Petur var eitt í allar mátar gott fólk. Eitt av teimum allarbestu.
Og saknurin verður sárur hjá mammu, pápa, systkynnum og øllum
tykkum sum stóðu honum nærmast. Uggin er tann bústaður Petur
hevur í tykkum. Lat okkum halda minni um Petur tætt at okkum.
Hann arbeiddi á Hagstovuni hesi seinastu góð fýra árini; og
hóast tað bara er eitt arbeiðspláss, so hava vit kortini so nógv
saman, at vit kenna hann sum ein góðan vin. Ein, sum kom okkum
nærri enn tey flestu.
Altíð fyrstur til arbeiðis, sat hesin lærdi geofysikarin við
einum fittum smædnum smíli og eini heilsan til tey, sum síðani
komu.
At hann var óvanliga arbeiðssamur, íðin, lærdur og dugnaligur
kennist so fátæksligt at siga um Petur, nú hann er farin. At hann
samstundis var lítillátin, men kortini ósvitaliga beinrakin í
øllum sínum verki, er heldur ikki tað fremsta, sum stendur eftir
mannin. At hann var meira enn vanliga vitandi og áhugaður í øllum
viðurskiftum, er heldur ikki tað besta ið kann sigast um Petur.
Hann var alt hetta, men tað eru heldur hansara menniskjaligu
eginleikar, sum sveima eftir hann, har hann sat millum okkum.
Tí hann kom okkum tættari, enn menniskju vanliga koma. Har var
einki uppgjørt ella logið um Petur. Vit vitstu hvør hann var og
hvussu hann var. Teir krossar hann hevði at bera, bar hann uttan at
káva útyvir. Og hann bar sín tunga lut eins eyðmjúkur og hann
bar sínar framúr dygdir.
Samstundis var hann ein avgjørdur maður á sín egna hátt. Ein av
teimum, sum ikki fylgja teimum óskrivaðu reglunum. Reglum um
atburð, klædnamóta, trend í tónleiki ella ”dagsins meining”
um hetta og hatta. Hann hevði egnar reglur og tí ein integritet,
sum tú ongantíð fórt skeivur av.
Vit vóru nær í ætt báðir. Um ikki av blóði, so í anda. Tað
var tann lyriski tungi rokkurin, teir djúphugaðu radikalu
heimsspekingarnir, frambrotini í náttúruvísindum,
frælsisrørslurnar kring heimin, tann viðborna andstøðan móti
stórkapitali og totaliterari politiskari makt, sum bant saman.
At sita so nær og hava so nógv saman, sum vit á Hagstovuni høvdu
við Peturi, gevur eitt samanhald og ein vinskap, sum liggur nærri
hjartanum, enn man grunar. Men tað merkir man, tá slík vanlagna
rakar, at ein tílík hjartalig ond verður rykt burtur og sessurin
stendur tómur eftir.
Vit fara at sakna Petur í allar mátar. Hansara fakligi sessur fer
at tykjast torførur at manna aftur. Andliga verður sessurin
ongantíð mannaður aftur, tí har var bara ein Petur og tað koma
ikki fleiri. Okkum tykist tað sárt, men eg kann illa ímynda mær
hvussu sárt tað kennist hjá tykkum, sum stóðu honum nærmast og
sum honum vóru kær.
Vit skulu saman við tykkum bera minnið um Petur tætt at hjarta
okkara.
Hermann Oskarsson
No comments:
Post a Comment