Nýggjastu løgtingslimirnir hjá samgonguflokkunum duga enn so illa at lúgva og látast. Sum eitt nú Uni. Men tey munnu fara at koma á rætta lagið eisini. Skulu tey sita á Tingi, mugu tey akta.

No comments:

Post a Comment