1.1.06

Hvat er ein miljard millum vinir?

Munnu ikki tey flestu, sum ganga í biograf, kenna hesa kensluna av fyrigevandi meinaloysi, aftan á at hava sæð ein film um ræðuleikar, lagnutung lív ella katastrofur av onkrum slag? Hesa friðsælu løtuna tá man stígur út aftur úr biografmyrkrinum, út í ljósa túnið og lítandi yvir Vaglið, rennur ein ilur av hugna og samljóði gjøgnum teg og man hugsar sum so: “Her er so smátt, trygt og deiligt í Føroyum”.

Soleiðis kenni eg tað, eftir at hava lisið og fingið greitt frá um bankaeinskiljingarnar í Íslandi seinastu 10 árini. So heilt forbannað galið er tað altso ikki í Føroyum! Her er alt eitt sindur minni, meinaleysari og hugnaligari.

Íslendska undrið


Í Íslandi “áttu” politisku flokkarnir hvør sín banka. Framsóknarflokkurin átti Búnaðarbankan og Sjálvstýrisflokkurin átti Landsbankan. Nevndir og stjórnir bankanna vóru tætt knýtt at hvør sínum parti av vinnulívinum og at hvør sínum politiska flokki, sum so at siga átti bankan.

Undir einskiljingunum, sum fóru fram fyri fáum árum síðan, vórðu bankarnir ikki seldir í javnari kapping, men vórðu lætnir hvør sínum vinaskara fyri undirprís. Framsóknarmenn fingu ikki lut í Landsbankanum og Sjálvstýrismenn fingu ikki lut í Búnaðarbankanum. Sølan fløktist nakað av tí, at aðrir nýríkir pengamenn troðkaðu seg framat, men ætlanirnar hepnaðust kortini heilt væl.

Í Íslandi er fíggjarmarknaðurin so at siga nasjonalur – ongir avgerandi útlendskir kappingarneytar eru, og vanligi íslendingurin betalir tí eini 14 prosent meira fyri lánini enn hann fær fyri innsettu pengarnar. Her heima er rentumunurin ikki til helvtar so grovur, men man kortini vera um tvífalt so stórur sum í norðureuropeiskum londum, tí her heima eru kundabankarnir einsamallir á marknaðinum, leysir av kapping frá útlendskum bankum.

Troðkan í skýmaskotum


Tá tað almenna sleppur sær av við fyritøkur ella stovnar, sum onnur halda vera pengarnar verdar, átti alt at farið fram sum vanligur opinbærur handil á frælsum marknaði. Øll skuldu kunnað hugt at ella luttikið í keypinum, sum fór fram á reiðiligan hátt. Hægsti bjóðari fekk vøruna sum var til fals, og tey sum ikki fingu, høvdu reiðiliga tapt kappbjóðingina.

Eg veit ikki hvussu slíkt fer fram í framkomnum demokratium sum Svøríki ella Bretlandi, men eg veit nú, at soleiðis fer tað ikki fram í Føroyum og Íslandi.

Tá tað almenna avger at selja fyritøkur, skjýtur tað eitt aggressivt kraddingarumfar í gongd. Í øllum londum. Altíð. So einfalt er tað. Tí fyritøkurnar eru ofta nógv verdar og kjansurin at fáa tær bíliga er stórur. Kjansurin at fáa eina fyritøku bíliga til keyps er ikki serliga stórur tá tað er ein annar privatur eigari, sum selur, men bara tá tað almenna selur.

Tvær orsøkir eru til tess.

Onnur er hon, at almennar fyritøkur ofta hava verið illa riknar. Kostnaðirnir hava verið ov stórir, lítil menning hevur verið í tænastuni og prísirnir fyri tænastuna hava verið illa tillagaðir marknaðin. Nýggi eigarin kann tí fáa nógv burtur úr at snøgga og trimma framleiðsluna. Í hesum standa flestu keypararnir á jøvnum føti, uttan so at nevnd og stjórn í almennu fyritøkuni sjálvi eru millum keypararnar. Tí tey vita best, hvussu standurin er, og hava tí skilabesta boðið upp á fyritøkuna. Hetta er alt, sum tað eigur at vera.

Men hin orsøkin er meira spennandi. Tí hetta er tann skýmaskotstroðkanin, sum fer fram, fyri at fáa fyritøkuna selda á ein hátt, sum diskriminerar millum keyparar. Samgongur av pengasterkum fólki, sum samstundis hava betri vitan enn politikararnir og fyrisitingin um fyritøkuraksturin, fara undir at sannføra politikararnar um, at geva teimum serligan fyrimun. Ofta er tað tí, at “tað er til landsins besta”, tí at “fólkið skal fáa burturav”, “av tjóðskaparligum ávum” ella til verju móti meinfýsnum útlendskum risum.

Hvussu væl kraddingarherferðirnar eydnast, veldst um dygdina av samfelagsbygnaðinum og ryggin í demokratisku skipanini. Hvussu væl kraddingin eftir Føroya Banka fer at hepnast, vita vit ikki rættuliga fyrr enn sølan er farin fram.

Men higartil hevur gingist væl.

Hvat er ein miljard millum vinir?


Ein serfrøðingabólkur gav Løgtingi og Landsstýri greitt tilmæli um, at mest fekkst burturúr, um sølan fór fram við minst møguligum avmarkingum og forðingum, tí tá kundi hugsast at okkurt útlendskt bankasamtak bjóðaði munandi meira fyri bankan, enn onnur megna at bjóða. Teir siga í tilmælinum, at á henda hátt eru sannlíkindi best at fáa sum mest fyri bankan, hetta er best fyri menningina av bankanum framyvir, hetta er best fyri fíggjarmarknaðin í landinum, best fyri váðaspjaðingina og trygg sølustrategi annars.

Ikki sigur serfrøðingabólkurin bara, at meira færst fyri bankan, um hann verður seldur einum strategiskum keypara, men teir siga bart út at mest sannlíkt er, at tað fáast 40 prosent meira fyri bankan á hendan hátt. Fýrati prosent! Verður bankin í dag mettur at vera 3 miljardir verdur, er talan um meira enn eina stíva miljard! Var meirprísurin bara 30 prosent hægri, er framvegis talan um eina miljard.

Men hvat er ein miljard millum vinir . . .

Hesum trúðu hvørki Landsstýri ella Løgting. Av higartil ókendum ávum tóku teir, tvørtur ímóti serfrøðingaálitinum, avgerð um at selja bankan við ríkiligt av forðingum fyri at nakar útlendskur banki skuldi hugsast at fáa hug á søluvøruni – “okkara banka”.

“Okkara banki” skal nú seljast “bólki av fíggjarligum íleggjarum” – uttan at nevna nøvn, sjálvandi.

Latið Jónsvein selja bankan

Jónsvein í húsameklarafelagnum Inni, dugir nógv betur at selja hús, enn Løgtingið dugir at selja bankar. Jónsvein selur altíð hægstbjóðandi húsini. Skuldi Jónsvein borið seg at sum Løgtingið, hevði hann sett lýsingina soleiðis saman:
“Stór hús í miðbýnum í Havn til sølu. Frálíkt útsýni og útlit til risastóran virðisvøxtur, tí tey eru væl egnað til vinnulig endamál.
Fyrstu fimm árini sleppur keyparin kortini bara at brúka tað eina kamarið og sleppur bara at brúka køkin annan hvønn dag. Verandi egari tryggjar sær - móti hóskandi leigugjaldi - rætt at verða búgvandi í miðhæddini og at hava fyrsta rætt at fara á WC.
Húsini verða seld um nóg høgt boð fæst frá nærmastu grannunum.”

Hvussu nógv hevði Jónsvein tá fingið fyri húsini?

Hvussu nógv kundi grannin, sum keypti húsini, selt tey fyri um fimm ár?

No comments:

Post a Comment