22.8.24

Politiskur sjóverkur

Politikarar hava allar dagar viljað klíggjað av lóggávuni um fiskivinnuna. Tí hon er eitt makkverk. Hon er sett saman av lótum og keipum og klípum, sum hava skula bjargað øllum tí sum fyritøkurnar hava kravt øll hesi árini. Løgtingið og fyrisitingin hava í fiskivinnumálum ikki avrikað annað enn at fáa semju í lag millum reiðarí og skipabólkar. Tað er so galið at sjálv nýskipanin, sum sitandi samgonguflokkar settu skjøtil á, endaði akkurát har sum ríkastu reiðararnir vildu hava hana.

 Uni Holm Johannesen

Tað tykist sum at fedrar og møður at fiskivinnuskipanini eru farnir at ræðast alvan tey fingu á sinni. Tey hava fitað og gøtt hann væl og virðiliga, altíð latið hann fáa sín vilja, og hava trúliga givið honum alt hann peikaði á.

Nú óvargaungin er trøllvaxin, er tað ikki bara Uni Holm Johannesen sum nú er farin at ræðast beistið. Tey síggja at gávubúðin hevur ríkað eitt úrvalslið av stórreiðarum, sum nú eru fíggjarligir risar, aðal í samfelagnum og avgerandi politiskir høvdingar uttantings.

Ongin vil eiga ungan heldur. Øll skylda upp á hini. Tað vóru hini sum oyðiløgdu hann.

Uni vil hava reglurnar herdar, sum regulera hvussu stóran part av fiskirættindum fyritøkurnar hvør sær kunnu hava. Hetta vil hann hava gjørt, so at stóru fyritøkurnar ikki sleppa at kradda alt undir seg. Hann vil hava sonevndu antitrust reglurnar herdar.

Gamaní. Men var ikki betur um politisku flokkarnir høvdu skipað annarleiðis fyri frá byrjan, so at frítt var hjá øllum at sleppa framat, og so at tann sum bjóðaði mest fyri kvotuna fekk rættin at fiska hana? Var hetta gjørt frá byrjan, var alvin ein heilt annar í dag, og ongin orsøk hevði verið at bundið hann niður.