10.2.11

Evropeisku Føroyar

Føroyar liggja eftir sum ein slettur av basalti í havstreyminum, sum fløddi inn millum tvey kontinent, tá tey skrædnaðu hvørt frá øðrum – Eurasia og Amerika. So vátt, so kalt og so heilt annaleiðis, at vit hava ilt við at kalla okkum evropearar. Kanska kalla vit okkum evropeisk í mentan, máli og søgu, men kortini ikki evropeisk sum fransar og týskarar. Kanska eru vit eisini evropeisk í samfelagsbygnað – so dánt, men ikki heilt.

Lítið er kortini at ivast í, at vit eru evropearar. Alt vit eru og eiga, hevur uppruna í Evropa og tí sum evropeiskt er. Búskaparliga regluverkið, politiska skipanin, lógarverkið, málið, sangurin, ja, sjálvt húgvan og tveingirnir. Eitt sindur aftarlaga og søguliga seinført – men evropeiskt kortini.

Av tí at vit eru evropearar heilt innan úr krovinum og fram á naglarótina, er torført at velja nakað burtur úr, sum fram um annað ger okkum til evropearar. Men eitt er, sum eftir mínum tykki er heilt avgerandi, og tað er okkara upplýsta, sekulera, demokratiska og individualistiska samfelagstilvera.

Hendan tilveran er eingin tilvild. Hon hevur røtur í einari frígerð frá akkurát keisaranum og kirkjuni. Partar av tilveruni hjá sentralevropearunum lógu undir einaræði keisarans og aðrir partar undir einaræði kirkjunnar. Á ymsan hátt sjálvandi, alt eftir um hann í tíð og stað búði í Týska-Ungarska keisaraveldinum, Frankiska ríkinum ella innan múrarnar hjá rómverska keisaranum.

Ólík flestu asiatisku samfeløgum og ólík jødiska og muslimska heiminum hava vit evropearar skilt millum keisara og Várharra, og síðani mestsum gjørt av við Várharra og latið keisaranum tað ið keisarans er, og meginpartin av Várharrasa parti eisini. Oman á tað heila sluppu evropeararnir sær av við sjálvan keisaran og og hansara absolutistisku makt. Eftir ótalligar royndir at endurskapa lokalar variantar av kongaligum einaveldi við kirkjuligum vælsignilsi, er Evropa blivið Evropa. (Hetta var so stutt, at tað sjálvandi ikki passar heilt – men styttri kann tað so ikki sigast.)

Men longri síðani enn so er tað tó ikki, tí enn merkja vit ikki so heilt lítið til andróður og átøk, sum stremba aftur til gamlar dagar, tá menn vóru menn og “bøsser var til at skyde med”, sum danir taka til. Tá kvinnurnar kendu sítt pláss. Tá børnini lærdu uttanat og sótu still í skúlanum. Tá leysingabørn vóru rættarbrot og fosturtøka bannlýst. Tá Gud ráddi á veðurlagnum og fiskinum á grunninum. Áðrenn fiskifrøðingar spiltu spælið hjá reiðarunum. Áðrenn informasjón var neyðug hjá Løgtinginum, og menn tordu at taka avgerðir. Áðrenn Løgtingsins Umboðsmann. Tá svart var svart og hvítt var hvítt og hvørki grátt ella reytt var uppfunnið.

Tað, sum heldur okkum á rættari evropeiskari kós, er hesin felags arvur av evropeiskum tankagóðsi. Tað liggur jarðfast í sjálvum teimum demokratisku institusjónunum og í tí ósjónliga, men kortini reglubundna samfelagsstrukturinum. Tað liggur grivið niður í lógarverkið og fyrisitingarligu siðvenjuna.

Men at vera partur av Evropa merkir í eins stóran mun, at tú nettupp ikki lítir á institusjónirnar, á samfelagsstrukturin, á lógarverkið og siðvenjuna. At tú í solidariskum misáliti ert kritiskur, aktivur luttakari í samfelagnum.

Soleiðis bera tey evropeiska arvin heilt norður til Føroya, tá tey ganga Gay Pride skrúðgongu, tá tey seta upp leikin Verkætlan Laramie í Havn, tá Hans Andria Sølvará gevur út bókina “Guds orð ella orð um Gud” og tá Føroya Arbeiðarafelag krevur, at regluverkið um fremmanda arbeiðsmegi verður gjøllari viðgjørt áðrenn tað verður samtykt. Tá Lærarafelagið ger vart við misrøktina av barnaskúlanum, og tá starvsfólk á Setrinum mæla til heldur at menna granskingina á lærdu stovnunum enn at jarða hundrað miljónir í betong.

At gerast partur av ES er ein heilt annar spurningur, sum sjálvandi er áhugaverdur, men sum politisku flokkarnir tykjast skýggja sum pest. Og málið um ES limaskap tykist hanga í klæna tráðnum, sum snýr seg um hvat? – ja, um fisk! Ikki um annað enn fisk. Um ognarrættin til fiskin á føroysku grunnunum og um at selja fisk til evropearar. Nógvan fisk.

Men Evropa er so nógv annað enn tað. Evropa er ein mentanararvur, eitt rúmsátt tankagóðs og ein rás at ganga eftir, sum valla finnst frægari í øllum heiminum.

No comments:

Post a Comment