The Paradox of Thrift

Heimurin allur er ikki bara í búskaparkreppu. Heimurin er komin út í eina av ringastu búskaparkreppum nakrantíð.

Tað, sum fyri hálvum øðrum ári síðani tók seg upp sum ein norðuramerikansk fíggjargøla - og sum lærdi allan heimin at siga ”Sub-prime” – hevur nú vaxið seg til eina av ringastu búskaparkreppum, sum heimurin hevur sæð.

Um allan heimin er húsagangur og vaxandi arbeiðsloysi. OECD, IMF og Heimsbankin kalla hetta ringastu kreppu í sexti ár, og spáa afturgongd og stórt arbeiðsloysi komandi árini.

Kreppudynamikkurin


Uttan at siga nakað um sjálva orsøkina til kreppuna, kunnu vit kortini sláa fast um sjálvan dynamikkin í kreppuni, at øll – lond, bankar, fyritøkur, húski – øll eru løgst á pengarnar tey eiga, og eru givin at seta seg í skuld fyri keyp. Tí øll hava mist álitið á, at tað verður nakað petti betur í morgin.

Og ferðin á veg inn í kreppuna bara økist og økist, so hvørt sum sparingin tekur dik á seg. So hvørt sum íløgurnar minka, so hvørt sum keypið tórnar, so hvørt sum tað fjarðar á marknaðinum av berari pengasparing – tess verri verður kreppan.

Tí tess minni verður umbiðið og keypt, tess minni skal framleiðast. Og tess minni framleiðslan gerst, tess færri íløgur skulu gerast.

Búskapur heimsins er soleiðis komin í ein súg móti botni, sum melur alt skjótari, so hvørt sum pengasparingin tekur dik á seg.

Stóru londini gera tað frægasta tey kunnu, fyri at steðga pengasparingini, og fyri at fáa meiri ferð á keypið og íløgurnar. Og saman við altjóða búskaparstovnunum heita tey á øll lond heimisins um at steðga øvugtu gongdini.

Tvørsøgnin


Hóast hetta ikki er heilt tað, ið enski búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes meinti við, so kunnu vit loyva okkum at brúka frasu hansara ”Paradox of Thrift” um hesa hendingina. Tvørsøgnin um sparingina.

Hvørjum einstøkum húski tykist skilagott at gevast at seta seg í skuld, nú kreppa er, og heldur gjalda skuld aftur. Tað loysir seg ikki at standa við stórari skuld, um man missir arbeiðið. Tað ræður um hjá tí einstaka at hava okkurt á kistubotninum, um illa vil til.

Væl rikna fyritøkan fer heldur ikki at byggja ella seta í verk stórar íløgur, tá einki boðar frá størri umsetningi komandi árini.

Men hóast hetta eru skilagóðar avgerðir hjá tí einstaka, so endar hetta umfarið av skilagóðum avgerðum sum ein samfelagslig katastrofa. Tí so hvørt sum sparingin vindur upp á seg, minkar búskaparliga umfarið, og arbeiðsloysið bara vexur.

Hetta kann kallast eitt paradox – ein tvørsøgn – tí hóast avgerðin at spara er røtt hjá tann einstaka, so verður galin endi um vit øll gera tað sama.

Føroya leka illa . . .


Av hvørjum dollara, sum amerikanska stjórnin brúkar eyka fyri at steðga kreppusúginum, leka minni enn 10 cent út av landinum aftur í innfluttum keypi. Úr Danmark leka eini 30 oyru av hvørjari krónu. Hvussu illa Føroyar leka í so máta, vita vit ikki, men vit leka illa!

So gott sum allar vørur til nýtslu og íløgur verða innfluttar, so bara av tí lekur ein ríviligur partur av hvørjari eyka krónu av landinum.

Setur tað almenna sær fyri at brúka nakrar hundrað miljónir eyka, fyri at bjarga okkum borgarum undan ringastu kreppuherðindunum, so lekur ein stórur partur av landinum aftur.

Hetta er so dýrari prísurin, sum pinkubúskapir gjalda í so máta.

Groft sagt, so er krútið í einari eyka brúkatari almennari krónu 70 oyru í Danmark og kanska 60 oyru í Føroyum.

Fyri hvørja almenna krónu, sum í Føroyum verður spenderað eyka, fyri at halda hjólunum malandi, virka eini 60 oyru beint eftir ætlan, meðan hini 40 oyruni leka av landinum.

Tey sexti oyruni, sum virka eftir ætlan, halda handverkarum, arkitektum, byggifrøðingum, verkfrøðingum, arbeiðsmonnum og arbeiðskvinnum í starvi, halda flutningsfyritøkum rullandi, og stuðla upp undir so mangt annað virksemi í landinum.

Hini fýrati oyruni gera sjálvandi sína beinleiðis nyttu, sum inntøkukelda hjá onkrum føroyingi, men hann brúkar sannlíkt pengarnar til at innflyta sær vørur fyri. Hann fær mat í munnin, men inntøkan lekur av landinum.

. . . báðar vegir


Tað lekur altso báðar vegir.

Allar tær miljardirnar, sum brúktar verða í Evropa og USA halda altso eisini teirra nýtslu so frægt á floti, at vit sleppa av við fiskin, og at tey keypa hann fyri ein prís, sum tessvegna er hægri enn hann annars hevði verið.

Ein lítil brotpartur av teimum pengum, sum tað almenna í Danmark, Týsklandi og Fraklandi brúkar í krepputiltøkum, enda soleiðis sum gjaldoyrainntøka í Føroyum.

Í einum av størru ES londunum leka eini 10 oyru av hvørjari krónu av landinum, um tað stendur einsamalt í átøkum, og øll hini skulka sær undan.

Men um Øll ES lond binda seg til felags átøk móti kreppuni, er krútið í hvørjari meira enn brúkta krónan. Fyri hvørja eyka brúkta almenna krónu, koma 120 oyru í keynskum krúti burturúr! Tí ES lond keypa og selja mest sína millum, og tí lekur so mikið minni úr umfarinum, um øll halda saman um felags tiltøk.

Slúrurin skulkar sær undan


Vit selja og keypa allarmest úr ES londunum, so vit eru í sama báti.

Hvør almenn króna aftrat, sum verður spenderað í Føroyum, er tíverri ikki eins dygg og ein eyka almennur týskur markur.

Men hin vegin kann man so siga, at tað eru ongar aðrar almennar krónur enn tær føroysku, sum fara at stuðla føroyska heimamarknaðinum. Tað kann ein eyka almenn føroysk króna gera – og bara hon!

Sjálvandi kann tað almenna í føroyum í ein ávísan mun liva sum snultari, og skriva føroyskum handverkarum út kaparabrøv til at ræna av teimum krónunum, sum norsku, donsku og svensku stjórnirnar spendera fyri at halda byggivinnuni flótandi heima hjá teimum.

Men tá hevur tú bara ikki viðurkent og staðfest tín leiklut í heiminum – hvussu lítil enn leikluturin er. Skulu Danmark og Ísland gera tað sama? Hvussu lítil skal virkningurin av almennu krónuni vera, fyri at slúrurin kann skulka sær undan at virka kreppumótelvandi?

Nú, keru vinir . . .


. . . tað er nú at Keynes skal dragast úr neystinum. Stimulasjónstankin hjá Keynes varð smíðaður í hitanum av brennandi heimsbúskapinum, eftir at Wall Street smokkaði saman í 1929, og tað er akkurát tað, hann er bestur til.

Keynes er ikki til at sigla innanskers við, tá tað skvatlar fram við borðunum í føroyskum hampaveðri. Hann draga vit sum knørr úr neysti, tá bláhvíta froðan skolar inn yvir skúturnar í glaðustroki og tungum andróðri.

Ætla politikarar nakrantíð at brúka keynskan fíggjarpolitikk, so er tað í ár og komandi ár at tit fáa kjansin. Ein kjans sum vónandi ikki kemur aftur í tykkara politisku yrkistíð.

Tað er í ódnarveðri sum hesum, at fólki hevur brúk fyri rættuligum álitismonnum við róðrið.

No comments:

Post a Comment