21.8.11

Heimrustir og fiskikvotur

Fiskivinnuráð og reiðarar rembast og brestast um óskilið, sum komið er í tað, teir trúðu var ritað í stein um rættin til havsins ríkidømi.

Men eins og heimrustirnar á sinni vórðu lagdar undir greiðari ognarrætt, hevur tað nú leingi rikið tann vegin, at greið ognarviðurskifti máttu koma í allan hurlivasan um fiskirættindi.

Greið ognarviðurskifti eru eitt av grundevnunum, sum kapitalisma er tilevnað av, so at eingin ivi skal vera um hvør ið eigur fæið og úrtøkuna av fænum. Hvør leggur í at velta jørð, sum hann ikki er vísur í at eiga, tá heystast skal? Ongin skila kapitalistur í hvussu er.

Og sannleikin er, at ognarviðurskiftini hava ongantíð verið greitt staðfest, tá um ræður føroyska havøkið og fiskin í havinum.

Partvíst uppfata vit øll havið og fiskin sum ogn landsins – ognin hjá øllum føroyingum, bæði teimum í dag livandi og teimum enn ikki føddu. Lógin um vinnuligan fiskiskap staðfestir sjálvandi eisini hesa alkunnugu sannroynd.

Men partvíst hevur korrupta samgongan millum politikarar og kapitalistar latið einstøkum úrvaldum borgum ókeypis framíhjárætt til hetta felags landsfæið. Næstan sum ognarræt.

Og hoyr nú nístini!

Fyrstu ferð at eitt landsstýri (og Løgting) hava farið við tilfeinginum sum ognin hjá øllum samfelagnum var, tá vit seldu kvoturnar av makreli í summar, og tá álagt var eitt 25 oyra gjald fyri rættin at fiska eitt kilo av makreli.

Og nú siga teir alt vera í upploysn. Onki er sum tað plagdi at vera, og onki skil er á fiskivinnupolitikkinum.

Men sannleikin er heldur tann, at nú eru vit í ferð við at fáa skil á fiskivinnupolitikkin. Tað hómast í hvussu so er eitt politiskt skifti, sum endaliga staðfestir ein púra greiðan ognarrætt – tað er samfelagið alt, sum eigur tað, sum undir havbotninum goymist, tað, sum í sjónum livur, og alla aðra kommersiella nýtslu av havinum.

Og greiður ognarrættur hevur stóran týdning.

Nústaðni tá hann endaliga og óreingiliga er staðfestur, kunnu allir aktørar – reiðarar, bankar og fyrisiting – fara til verka, við støði í áliti á eitt roynveruligt grundarlag undir virkseminum.

Verður so politikkurin skrivaður – og settur í verk – í samsvari við hesa sannroynd, tá eru fiskirættindini, eins og heimrustirnar á sinni, komnar undir lóg og rætt, sum er í samsvari við samfelagsins grundfatan.

No comments:

Post a Comment